fríggjadagur 25. juli 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 142 - 25. juli 2008 ]
Á stutta teininum,
sum tað á ólavsøku
verður kappast á, er
tað stórur munur á
tíðunum frá einum
ári og til annað
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
3.52.00. Sambært hagtals
yvirlitinum á heimasíðuni
drekin.fo er 901,3 metra
teinurin av Argjahøvda og
inn undir Skipafelagið eina
ferð rógvin í so góðari tíð.
Tað var á ólavsøku í 1992,
tá ið 10-mannafarið Skála-
báturin setti hetta metið.
Tað verður mett lítið sann-
líkt, at 16 ára gamla ólav-
søkumetið hjá Skálabátinum
ella ólavsøkumet í nakrari
av hinum bátastøddunum
verður tikið í morgin.
- Eitt er venjingarstøðan
hjá rógvarunum. Um tað
bara var hon, sum var avger-
andi, so kundi okkurt metið
verið sett hesa ferð. Men
streymur, ætt og vindstyrki
hevur nógv at siga. Um
hann er undan, eru fyritreyt-
irnar bestar fyri góðum tíð-
um. Veðurmaðurin sigur frá
landssynningi, og millum
lítlum og ongum vindi. Róð-
rarlíkindini verða ivaleyst
góð, men tað verður ikki
rættuliga undan, og harvið
verður neyvan talan um nak-
að met, verður sagt av teim-
um, sum hava skil fyri veðr-
ið og kappróðri.
Í
Havnar
Róðrarfelag
hava teir áður sagt, at besta
ættin til kappróður á ólav-
søku er vestan. Tá er góð
lívd at leggja bátarnar undir
Argjahøvda, og tá rógva
teir undan. Tá ið Skálabátur-
in setti metið í 1992, var
hann vestan, og tað var
frískur vindur. Uttan at taka
nakað frá óføru skála-
monnunum, so sigur tað
seg sjálvt, at veðrið var í
parti við teimum fyri sekst-
an árum síðani.
Onkra ferðina hevur verið
um reppið, at metið hevur
verið tikið. Næstbestu tíði-
na eigur Havnarbáturin,
sum á ólavsøku í 2001 vann
við 3.52.03. Ormurin eigur
av góðum grundum einki
met á ólavsøku. Tað var
ikki fyrrenn í umrøðuni av
kappróðrinum undan ólav-
søku í fjør, at tíðindini bór-
ust í hesum teigum um, at
Sámal Hansen, bátasmiður,
skuldi strekkja kjøl til 10-
mannafar til Róðrarfelagið
Knørrur
Ikki altíð so neyvt
Tá ið tosað verður um met-
tíðir í kappróðri, so undir-
strika teir serkønu, at tað
ikki skal leggjast so nógv í
tíðirnar, sum tað eitt nú
verður gjørt í svimjing,
renning og súkkling.
Róðrartíðirnar eru eisini
skrásettar frá tí tíðini, tá ið
tað bara var leysur startur.
Tá kom tað meiri enn so
fyri, at bátarnir vóru farnir
nakað inn um startmálið, tá
ið skotið geltið.
Á ólavsøku hevur tað ver-
ið fastur startur síðani 1979.
Í fyrraárið varð nýggjur
fastur startur lagdur, og
hann verður eisini nýttur í
ár.
At tað í so mong ár hevur
verið fastur startur átti at
borið við sær, at kappróðrar-
tíðirnar á ólavsøku áttu at
verið neyvari, enn tær kans-
ka hava verið á øðrum stevn-
um.
Tað er heilt undarligt,
hvussu stórur tíðarmunirnir
hava verið í ymsu róðrunum.
Í fleiri kappingum hevur tíð-
in í 1985 verið tann lakasta.
Umstøðurnar at rógva vóru
ikki góðar hetta árið.
Fína yvirlitið hjá drekin.
fo vísir, at tíðin hjá Skála-
bátinum í 1992 var 40
sekund betri, enn vinnara-
tíðin hjá Nólsoyingi var í
1985!
Ørvur rakk í 1999 bestu
vinnaratíðina hjá 8-manna-
førum. 4.03.21 var 39
sekund skjótari, enn tíðin
hjá Knørri í 1985!
Sølmundur vann í 1983
kappingina millum 6-man-
naførini við monnum við
tíðini 4.15.40 ella 47 sekund
betri tíð, enn tann hjá Hós-
víkingi var í 1985.
Jarnbardur eigur bestu
tíðina hjá 6-mannaførum
við kvinnum. 4.21.12 í
1995 var ein minutt og 40
sekund skjótari enn tíðin
hjá Gongurólvi í 1985!
Aldan vann í 1981 kapp-
ingina millum 5-mannafør-
ini við kvinnum við tíðini
4.38.40. Lakasta vinnara-
tíðin var í 1975. Tá var tíð-
ini hjá Svani 5.48.30 ella
ein minutt og 10 sekund lak-
ari. Tó skal undirstrikast, at
í 1975 var talan ikki um
fastan start á ólavsøku.
Tá ið Súlan í 1994 róði
málið við bestu tíðini nakr-
antíð í kappingini millum
5-mannaførini við dreingj-
um, var tíðin – 4.14.68 – ein
minutt betri enn tann hjá
Bylgjuni í 1985!
Kappingin
millum
5-
mannafør við gentum hevur
bara verið trý tey seinastu
árini. Hvassi eigur bæði bes-
tu og lakastu tíðina. Besta
tíðin var í 2006 – 4.57.04 –
og lakasta tíðin var í 2007.
Hon var 5.02.13.
Mánadagin fæst at síggja,
hvussu tíðirnar hesa ferð
fara at verða á 901,30 metra
teininum.
Minuttir á muni
á lítlum kilo
metri
Jarnbardur eigur bestu
tíðina hjá 6-mannaførum
við kvinnum. Tað var í
1995 við tíðini 4.21.12.
Henda myndin er tó frá
ársins Fjarðastevnuróðri í
Vestmanna
Mynd: Jens Kristian Vang
Keane ávegis til Liverpool
Sambært enskum miðlum, so skrivar Robbie Keane, sum
seinastu árini hevur spælt við Tottenham, undir við
Liverpool um vikuskiftið. Robbie Keane verður eftir øllum
at døma seinni framherjin, sum venjarin Rafael Benitez
keypir í summarsteðginum. Í gjár var avtala fingin í lag við
19 ára gamla David N’Gog, sum kemur úr Paris Saint-
Germain. Peter Crouch skifti fyrr í mánaðinum til
Portsmouth, og Liverpool hevur leitað eftir avloysara síðan.
Henrik vann á Toda
Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen, sum nú
stendur á odda fyri Lyngby, vann tryggan sigur í veningardysti
móti Toda Jónsson og FC Amager mikukvøldið. Úrslitið gjørdist
heili 4-1. - Vit kunnu býta dystin í tveir bólkar. Vit byrja ótrúliga
væl og leggja okkum á odda. Men eitt mistak hevur við sær, at
teir javna aftur. Vit spæla væl eftir steðgin, og skjóta eisini trý
mál, sigur Henrik Larsen við heimasíðuna hjá Lyngby. Tað
eydnaðist hvørki Christian Lamhauge Holst ella Tem Hansen at
koma á máltalvuna. Málið hjá FC Amager stóð Anders
Jochumsen fyri.