fríggjadagur 25. juli 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 142 - 25. juli 2008
Kom við til ársin
Onki er sum í egnum báti at stevna inn
í vágna og vita sær at nakrir góðir dagar
eru fyri stavn.
Skipað verður soleiðis fyri, at heilt nógvir
bátar kunnu liggja við bryggju í Klaksvík,
meðan festivalurin er. Treytin fyri góðum
bátaplássi er, at boðað verður frá í góðari
tíð og at í minsta lagi tvey av manningini
hava atgongumerki til festivalin. (Norðoya
Kunningarstova, 456939)
Bátar
Klaksvík tekur væl ímóti festivalgestum, sum hava
valt hugnaligu loysnina at gista undir egnum taki,
meðan Summarfestivalurin er. Húsvognar fáa umvegis
Kunningarstovuna í Klaksvík ávíst øki í miðbýnum í
Klaksvík, sum eisini syrgir fyri at vognarnir verða íbundnir,
fáa streym og atgongd til vatn og wc.
(Norðoya Kunningarstova, 456939)
Húsvognar
Tjaldingin á Summarfestivalinum
verður skipað saman við
Kunnningarstovuni og bóndunum,
sum eiga og vara av vakra
bønum í Gerðunum í Klaksvík.
Øll sum ynskja tjaldingarpláss
á Summarfestivalinum kunnu
venda sær til Kunningarstovuna,
sum í neyvum samstarvi við
Andras Joensen, bónda, fáa ávíst
hóskandi og egnað økið. (Norðoya
Kunningarstova, 456939)
Tjalding
Náttarbussar
Skipað verður fyri eyka bussambandi á Summar
Festivalinum. Bussarnir koyra frá parkeringsøkinum
við KÍ-høllina. Samband verður til Eysturoynna,
Havnar, Vestmanna og Vágarnar. Bussarnir koyra
soleiðis:
Hóskvøldið: Kl. 03.00
Fríggjakvøldið: Kl. 05.00
Leygarkvøldið kl. 05.00
Bílegging: Tlf. 505220