Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 142 - 25. juli 2008 Uppgávur Høvuðsuppgávan hjá landsbókavørðinum er at vera stjóri á Føroya Landsbókasavni, sum er stovnur undir Mentamálaráðnum og m.a. hevur til endamáls: < at savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir og alt, sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum < at hava handritadeild við handritum o.ø. eftir føroyskar høvundar og handritum, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu < at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni < at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni < at veita vísindabókasavnstænastu < at fremja útbreiðslu av kunnleika, vitan og upplýsing í landinum < at veita granskarum og almenningi ráðgeving og savnstænastur Faklig førleikakrøv Sett verður sum krav, at ein hevur prógv frá viðurkendum norðurlendskum bókasavnsskúla ella hevur akademiska útbúgving frá lærdum háskúla, ið kann metast at geva fakligan førleika at røkja starvið. Fyrimunur er at hava leiðsluroyndir og kunnleika til bókasavns arbeiði, og at ein hevur kunnleika til at arbeiða við skráseting og miðlan av bókmentum. Persónlig førleikakrøv Umsøkjari skal hava góð leiðslu- og samstarvsevni, vera ágrýtin, tænastu hugaður, miðvísur, arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar av bjóðingar. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Væntandi verða bygnaðarbroytingar á savnsøkinum komandi árini, og talan er tí um tíðaravmarkað starv fram til 1. januar 2011. Tann, ið fær starvið, má eisini góðtaka broytingar í setanar- og starvsviðurskiftum sínum í sambandi við bygnaðarbroytingarnar. Vit kunnu bjóða Eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum og samstarvi við onnur søvn og aðrar stovnar og myndugleikar. Fleiri upplýsingar Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Martin Næs, deildarstjóra, tel. 355050 ella 555040 fyri at fáa meira at vita um starvið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til Mentamálaráðið, Postrúm 3279, 110 Tórshavn ella til mmr@mmr.fo. Umsóknir skulu vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. august 2008 kl. 15.00. LANDSBÓKAVØRÐUR Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru málsøki viðvíkjandi kirkju, loft miðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Føroya Landsbókasavn er stovnur undir Mentamálaráðnum. Landsbókasavnið er tjóðbókasavn føroyinga og hevur sum høvuðusuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir, og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar. Á Landsbókasavninum starvast 24 fólk. Sí meira á www.flb.fo. Við hesum verður starvið sum landsbókavørður lýst leyst at søkja til setanar frá 1. september 2008. Starvið er tíðaravmarkað fram til 1. januar 2011.