fríggjadagur 25. juli 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 142 - 25. juli 2008
lýsingar
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Stuðulsfólk til Stuðulstoymið í Suðurstreymoy
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt
eftir stuðulsfólki til Stuðulstoymið í
Suðurstreymoy 40 tímar um vikuna frá 1.
september 2008 fyribils til 1. mars 2009
við møguligari leingjan til 1. august 2009.
Stuðulstænastan hevur til endamáls at
veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi,
eftiransan og umsorgan til brúkarar um
alt landið. Toymið er ein tvørfakligur
starvsfólkabólkur við 2 pedagogum, 1
ergoterapeuti, 1 heilsuatstøðingi og 1
hjálparfólki. Toymið heldur til í hølunum
hjá Stuðulstænastuni í Bókbindaragøtu 8 í
Havn. Málbólkurin hjá toyminum er
heimabúgvandi fólk omanfyri 18 ár, ið
hava ein skerdan sálarligan og likamligan
virkisførleika.
Arbeiðið hjá toyminum fevnir um:
• At stimbra og menna praktiskar og
sosialar førleikar hjá brúkaranum.
• At skipa so fyri, at brúkarin fær
møguleika at leggja gerandislív sítt
soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar
við egnan tørv og normar.
Førleikakrøv:
Vit vænta, at tú:
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og
einsamallur í heimi brúkarans og
samstundis kann átaka tær at arbeiða í
einum øki, har tað ræður um intuitión.
• Er sterkur bæði til likams og sálar.
• Hevur eina viðkomandi útbúgving og
royndir innan økið.
Umsøkjarar, ið hava útbúging sum
pedagogar, heilsuhjálparar, ergo- og
fysioterapeutar og starvsfólk við líknandi
útbúgving hava fyrimun til starvið. Hvat
viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum
primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan
almanna- og heilsuøkið, verður víst til
hjálparfólkasáttmálan hjá
pedagogfelagum.
Stuðulstænastan bjóðar:
• Eitt spennandi arbeiðspláss við
møguleikum fyri persónligari og fakligari
menning
• Ein virknan tvørfakligan starvsfólkahóp
• Kunning í arbeiðinum og supervision
Setanartreytir:
Talan er um eitt avloysarastarv vegna
barnsburð. Roknast má við, at arbeiðs-
tíðirnar av og á eru skiftandi, dag-, kvøld-
og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært
sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og
Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið umfatar
Nærverkið og deildir undir tí.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at venda tær til Hermann
Mortensen, økisleiðara, ella Fíu Jespersen,
samskipara, á tlf. 360000.
Umsókn:
Send eina umsókn við prógvi, upplýsing
um útbúgving og møguligum viðmælum
til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Stílað.: Regin Johansen, deildarleiðari
Umsóknarfreist: 8. august 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Pedagogur til Sambýlið í Smærugøtu 29
Søkt verður eftir pedagogi til Sambýlið í
Smærugøtu 29 til setan 1 sept ella eftir
nærri avtalu. Fólk við heilsurøktarútbúgv-
ing hava eisini møguleika fyri at søkja.
Talan er um fulltíðarstarv við skiftandi
arbeiðstíðum. Arbeitt verður í dag-,kvøld-
, nátt- og vikuskiftisvaktum (3. hvørt
vikuskifti) og serstakar frídagar
Sambýlið ì Smærugøtu 29 er heim hjá 4
fólkum við menningartarni. Endamálið er
at skapa eitt trygt, mennandi heim og
umhvørvi fyri hvørt búfólk. Í Sambýlinum
eru 9 starvsfólk harav 6 hava útbúgving.
Førleikakrøv:
• vera sálarliga og likamliga væl fyri
• kunna taka ábyrgd og avgerðir í
arbeiðnum
Vit bjóða:
• supervisión og menningarmøguleikar.
• ávirkan á innihaldið í starvinum
Setanartreytir:
Starvið er sáttmálasett pedagogstarv,
sum verður lønt sambært avtalu millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjar-
málaráðið. Um pedagogur, ið framman-
undan er tænastumaður, verður settur í
starvið, heldur tænastumannasetanin
fram, og verður lønin sambært avtalu
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar-
málaráðið.
Verður starvsfólk sett við aðrari útbúgv-
ing enn pedagogur, verður lønt eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið umfatar
Nærverkið og deildir undir tí. Nærri
upplýsingar fáast við at venda sær til
Julionnu Næs Olsen, leiðara, á tlf. 224177
Umsókn:
Umsókn við próvskjølum, viðmælum og
C.V. skal sendast til:
Sambýlið í Smærugøtu
Smærugøta 29
100 Tórshavn
Stílað: Julianna Næs Olsen, leiðari
Umsóknarfreist: 8. august 2008
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
FLØGAN FÆST NÚ