fríggjadagur 25. juli 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 25. juli 2008
45
lýsingar
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Tórshavnar kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar
býráð á fundi 19. juni 2008 hevur samtykt broyting í serstøku byggi-
samtyktini fyri Stórutjørn og almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar
kommunu.
Ætlaða broytingin er at gera nakrar reguleringar í økispartunum í sam-
bandi við torgið norðan fyri handilsmiðstøðina og smærri reguleringar
av vegaføringum inni á økinum.
Eisini er ætlanin, at almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu
verður broytt samsvarandi við at markið millum umráðispartarnar A3
og D2 verður regulerað.
Serstaka byggisamtyktin fevnir um partar av ognunum matr. nr. 139a,
135ed, 135a og 1 æf, Hoyvík.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina liggur frammi í Snarskivuni á
Vaglinum frá 28. juli til og við 22. august 2008, frá mánadegi til
fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða send Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 28. oktober 2008.
Kunngerð