fríggjadagur 25. juli 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 25. juli 2008
35
lýsingar
Námsfrøðingur søkist
Av tí at ov fáar umsóknir vóru, til starvið
í Frítíðarskúlanum »Kambur«, at byrja 11.
august 2008, endurlýsa vit starvið.
Eftir summarsteðgin fer frítíðarskúlin at økja
um virksemi sítt, við at taka nøkur 6 ára gomul
børn inn og veita teimum eitt serligt tilboð.
Vit fara tí at hava brúk fyri tær.
Vit sóknast einum námsfrøðingi, ið hevur
dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6
ára gomlu og frítíðarskúlabørnini. Vit vænta tí
at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert ja-lig/ur,
dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at
seta tær mál.
Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er
í menning, har tú kanst verða við at mynda
og seta tín dám á stovnin. “Kambur” liggur í
einum náttúruríkum umhvørvið, har ið náttúran
náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.
Setanarviðurskifti
Starvið er 40 tímar um vikuna, við møguleik-
anum fyri niðursettari arbeiðstíð.
Starvið verður sett frá 11. august 2008.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Lønarstig 11-18. Arbeiðstíð, mánadag til
fríggjadag 07.30 – 17.15.
Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálp-
arfólk sett fyribils.
Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kom-
munu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 01.
august 2008 kl. 12.
Fuglafjarðar kommuna
Norður í Gerði 10b
FO-530 Fuglafjørður
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Jógvan Philbrow, leiðari, telefon 73 77 91.
Fuglafjarðar
Kommuna
Íbúð til leigu
Íbúð til leigu Undir Heygnum, í Havn.
2 kømur. Stova og køkur í einum.
Frítt og gott útsýni.
lp@ognir.fo ella tlf. 21 73 00
www.ognir.fo
Kundi tú hugsað tær at arbeitt sum
vikarur? Ella komið í eitt fast starv?
Vilt tú verða fleksibul og ráða yvir
tíðini sjálv/ur?
Vit hava eisini brúk fyri pensionist-
um og lesandi.
Vit røkka um alt landið.
Far inn á heimasíðu okkara www.temp-team.fo
TEMP-TEAM, Niels Finsensgøta 37, FO-100 Tórshavn Tel.: +298 61 61 00
TEMP-TEAM er eitt
vikarbureau.
TEMP-TEAM Føroyar
er ein partur av
fleiri deildum runt
um í Europa og úti
í heimi.
Okkara uppgáva er
at finna starvsfólk,
ið kunnu arbeiða
sum vikarar og tey
sum vilja koma í
eitt fast starv, bæði
á sjógvi og landi.
Kom og skráset teg
Við hesum verður søkt eftir stjóra til Føroya Kæru-
stovn.
Høvuðsuppgávur
Føroya Kærustovnur leggur til rættis fyrireiking og
avgreiðslu av kærumálum og samskipar og leggur til
rættis virksemið hjá hesum kærunevndum:
• Kærunevndin í almanna- og heilsumálum
• Skatta- og avgjaldskærunevndin
• Kærunevndin í lendismálum
• Kærunevndin í útbúgvingarstuðulsmálum
• Vinnukærunevndin
Harafturat er Kærustovnurin skrivstova hjá skuldar-
umskipanarnevndini.
Førleikakrøv
Tað verður sett sum krav, at umsøkjarar hava løg-
frøðiligt embætisprógv, hollar løgfrøðiligar royndir og
analytisk evni, og at teir hava góðan kunnleika til
føroyskt mál.
Harumframt verður sett sum treyt, at teir hava hollar
royndir frá almenna og / ella privata arbeiðsmarknaði-
num.
Umframt hetta verður væntað, at umsøkjarar duga og
hava áhuga fyri leiðslu.
Løn og setanartreytir
Starvsheitið er stjóri, og verður lønt ájavnt 37. lønar-
flokk hjá tænastumonnum, tó uttan at vera tænastu-
mannastarv. Setanartreytir vera sambært avvarðandi
sáttmála.
Umsóknarfreist
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum
skulu sendast til:
Løgmálaráðið
Postrúm 159
Tinganes
110 Tórshavn
og skulu vera Løgmálaráðnum í hendi í seinasta lagi
tann 1. august 2008.
Umsøkjarar kunnu fáa nærri upplýsingar um starvið
við at venda sær til Rúna Joensen, aðalstjóra, tlf.
358080.
LØGMÁLARÁÐIÐ
Stjóri til Føroya
Kærustovn
Um stovnin: Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir løgmála-
ráðnum. Stovnurin fyrireikar kærumál til kærunevndina í almanna- og
heilsumálum, skatta- og avgjaldskærunevndina, kærunevndina í
lendismálum, kærunevndina í útbúgvingarstuðulsmálum, og vinnu-
kærunevndina. Harumframt er stovnurin skrivstova hjá skuldar-
umskipanarnevndini. Á stovninum starvast í løtuni átta fólk: stjórin,
tríggir løgfrøðingar og fýra skrivstovufólk.