Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 55

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 25. juli 2008 55 Starvsfólk til kredittdeildina Kredittdeildin hevur ábyrgd av kredittpolitikki bankans, samskifti við deildir bankans, stýring av bankans váða, inkasso, viðgerð av stórum lániumsóknum o.ø. Í løtuni leita vit eftir dugnaligum starvsfólki at arbeiða við okkara inkassovirksemi. Starvið Sum starvsfólk á kredittdeildini verður tú bindi lið ímillum Føroya Banka og sakførarar. Tú kemur m.a. at gjøgnumganga og taka støðu til mál, sum koma til inn heintingar, at umsita skuld ar umsitingar, bú- og konkurs til meldingar o.a. Tú skalt eisini vera til reiðar at luttaka í øðrum arbeiði á kreditt- deildini. Tú Tú arbeiðir við nærlagni, ágrýtni og torir at taka ábyrgd. Tú sam starvar væl og dugir samstundis væl at arbeiða sjálv- støðugt. Harumframt hevur tú viðkomandi útbúgving ella royndir innan bankaverðina ella sum advokatskrivari. Um- søkjarar við kunnleika til peningastovnsarbeiði, eitt nú lán og kredittir, hava fyrimun. Meira at vita Fyrispurningar eru vælkomnir til Torbjørn Andreassen, kreditt leiðara, á telefon 330 443 ella á ta@foroya.fo. Skrivlig umsókn saman við avriti av CV og prógvum skal sendast til starvsfolk@foroya.fo ella til P/F Føroya Banki, Att: Bjarki Mohr, Húsagøta 3, FO-100 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. august 2008. Ólavsøkuradio á Rás 2 haraldur Í 5 dagar bjóðar Rás2 spennandi og stuttligt ólavsøkuradio. Vælupplagdir vertir, raskir reportarar og treiskir tøkningar syrgja fyri, at ólavsøkan ongantíð verður keðilig á Rás2. Fríggjadagin, leygardagin, sunnudagin og sjálvandi ólavsøkuaftan og ólavsøkudag hevur Rás2 live sendingar við samrøðum, reportasjum, kappingum og nógvum góðum tónleiki. Og alt endar við einum braki ólavsøkukvøld, tá Haraldur úr sendirøðini E elski Førjar fer at halda røðu úr Rás2 studionum í Vágsbotni og út yvir Nólsoyar Páls torgið. Ólavsøkuradio verður sent hesar tíðir Fríggjadag ................. 25. juli 08.00 – 24.00 Leygardag .................. 26. juli 13.00 – 24.00 Sunnudag ................... 27. juli 15.00 – 24.00 Mánadag .................... 28. juli 13.00 – 24.00 Týsdag ....................... 29. juli 13.00 – 24.00 ...títt ólavsøkuradio