fríggjadagur 25. juli 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 142 • 25. juli 2008
List hevur stóran týdning fyri
eina og hvørja tjóð. Listafólk
skapa stór mentanarlig virði og
eru á mangan hátt frammanfyri
okkum onnur. Tey spegla fortíð,
nútíð og framtíð. Tey hoyra
grasið grógva, og tey geva okkum
neyðugar upplivingar. Hesar
upplivingar kunnu vera framúr
góðar, hugvekjandi ella skakandi.
Listafólk stytta okkum stundir, og
tey fáa okkum at hugsa um lív og
tilveru okkara. Teirra skapandi
virksemi hevur tí stóran týdning
fyri okkum øll. Vit hava øll brúk
fyri listafólkunum. Skapandi
virksemi teirra hevur ikki bert
týdning fyri okkara trivnað og
samleika, men hetta virksemið
hevur eisini búskaparligan
týdning og týdning fyri okkara
umdømi úti í heimi. Vit eiga øll
at sýna listafólkum virðing, og vit
eiga at stuðla teimum bæði so
og so.
Í einum altjóðagjørdum heimi
hevur kappingarsamleiki stóran
týdning, og í hesum høpi fáa
listafólk ein størri og størri
leiklut. Vit, t.v.s. alt samfelagið,
standa tískil í vaksandi skuld til
okkara listafólk, ið øll, uttan mun
til listaøki, røkja sítt listarliga
virksemi til gagns og gleði fyri
okkum øll.
Tær almennu Føroyar, land
og kommunur stuðla mentan
og list við almennum peningi
á løgtingsfíggjarlóg og á
kommunalum fíggjarætlanum.
Hóast onkur heldur, at
stuðulin kundi verið hægri og
munadyggari, so er hetta kortini
ein almenn viðurkenning av
tí orku, sum listafólk leggja í
teirra arbeiði og ein almenn
viðurkenning av tí týdningi,
sum mentan og list hava
fyri okkara samleika og fyri
kappingarsamleika okkara
uttanlanda.
Kappingarsamleiki er í hesum
høpi at skilja sum branding. Tær
almennu Føroyar branda seg
uttanlanda við føroyskari list og
við at vísa almennum gestum
dømi um verk, ið okkara listafólk
skapa. Í hesum líkjast vit okkara
grannalondum.
Eisini privatar fyritøkur nýta
verk hjá okkara listafólki til
branding, tað veri seg innan
tónleik, leiklist, myndlist ella
bókmentir, og nógvar privatar
fyritøkur sponosera list eins og
tær sponsorera ítróttin.
Tað privata eigur eins og tað
almenna at kenna sínar skyldur
mótvegis mentan og list og
tá rætt skal vera, so fær økið
mangan góðan stuðul frá ávísum
føroyskum fyritøkum, ið soleiðis
sýna listini stóra virðing.
Vit í Miðlahúsinum, sum
umboða eitt miðlasamtak, ið
fevnir um blað, útvarp og portal,
kenna tað eisini sum okkara
skyldu at taka stig til at stuðla
og heiðra føroyska list. Hetta
fara vit nú at gera ítøkiliga við
at stovna eina listavirðisløn,
nevnd Listavirðisløn Miðlahúsins.
Hetta gera vit saman við
samstarvssponsorum, sum
hesaferð eru: Norðurlandahúsið,
Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar
Kommuna, Havsbrún og Norðoyar
Sparikassi.
Listavirðisløn Miðlahúsins
verður á hvørji ólavsøku hereftir
latin einum ella fleiri skapandi
ella útinnandi listafólkum ella
bólkum, sum vit meta at hava
serstakliga stóran týdning fyri
føroyingar og fyri føroyskan
samleika. Hetta seinna verður
undirstrikað við, at virðislønin
verður handað tjóðardagin,
ólavsøkudag eftir tingsetan og
við at handanin fer fram við
standmyndina av Nólsoyar Pálli,
ið hevur so stóran ímyndaligan
týdning fyri okkum føroyingar.
Ólavsøkudag í ár verður
Listavirðisløn Miðlahúsins
latin á fyrsta sinni. Tað verða
tveir skapandi og útinnandi
tónlistamenn, ið fáa heiðurin og
fara vit at kunngera nøvnini, tá
virðislønirnar verða handaðar
ólavsøkudag klokkan 13.30
á Nólsoyar Pálstorginum í
Vágsbotni.
Tiltakið verður sum nevnt
skjótast eftir, at Løgtingið er
sett, og handaninar fara fram við
standmyndina av Nólsoyar Pálli
í Vágsbotni. Øll eru hjartaliga
vælkomin til tiltakið, og vit í
Miðlahúsinum og stuðlar annars
vóna, at nógv fólk fara at nýta
høvið at vera við til at heiðra
tveir av okkara tónlistamonnum,
ið bæði smíða løg og frambera
tey til eldri og yngri føroyskan
skaldskap.
Listavirðisløn Miðlahúsins
latin á tjóðardegnum
Virðisløn
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Her frammanfyri standmyndina av Nólsoyar Pálli, sum hevur so stóran ímyndaligan týdning fyri føroyingar, verður Listavirðisløn Miðlahúsins fyri fyrstu ferð
latin á tjóðardegnum, ólavsøkudag eftir at tingið er sett, umleið klokkan 13.30
Nýggj listavirðis
løn latin
á Ólavsøku
Ólavsøkudag eftir at
tingið er sett verður
hátíðarhald á Nólsoyar
Pálstorginum í Vágsbotni,
har umboð fyri Miðlahúsið
fer at lata “Listavirðisløn
Miðlahúsins” til skap
andi og útinnandi føroysk
listafólk. Ætlanin er,
at hetta skal vera eitt
afturvendandi tiltak á
hvørjari Ólavsøku.