mikudagur 30. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 30. juli 2008
21
tíðindi
Búi Dam og Dánjal
á Neystabø hava
við Ævintýrferðini
givið børnunum eitt
ógloymandi upplivilsi
og eitt tónlistarligt
»pappkassa-show« av
aðrari verð
Leikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Búi og Dánjal framførdu á
ólavsøku
Ævitýrferðina,
hitt fantastiska orkestrið.
Hetta er í veruleikanum eitt
leikslag, sum hevur verið
burturgoymt ov longi, tí tað
er longi ímillum leiktiltøk
ini, ið eru ætlað børnum, og
neyvan er slíkt av álvara
sæð, síðani Gríma ferðaðist
kring landið. Og yvirhøvur
er saknur í ferðandi leik
fólki.
Men ævintýrferðin er eitt
upplivilsi í nútímans leiklist
og barnsligum frælsi, so tað
er ein fragd fyri bæði børn
og vaksin.
Teir megna at skapa ein
hugaheim við leiki og sangi,
tí sum teir sjálvir siga
ein
skal
bara
nýta
»pippið«.
Og ger ein tað, so er onki
óført, og tað vóru óivað fá,
ið t.d. ikki ímyndaðu sær
spikafeita grísin, sum teir
myndaðu í tómari luft, ella
húsini hjá tarvinum, sum
var so illsintur, at hann njós
aði av øði.
Børnini hava ikki bert
hyggjaraleiklut, men sleppa
at luttaka og vegleiða og
seta dám á framførsluna, og
Búi og Dánjal lofta hegnis
liga hugskotunum.
Men stuttligt er eisini, at
tað er loyvt at siga og syngja
t.d. »rumpan er reyð«, og
so mangt annað, og tá mun
urin á gentm og drongjum
var á breddanum, so vísti
hetta eisini, at børnini eru
við á hesum økinum. Hetta
eru nýggir tónar í barnaleiki
í Føroyum, men so hegnis
liga gjørt í »barnahædd«, at
ongin tekur sær tykni av tí.
Og sangurin, sum at enda
í framførsluni verður gjør
dur saman við børnunum,
og sum kann hoyrast uttan
fyri eftir framførsluna, er
eitt virðilgt punktum fyri
livandi ævintýrferðina, har
børn og vaksin sleppa at
royna hugflog og flyta
mørk.
Hattin av fyri ferðaleið
arunum báðum undir hatti;
Búa og Danjali.
Hanus G. Johansen
og Stanley Samuel-
sen spældu í Miðla-
húsinum ólavsøkudag
klokkan 18, og hetta
savnaði so nógv fólk,
sum ongantíð áður
i húsinum, og teir
báðir livdu lættliga
upp til tann heiður,
sum Miðlahúsið
fyrr á degnum
hevði latið teimum
við Listavirðisløn
Miðlahúsins
ÓLavsøka
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ólavsøkudag fingu tveir av
fremstu vísusangarum okk
ara Listavirðisløn Miðlahús
ins á 50.000 krónur í part.
Hanus G. Johansen og Stan
ley Samuelsen fingu hend
an heiður og hesa viður
kenning, og seinni á kvøldi,
klokkan 18, stóðu teir á
plakatini at skula hava kon
sert saman í Miðlahúsin
um.
At hesir báðir troubadour
arnir leika við sama høvi er
stórhending, og hetta vóru
tað eisni mong, ið hildu, tí
so nógv fólk hevði leitað
sær í Miðlahúsið til konsert
ina, at hetta er ein hin
størsta fjøld, sum hevur ver
ið í húsinum.
Hanus og Stanley spældu
fleiri av sínum perlum. Hes
ar vísur, ið eru fólkaogn, og
saman spældu og sungu teir
Blóma Mín hjá Poul F., sum
Hanus hevur sett lag til.
Hanus hugtók við sínum
orkumiklu tulkingum og
Stanley gjørdi lurtaran enn
einaferð bilsnan av frálíka
guitarspælinum, sum hann
megnar at leggja undir fram
førslurnar.
Teir báðir skuffaðu ikki
tey, ið høvdu megnað at fáa
sær pláss í Miðlahúsinum,
ella úti í Miðlagarðinum, tí
hesin tímin gjørdist eitt
perluband av kendum vís
um, ið tveir av fremstu vísu
sangarum í landinum fram
førdu, meðan sólin bakaði
uttanfyri, men inni fór eis
ini heitur ylur gjøgnum lur
tarafjøldina, tá løg sum t.d.
»Um Eg Kundi Kvøðið« og
»Blóma Mín« ljómaðu.
Lóvabrestirnir prógvaðu
eisni, at hesir vísusangar
arnir fáa viðurkenning frá
lurtarafjøldini, og tað fløvar
oivað eisini hjørtu teirra,
eins og meira almennar
viðurkenningar gera tað.
Hanus og Stanley fyltu Miðlahúsið
Stanley og Hanus fyltu Miðlahúsið ólavsøkudag
(Mynd: D. Olsen)
Ævintýrkend ævintýrferð
Fitt av fólki
hevði leitað sær
í Miðahúsið
ólavsøkuaftan fyri
at hoyra Lenu og
Niclas, og hetta
gjørdist eisini ein
hugnaløta við
góðum tónleiki
ÓLavsøka
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eftir ein steðg, har føroy
ingar ikki hava hoyrt so
nógv til Lenu Andersen
og Niclas Johannesen, er
gott at uppliva tey bæði
aftur á føroysku pallun
um.
Tey hava havt nakrar
framførslur
um
ólav
søkuna, og ólavsøkuaftan
klokkan 22 framførdu tey
í Miðlahúsinum.
Intimkonsert er fyrsta
orðið, ið kemur til hugs, tí
umframt tónleikadygd, so
var hugnin í hásæti hesa
løtuna við tonleiki, livandi
ljósum og eini lurtarafjøld,
ið heilt týðuliga neyt
tónlekin.
Sum vant spældi Niclas
undir, meðan Lena sang,
men
Lena
tók
eisini
guitaran í hond. Vøkur løg
og vøkur rødd, og so tykist
tað eisini, sum spæligleðin
veruliga er til staðar.
Hetta var bert eitt av
mongum tiltøkum í Miðla
húsinum, tí umframt Lenu,
so spældu eisini Spæli
menninir og Stanley og
Hanus í Miðlahúsinum
ólavsøkudagarnar,
men
konsertin við Lenu var hin
einasta, ið lá so seint á
kvøldi. Og hetta riggaði
væl, tí huglagið var tað
rættað,
har
tónleikur,
hugni og livandi ljós rakk
hægri eind.
Ongin ivi tykist vera
um, at Lena er aftur á før
oyskum
pallunum
við
spæligleði og orku, ið
smittar, og tað er at fegnast
um.
Lena og Niclas við
ólavsøkuhugna
Ævintýrferðin er eitt upplivilsi í nútímans leiklist og
barnsligum frælsi, so tað er ein fragd fyri bæði børn og vaksin
(Mynd; Dagfinn Olsen)
Ólavsøkuaftan framførdu
Lena og Niclas í
Miðlahúsinum
(Mynd: D. Olsen)