Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. juli 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 143 - 30. juli 2008 Av politistøðini verð­ ur sagt, at ólavsøkan hevur verið óvanliga friðarlig. Onkur hend­ inga gestur hevur sovið rúsin av sær, og onkur brotin rútur er tað, sum fyllir døgnrapportina hjá politinum LØGREGLUTÍÐINDI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vit føroyingar duga eftir øllum at døma væl at uppføra okkum í verskapi. Í hvussu er letur politiið sera væl at ólavsøkuni í so máta. Talan hevur verið um eina rættiliga langa ólav­ søku. Hon er helst byrjað fríggjadagin hjá summum og onkur var ikki heilt liðugur við tjóðarhátíðina, tá fólk møttu til arbeiðis í morgun. Men hevur ólavsøkan verið long, hevur hon har­ fyri verið sera friðarlig. ­ Tað hevur verið nógv rennarí eftir fullum fólki, men ongar veruligar illstøð­ ur ella slagsmál hava verið skrivað í døgnrapportina. Har, sum tað hevur drigið upp undir slíkar illstøður, hevur tað kortini spælt friðarliga av, sigur vakt­ havandi á politistøðini. Tað verður eisini latið væl at býnum í síni heild. ­ Tað er stórur munur á, hvussu nógv ruddiligari býurin er, eftir at fólk hava funnið út av, at tey kunnu keypa tað í býnum, sum tey hava brúk fyri. Nú er ikki longur neyðugt hjá fólki at fylla upp í posa og sekk av ølfløskum at hava við sær í býin, og tað sæst aftur, sigur vakthavandi á politistøðini. Samstundis vísir hann á, at nú plastbikør og øldunkar loysa fløskurnar av, er mun­ andi minni at síggja av brotnum fløskum, og harvið eisini vandaleysari hjá fólki. Stjólu bát Mest álvarsliga hendingin – burtursæð frá, at ein karu­ sell koppaði – var stuldur av einum báti, sum tveir fullir menn framdu. Teir høvdu brotið inn í tvey neyst í Hoyvíkini, og vóru farnir avstað við einum báti. Men á veg til Havnar vórðu teir steðgaðir av politinum. Sambært vakthavandi verða teir ákærdir fyri brúksstuldur og fyri at sigla ávirkaðir. Men av tí at MRCC­støðin eisini var blandað upp í málið er møguligt, at teir eisini fáa eina rokning haðani, verður sagt av politistøini. Umframt hetta blaðaði vakthavandi seg bert fram á tvey smærri herverk, har tveir rútar vórðu brotnir í sonevnda Kumpasshúsinum á Skansanum, har ungdómar høvdu brotið inn. Annars verður latið væl at úticafeunum í Vágsbotni og á Hvonn, har alt sambært løgregluni er farið friðarliga fram, og eingin vandi hevur staðist av, at cafeirnar liggja nær sjónum. Eins og undanfarin ár hevur løgreglan eisini í ár verið væl mannað um ólav­ søkuna. Og hesaferð hevur hon – tíbetur – víst seg at bundið um heilan fingur. Ólavsøkan spældi væl av Ólavsøkan hevur verið óvanliga friðarlig – so friðarlig, at løgreglan kundi agera myndafólk fyri útlendsk ferðafólk Mynd: Jens Kristian Vang Ein karusell, sum stóð í Nonnuskúla­ garðinum, koppaði ólavsøkuaftan. Løg­ reglan kom á staðið, men hevur latið málið upp í hendurnar á Arbeiðseftirlitinum ÓHAPP Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hendi tíbetur eingin álvarsligur skaði, tá karu­ sellin, sum stóð í Nonnu­ skúlagarðinum um ólav­ søkuna, koppaði. Løgreglan var á staðnum, og teir boðaðu ábyrgdar­ havaranum frá, eins og Arbeiðseftirlitið varð boð­ sent. Av politistøðini verður sagt, at teir neyvan gera meiri við málið, sum er latið upp í hendurnar á Arbeiðseftirlitinum. Gitingar hava verið frammi um orsøkina til, at karusellin koppaði, men hetta eru bert gitingar, og ikki ber til at siga nakað meiri nágreini­ ligt, fyrr enn Arbeiðseftirlitið hevur gjørt sínar kanningar. Teir eru í summarfrí í løtuni, og verða ikki aftur til arbeiðis fyrr enn 11. august. Og tá fæst so væntandi nærri at vita, hvør orsøkin var til, at karusellin koppaði. Sum nevnt vóru børn í karusellini, men eingin fekk álvarsligan snudd, tó at onkur fekk smærri skursl. Karusell koppaði Karusellin, sum stóð í Nonnuskúlagarðinum, koppaði ólavsøkuaftan. Eingin fekk álvarsligan skaða, tó at onkur børn fingu smávegis skursl Mynd: Dagfinn Olsen