mikudagur 30. juli 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 143 - 30. juli 2008
… Haraldur savnaði tjóðina
Fleiri enn 10.000
fólk lýddu á, tá ið
útisetin Haraldur
ólavsøkukvøld helt
sína talu til tjóðina úr
studionum hjá Rás2.
Mergjaði boðskapurin
frá Haraldi var, at
tjóðin er ein vera,
sum livir gjøgnum
ættarliðini. Offrar tú
títt lív til hana, livir tú
víðari í hennara sterka
hjarta, eftir at títt lítla
hjarta er tagnað
Talan Til Tjóðina
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Spenningur var í luftini, tá ið
fólk úr øllum ættum leitaðu sær í
Vágsbotn ólavsøkukvøld.
Høvið var, at helst kendasti
føroyski útisetin í løtuni, Harald
ur úr sendirøðini E Elski Førjar,
skuldi halda eina talu til tjóðina
úr studionum hjá Rás2 og út yvir
Vágsbotn.
Og tað vóru nógv fólk, sum
vildi hoyra sannleiksorðini frá
Haraldi.
Løgreglan, sum plagar at meta
um mannfjøldir, heldur, at talan
var um eina ta størstu fjøldina,
sum nakrantíð hevur verið
samlað á ólavsøku.
Eingin vil seta tal á, men tað
mundu verða onkrastaðni millum
10.000 og 15.000 fólk til stóra
tiltakið hjá Rás2.
Og tey, sum ikki vóru til staðar
í Vágsbotni, kundu lurta eftir
Rás2, sum varpaði taluna út til
Føroya fólk. Hendingin var tó so
stór, at Útvarpið hjá
Kringvarpinum samsendi við
Rás2 hesa serligu løtuna á
ólavsøku.
Musikalsk upphiting
Tiltakið byrjaði um hálvgum
ellivu tíðina, og Eyðun Nolsøe
og Terji Rasmussen hitaðu
fjøldina upp við góðum tónleiki.
Teir eru komponistar,
tónleikarar, sangarar ja,
hittmakarar uttan sínar líkar her í
Føroyum, og tað vístu teir eisini
við síni framførslu.
Sigur tú Dupultsong, Eros,
80’ini, Eg flýggi til tónleikin,
Nummar ella Mítt land. Ja, so
kann eitt hóskandi svar verða
Eyðun Nolsøe og Terji
Rasmussen. Og tað var rætta
svarið.
Eyðun & Terji sungu nakrar av
sínum kendastu sangum, og stóra
mannfjøldin hevði góðan hug at
syngja við. Mítt land og Eros eru
sangir, sum tey flestu duga at
syngja við til – og tað hoyrdist.
Tár og sveitti
Eftir tvey eykaløg og
lógvabrestir, sum dundu í
Vágsbotni, var stóra løtan komin,
tá ið útisetin Haraldur steig fram
fyri sínar elskaðu tjóð og helt
sína fyrstu almennu røðu.
Eg havi hildið manga talu
sum hesa áður. Men eg havi
aldrin havt aðrar áhoyrarar enn
meg sjálvan. Mínar talur hava
verið vendar til mín til tess at
eggja meg at halda fram við
kampinum fyri at mítt hjarta altíð
skal sláa eina føroyska takt, segði
Haraldur.
Hann minti sínar landsmenn á
stríðið fyri Føroyum, sum hevur
vart í øldir og skal halda fram í
øldir, sum koma.
Tað er mær altíð ein troyst, at
tann sveitti, ið spríkir úr mær, og
tey tár, eg gráti í kampinum fyri
Føroyar, tað er sami sveitti og
somu tár, sum runnu av fornum
abbum, tá lunnar vóru lagdir
undir Føroyar. Sami sveitti og
somu tár, ið fara at renna av
teimum, ið eftir okkum koma.
Hesi tár og sveitti renna niður í
sama kar, og úr hesum kari
kunnu øll, sum vilja hoyra til
tjóðina, súgva sær
tjóðskaparligan stirðil.
Tí tann, sum berjist fyri
tjóðina, gerst eitt við teir, ið
bardust sama kamp fyri øldum
síðani og eitt ið teir, sum í
komandi øldum fara at stríðast
hitt góða stríð. Tjóðin er ein vera,
sum livir gjøgnum ættarliðini.
Offrar tú títt lív til hana, livir tú
víðari í hennara sterka hjarta,
eftir at títt lítla hjarta er tagnað,
segði Haraldur í røðu sínari.
Spenningurin var stórur um, hvat
útisetin Haraldur fór at siga
- Tann, sum berjist fyri tjóðina, gerst eitt við teir, ið bardust sama kamp fyri øldum síðani og eitt við teir, sum í komandi øldum fara at stríðast hitt góða stríð, segði Haraldur – og tjóðin lurtaði