hósdagur 31. juli 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 144 - 31. juli 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Áður hevur ólavsøkan
verið í tveimum,
men mentanarligu
tiltøkini um allan
miðbýin hava samlað
ólavsøkuna, sigur ein
sum heild nøgdur
borgarstjóri
ólavsøka
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
– Eg kann sum tað fyrsta
siga, at flest fólk hava verið
á hesa ólavsøkuna, sigur
Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Havn. Fólk samlaðust
alla tíðina á Tórsgøtu og á
Vaglinum, tí har var skipað
fyri so nógvum tiltøkum,
og fólk hava tikið væl ímóti
hesum.
Fólk vóru í sera góðum
lag og jalig, greiðir borgar
stjórin frá.
Fyrr var ólavsøkan
í tveimum
Áður var ólavsøkan í tveim
um, orsakað av nógvu til
tøkunum í Kommunuskúla
garðinum og somuleiðis
uttanfyri hann. Vaglið hevur
næstan bara miðnáttarsangin
og ólavsøkusetanina.
– Í ár er pallur settur upp
uttanfyri tinghúsgarðin við
nógvum tónleiki og tiltøk
um fyri bæði børnum, ung
um og gomlum. Eisini í
Tórsgøtu húsar Reinsaríið
eina rúgvu av tónleiki, og
barnavinalig tiltøk vóru á
parkeringsplássinum uttan
fyri Hvonn, greiðir ein
nøgdur
borgarstjóri
frá.
Cafémentanin í Vágsbotni
dragaði eisini fólkið til sín,
og Nólsoyar pálls torgið var
ongantíð oyðið.
Natúrligt forhold
til alkoholmentan
Nógv pappírsdálking var,
men ikki vóru nógvar brotn
ar fløskur á gøtuni, greiðir
borgarstjórin frá. Tórshavn
ar kommuna hevur áður
skipað fyri fløskuinnsaml
ing, sigur Heðin Mortensen,
og longu fyrsta árið, var
fløskudálking
reduserað
niður í eina helvt.
Vit hava jú fingið
skeinkjustøð kring miðbýin.
Fólk
hava
fingið
eitt
natúrligt forhold til alkohol,
og mentanin er broytt til tað
betra. Fólk noyðast ikki at
drassa fløskur við sær oman
í býin, tí at tað ber altíð til
at finna sær fram á okkurt
drekkandi,
sigur
Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Fólk vóru skikkilig á
ólavsøku
Fólk vóru í góðum lag
og tóku jaligt ímóti øllum,
og tá er minni harð og
fullskapur. Fólk vóru ikki
boysin men glað. Nú eru
eisini nógv borð og stólar
stillaði upp í miðbýarøki
num, ið ger, at fólk koma í
friði og náðum og seta seg.
Har, fólk eru, koma fleiri
fólk. Tað skapar hugna,
sigur borgarstjórin.
Gjøgnumførd ólavsøka
Vit eru sera glað fyri hesa
ólavsøkuna, ið hevur verið.
Tiltøkini hava verið gjøg
numførd,og fólk um alt
landið hava tikið hesum
væl ímóti. Nógv størri
mentanarligt innihald er
komin í ólavsøkuna, og tað
hevur ótrúliga nógv at siga,
at vit hava lagt aftur at tað
siðbundna.
Borgarstjórin:
Vit hava samlað ólavsøkuna
Vandi kundi møgu
liga staðist av eini
hending á Trongis
vágsfirði í síðstu
viku, tá Smyril og
Brimil møttust í
tjúkkari toku. Sjálvt
um fleiri ferðafólk
gjørdust skakk av
hendingini, siga
skipararnir seg
hava havt fullgott
tamarhald á støðuni
sigling
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sigling í tjúkkari toku kann í
sjálvum sær altíð vera vanda
mikil og serliga í eini smalari
siglingarrennu, sum tann á
Trongisvágsfirði. Hetta var
eisini støðan fríggjakvøldið,
tá Smyril skuldi av Tvøroyri,
meðan vaktar og bjargingar
skipið, Brimil, var á veg inn.
Sjálvt um ilt var at síggja fram
um nøsina, syrgdi tekniska út
gerðin umborð fyri, at mann
ingarnar á skipunum báðum
vistu av hvørji aðrari.
Leysasøgur hava gingið
um, at ongin skuldi vera á
brúnni á Brimli, men hetta
avvísa bæði skiparin á
vaktarskipinum og á ferða
mannaskipinum.
– Vit vóru fýrafimm
mans á brúnni, sigur skip
arin á Brimli, Julian Juul.
Skiparin á Smyrli, Niels
Harald Michelsen, váttar, at
alt var sum tað skuldi um
borð á Brimli. Skipini
høvdu ikki minni enn tvær
ferðir telefoniskt samband
við hvørt annað.
Hinvegin eru skipararnir
ikki
heilt
samdir
um
mannagongdina, tí skiparin
á Brimli skjeyt í fyrstu
samtaluni upp, at skipini
skuldu møtast bakborð
bakborð. Men stutt áðrenn
tey møttust, vildi skiparin á
Smyrli heldur møtast stýri
borðstýriborð, av tí at
Smyril var á veg norðureftir.
At hesi boðini vórðu broytt,
undrar skiparin á Brimli.
Hann heldur eisini, at
Smyril hevði nakað nógva
ferð, tá tey møttust. Spurdur
um kontraboðini frá skipar
anum á Smyrli og nógva
ferðin kundi elvt til vanda
støðu, sigur skiparin á
Brimli.
– Ja, tað kundi tað, sigur
Julian Juul.
Hesum er skiparin á
Smyril, Niels Harald Mich
elsen, ikki samdur í.
– Vanliga sigla vit 2022
míl, meðan ferðin hjá okk
um í hesum føri bert var
1416 míl. Og tá vit høvdu
Brimil plottaðan inn, so
dugi eg ikki at síggja, at
ferðin var ov høg, sigur
Niels Harald Michelsen.
Hann heldur, tað kanska
var eitt sindur óheppið, at
Brimil júst skuldi vera í
siglingarrennuni, júst tá
Smyril skuldi norðureftir,
men sigur:
– Sjálvandi hava vit ikki
einkarrætt til at sigla har,
men vit hava eina ferðaætlan
at halda okkum til, so í
einum slíkum føri, hevði
verið betri, um onki annað
skip var á leiðini, sigur
Niels Harald Michelsen.
Dreygaði ógvusliga
Ferðafólk
upplivdu
tað
soleiðis, at Smyril dreygaði
knappliga, og at hetta í
sama
viðfangi
virkaði
ógvusligt, samstundis sum
Brimli kom undan kavi í
bert 3040 metrar frá
støðu.
Hesum hava skipararnir
forstáilisi fyri, tí alt virkar
størri og ógvusligari í toku.
Skiparin á Smyril boðaði
beinanvegin stjóranum á
Strandferðsluni frá hend
ingini. Hetta váttar Dánjal
Andreasen.
– Eg havi fingið frágreið
ing frá skiparanum, og hesa
eri eg nøgdur við, sigur
strandferðslustjórin.
Hann avvísir, at hendingin
fær nakað eftirspæl.
Manningin hevur handl
að, sum hon eigur at gera í
slíkum føri, so har er onki
at finnast at, sigur Dánjal
Andreasen.
Kvøldið
eftir
møttust
skipini aftur á somu leið,
men leygarkvøldið var tok
an uppaftur tjúkkari, og tí
sóu ongi ferðafólk nakað til
Brimil.
Hvøkkur á ferðafólk
tá Smyril møtti Brimli
Nógv ferðafólk gjørdust kløkk, tá Brimil og Smyril møttust í tjúkkari toku í smølu siglingarrennuni á Trongisvágsfirði
Savnsmyndir
Heðin Mortensen, borgarstjóri