Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 144 - 31. juli 2008 tíðindi - Vit eru fullgreið yv­ir, at øll ikki v­óru lí­ka v­æl nøgd v­ið sjónv­arpsdekningin av­ ólav­søkuni, sigur leiðarin á program- deildini í­ sjónv­arpin- um, sum fer at taka ónøgdina til eftirtekt- ar Kringvarp Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Sambært stjóranum í Kring- varpinum, Anniku M. Jacob- sen, bygdi avgerðin um at skerja sjónvarpsfrá­sagnir- nar frá­ ólavsøkuni á­ eitt til- mæli, sum kom frá­ bólki- num, ið legði ólavsøku- dekningin til rættis. Ábyrgdina fyri hesum bólkinum hevði Ivan Nicla- sen, programleiðari. Hóast hann sum heild heldur, at samlaði dekning- urin var í lagi, dylur hann ikki yvir, at okkurt kundi verið øðrvísið. Umhugsað konseptið - Vit hava seinni hoyrt, at fólk vóru hørm um, at inn- sløgini um kvøldaranar við gestum í sjónvarpsstovuni og prá­t við fólk á­ gøtuni ikki vóru við í á­r. Slíkar atfinningar taka vit í fullum á­lvara og taka tær sjá­lvandi til eftirtektar, nú vit fara at eftirmeta ólavsøkudekning- in, sigur Ivan Niclasen. Í sambandi við ónøgdina, sum hevur verið at hoyrt, heldur Ivan Niclasen, at fólk hava lyndi til at gloyma, at stovnarnir eru samanlagd- ir. - Í á­r valdu vit at vísa myndir frá­ øllum hæddar- punktunum, meðan útvarpið tók sær av at gera stemn- ingsreportagur, prá­t við fólk og annað ein stóran part av døgninum. So saml- að sær haldi eg avgjørt, at dekningurin var á­ góðari leið. Men um tað serliga eru myndareportagur fólk vilja hava, so mugu vit um- hugsað hesa rað-festingina av nýggjum, sigur Ivan Nicalsen, sum leggur aftur- at, at enn finnast ongi hyggj- aratøl, sum vísa, hvussu nógv fólk hyggja eftir sjón- varpi á­ ólavsøku. Hóast Sjónv­arp Før- oya sendi v­æl minni frá ólav­søkuni í­ ár enn undanfarin ár, er stjórin í­ kring- v­arpinum, Annika M. Jacobsen, sum heild v­æl nøgd v­ið samlaða dekningin av­ tjóðarhá- tí­ðini Kringvarp Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Á ólavsøku í á­r valdi Kring- varp Føroya at leggja mestu orkuna í útvarpsfrá­sagnir. Avgerðin hevði við sær, at sjónvarpið ongi verulig journalistisk innsløg hevði, har tað eitt nú bleiv prá­tað við ólavsøkugestir ella fólk vóru boðin inn í sjónvarps- stovuna til prá­t ella fram- førslur. Øðrvísi raðfesting Hóast ein á­vís ónøgd hevur verið at hoyrt um, at júst hesin parturin av sjónvarps- frá­sagnum ikki var við í á­r, er stjórin í Kringvarpi Før- oya, Annika M. Jacobsen, sum heild væl nøgd við samlaða dekningin. Hon vísir á­, at sjónvarpið sendi frá­ øllum teimum føs- tu tættunum, meðan útvarp- ið sendi væl meir og var betri mannað enn vanligt. Men røkir sjónvarpið sín- ar public service skyldur nóg væl við bert at seta eitt myndatól upp, og stórt sæð bara lata myndirnar tala fyri seg sjá­lvar? - Tað dugi eg ikki ikki rættiliga at siga. Hetta var ein raðfesting, sum vit val- du at royna í á­r. Eftir mínum tykki var samlaða tilboðið gott, men tað kann altíð hugsast, at okkurt kundi ver- ið øðrvísi. Tað er nakað vit fara at tosa um, nú vit fara at eftirmeta dekningin av ólavsøkuni, sigur Annika M. Jacobsen. Sum skilst kunnu hyggj- ara heldur ikki vænta, at meir verður at síggja frá­ ólavsøkuni í seinni sending- um. - So vítt eg veit, er onki tilfar frá­ ólavsøkuni í umbúna, sum ætlanin er at senda seinni, sigur stjórin í kringvarpinum. Fylgdi tilmæli Júst hví avgerð varð tikin um, at skerja sjónvarpsfrá­- sagnirnar heldur enn útvarpsfrá­sagnirnar, veit Kringvarpsstjóri ikki rætti- liga at siga. - Eg valdi at fylgja til- mælinum, sum kom frá­ bólkinum, ið legði ólavsøku- dekningin til rættis, sigur Annika M. Jacobsen, sum ikki veit, um hædd varð tik- in fyri hyggjaratølunum á­ ólavsøku í hesum viðfangi. - Eg leyt á­, at tilmælið frá­ bólkinum tryggjaði ein samlaðan góðan dekning, sigur hon. Í samband við raðfesting- ina av ólavsøkudekningin- um minnir Annika M. Jacob- sen á­, at stovnurin er í eini broytingartilgongd, har finn- ast skal fram til nýggjar leistir fyri virksemið. Tí fær hon illa sagt longu nú, hvus- su nógv hyggjarar kunnu vænta at síggja frá­ ólavsøku- ni næsta á­r. - Tað verður uttan iva nak- að av tí, vit fara at tosa um, saman við nýggju deildar- leiðararnum, sum verða settir í starv í næstum. Teir skulu millum annað verða við til at stinga framtíðar- virksemið hjá­ stovninum út í kortið, sigur Annika M. Jacobsen, stjóri í Kringvarpi Føroya. Kringvarpsstjórin væl nøgd við ólavsøkudekning Stjórin í Kringvarpi Føroya, Annika M. Jacobsen, veit ikki at siga, um hyggjarar kunnu vænta at síggja meir frá ólavsøkuni næsta ár Taka ónøgd til eftirtektar