Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 145 - 1. august 2008 Gerhard Lognberg boðaði í gjár frá av tingsins røðarapalli, at hann fer úr samgonguni, at hann nú arbeiðir frá máli til mál, men at hann verður í Javnaðarflokkinum Politikkur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað var av álvara spenningur í Løgtinginum hósdagin, tá Gerhard Lognberg fór á tingsins røðarapall stutt fyri klokkan 14. Annars skemtiliga hug­ lagið í tinginum fekk álvars­ ligari dám, so hvørt sum løtan nærkaðist, at Gerhard Lognberg skuldi boða frá, hvørt hann stuðlaði sam­ gonguni. Gerhard Lognberg hevði gjørt greitt, at eftir boðini um, at hann ikki fekk trygd fyri, at Sandoyartunnil varð gjørdur óg byrjaður innan ávísa tíð, og at hol helst verður sett á Eysturoyar­ tunnil fyrst, so fór hann av tingsins røðarapalli at boða frá, um hann framvegis var partur av samgonguni. Og eftir at Gerhard Logn­ berg hevði í stuttum viðgjørt partar av løgmansrøðuni, kom spennandi løtan, og hann segði stutt og greitt, at hann fer úr samgonguni, men at hann nú tekur støðu til hvørt mál sær, og at hann verður verðandi limur í javnaðarflokkinum. Sostatt kann ikki sigast, at samgongan hevur meirlu­ ta aftanfyri seg, men at tal­ an hinvegin er um minni­ lutasamgongu. Orðaskiftið løtuna eftir boðini fra Gerhadi bar brá av álvarsemið, og alt skemt og lætt huglag, sum annars hevði merkt viðgerðina av løgmansrøðuni, var burtur. Fólk harmðust, og floksfel­ gar Gerhards vóru ósamdir í grundgevingum hansara. Og tað er ikki ov nógv sagt, at Gerhard av tingsins røðarapalli tók harðliga til mótvegis samgongu, sam­ gonguleiðara og floksfor­ manni sínum. Gerhard úr samgonguni Eg havi gjørt tað, ið eg mátti gera og gjørt eftir míni sannføring, sigur Gerhard Lognberg, eftir at hann hevur tikið seg aftur sum samgongu­ lim. Hann sigur seg ikki vita, hvussu støð­ an er viðvikjandi sam­ bandinum til flokk og floksfelagar. Og hann ger eisini greitt, at hann ikki tekur undir við ætlaðu broyting­ unum innan fiskivin­ nupolitikkin Politikkur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo ­ Eg fari at arbeiða so, at eg taki hvørt mál, sum tað kemur og taki støðu til hvørt mál sær. Ja, eg haldi í hvussu er, at eg fari at arbeiða so, tí enn havi eg sat at siga ikki rættiliga yvir­ skoðað støðuna rættiliga, segði Gerhard Lognberg seint seinnapartin í gjár, alt meðan viðgerðin av løg­ mansrøðuni helt fram, og Gerhard klokkan 14 sama dag hevði sagt frá, at hann ikki er limur í samgonguni. ­ Eg fari at taka undir við tí, sum eg kann, og ikki taka undir, har eg ikki kann, og tað vil til dømis siga, at eg ikki kann taka undir við ætlanunum viðvíkjandi fiskidøgum, so sum tað er lagt fram, sigur Gerhard Lognberg. Tað súra við tí søta Um samband sítt við flokk og floksfelagar í javnaðar­ flokkinum sigur Gerhard, at hann enn ikki veit rættiliga, hvussu har er statt, men at hann óivað hevur tað gott við summi, og minni gott við onnur, ið hava tikið sær støðutakan hansara nær. ­ Men ein má taka tað súra við tí søta, sigur Ger­ hard Lognberg. ­ Samgongan hevur svik­ ið Suðurøkið sum heild og tikið optimismuna úr øki­ num, metir Gerhard, nú byrjanin uppá Sandoyar­ tunnilin ikki er dagfest. Og at Gerhad Lognberg kennir seg sviknan er onki at taka seg aftur í. ­ Eg siteraði í tinginum frá einum fundi, har Høgni Hoydal og Jenis av Rana játtaðu at arbeiða fyri Sand­ oyartunnlinum, men ikki vildu hava tað fest í sam­ gonguskjalið, men so fer Høgni Hoydal nú á røðara­ pallinum púra óávirkaður og sigur, at fundurin hevur ikki verið, sigur Gerhard Lognberg, ið eisini hevur mong onnur mál, ið hann ikki kann liva við, og t.d. vísur hann á ymisk pen­ sjónsviðurskifti, ið samgon­ gan hevur til viðgerðar. Lættur um sinnið Spurdur, um tað er ein lætti, nú hann hevur fingið gjørt støðu sína greiða, sigur Ger­ hard Lognberg, at tað er tað fyri so vítt. – Eg havi ein sam­ gonguleiðara, sum skuldi verið mær nokkso nær, men sum eg ongantíð havi kent meg at hava nakað felags við, men hann hevur hinveg­ in altíð telvað meg til síðis, sigur Gerhard Lognberg. – Eg havi gjørt eftir míni sannføring, og eg fari ongan veg, men haldi fram við tingarbeiðinum, og røki kanska betri mínum málum nú, enn nakrantíð áður, sigur sandoyartingmaðurin, sum í gjár setti spenning í tingar­ beiðið og samgongustevið, fyri síðani at taka stuðul sín til samgonguna aftur. Samgonguleiðarin altíð telvað meg til síðis Samgongan hevur meirluta aftanfyri seg. Myndin er tikin beint eftir, at Gerhard í gjár kom av tingsins røðarapalli Mynd: Dagfinn Olsen Gerhard Lognberg á røðarpallinum í løgtinginum í gjár Mynd: Dagfinn Olsen Tá Gerhard Lognberg hóskvøldið kom til Skopunar, var skipað fyri stórari móttøku, og Gerhard fekk tár­ ini fram, so rørdur gjørdist hann Politikkur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Stór móttøka var fyri Ger­ hardi Lognberg, tá hann hóskvøldið kom til Skopunar. Eg má siga, at eg var positivt skjokkeraður. Har vóru fólk í øllum aldri, úr allari oynni og børn við fløggum, sigur Gerhard Lognberg. ­ Eg fekk tár í eyguni, sig­ ur Gerhard Lognberg. ­ Eg eri styrktur í trúnni á, at tað eg gjørdi var rætt. Hetta var bæði styrki í trun­ ni og styrki í mótganginum, sum mær hevur verið fyri, segði Gerhard Lognberg, tá vit hitt hann í tinginum í morgun. ­ Neistin, ið berjist fyri tunnlinum, er ongantíð sterkari enn nú, leggur Ger­ hard Lognberg dent á. Hinvegin veit hann onki um lagnu sína í Javnaðar­ flokkinum, men hann tók­ tist ganga heldur eina í tinginum. ­ Eg havi fingið fundarboð frá flokkinum klokan 18 í kvøld, segði Gerhard Logn­ berg fyrrapartin, og hetta samsvarar við, at leiðsla og starvsnevnd floksins hevur fundarvirksemi á skranni í dag. Styrktur í trúnni