fríggjadagur 1. august 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 1. august 2008
11
tíðindi
Ákæruvaldið hevur í
málinum lagt hald á
135.000 krónur, sum
yngri bróðurin hevði
við sær í kontantum,
tá hann kom til
landið 15. juli í ár.
Samstundis sigur
hesin seg hava sæð
órættaðu í Kastrup
við hvør sínum
kufferti við 200.000
krónum í hvørjum
DRÁPSHÓTTAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eitt eftir øllum at døma
stórt »mysterium« í sakar
málinum móti teimum báð
um tunesisku brøðrunum,
er ein taska við 135.000
krónum í kontantum, sum
yngri bróðurin hevði við
sær, tá hann kom til landið
15. juli.
Sambært meðákærda var
hetta peningur, sum hann
hevði tikið við til landið, tí
ætlandi skuldi hann keypa
pizzariaið frá eldra bróðri
num, tí høvuðsákærda.
Men í hesum spurningi
gerst málið eitt sindur
gruggut, tí ákærdi hevði ilt
við at sannføra ákæruvaldið
um, hvaðani peningurin
stavaði.
Í frágreiðing síni segði
ákærdi, at peningurn stavaði
frá sølu av tveimum íbúðum
í Malmø. Onnur varð seld í
2005, hin í 2007.
Trupulleikin er bert tann,
at sambært ákærda stóð
Nordea í Svøríki fyri søluni,
men Nordea sigur seg einki
kenna til hesar sølur, og
kravda innlitið í kontoavrit
hjá ákærda vístu ongar
bankaflytingar
í
hesum
sambandi. Heldur ikki vístu
kontoavritini,
at
ákærdi
hevði tikið pening út, svar
andi til nær námind 135.000
krónum, upp undir ferðina
til Føroya. Í veruleikanum
vístu kontoavritini ongar
munandi transaktiónir yvir
høvur.
Ákærdi greiddi í hesum
sambandi frá, at hann alt
sítt lív hevði havt nógvan
reiðan pening við hús, og at
handlar í hansara umhvørvi
púra vanliga fóru fram við
reiðum gjaldi.
Bíligar íbúðir
Í frágreiðing síni segði
ákærdi eisini, at hóast hann
ikki sum so fekk prógva
søluna av íbúðunum, so
kundi hann vísa á eina av
gjaldsrokning frá svensku
myndugleikunum í sam
bandi við søluna.
Talan var um eitt uppkrav
áljóðandi 98.000 krónur,
sum sambært ákærda svar
aði til 22% av søluprísinum.
Sambært
hesum
skuldu
íbúðirnar tilsamans verið
seldar fyri 445.500 krónur,
ella smáar 223.000 krónur
hvør. Og tað má sigast at
vera bíligar íbúðir uttan
mun til støddina, í einum
slíkum stórbýi.
Ákærdi segði, at hann
hevði tosað við svenska
skattavaldið og gjørt avtalu
við teir, um at útseta gjaldið
av hesum avgjaldi til eina
ferð seinni.
Ákærin vildi vita, hví
ákærdi ikki hevði boðað frá
peninginum, tá hann kom
til Føroya. Til hetta svaraði
hann, at hann helt tað bert
verða neyðugt tá hann fór
úr einum landi.
Eisini vísti Linda Hessel
berg á í proceduru síni, at
peningurin í kuffertinum
ikki var svenskur, men
danskur. Hon helt, at tað
kundi tykjast eitt sindur
løgi at liggja inni við so
nógvum donskum peningi,
tá ákærdi búði í Svøríki.
Men søgan um peninga
kuffert endar ikki her.
Ákærdi pástóð nevniliga, at
hann hevði møtt teimum
báðum órættaðu í floghavn
ini í Kastrup. Har skuldu
teir hava havt hvør sítt
kuffert við hvør sínum
200.000 krónum í. Ákærdi
greiddi frá, at teir báðir
órættaðu høvdu spurt hann,
hvussu ein bar seg at við at
veksla føroyskar og danskar
seðlar um til evrur.
Hetta legði ákærdi út sum
at teir báðir skuldu hvít
vaska pening, sum teir
høvdu nápað úr kassanum í
pizzarianum.
Av einari ella aðrari orsøk
valdi hvørki ákæruvaldið –
sum eisini er væl skiljandi
– ella verjarnir at leggja
nakran serligan dent á hend
an partin av frágreiðingini.
Tí hetta kundi jú verið eitt
motiv hjá órættaðu at upp
funnið
drápshóttanina.
Besta verja er jú sum kunn
ugt álop.
Umframt hesi trý pen
ingakuffert – harav tað bert
ber til at prógva tað eina –
legði løgreglan hald á
12.800 krónur saman við
einum kvittanarstrimli frá
17. juli, helst dagsins um
setningur hendan dagin í
pizzarianum.
Stanley í Nólsoy og Skálavík
Stanley Samuelsen framførir tvær solokonsertir í vikuskiftinum. Hesar eru
seinastu konsertirnar, áðrenn hann síðan fer at framføra við bólki aftur –
seinni í ár á Suðuroynni og í Norðurlandahúsinum. Fríggjakvøldið 1.
august klokkan átta er konsert við Stanley Samuelsen í bygdarhúsinum
Nólsoy. Leygarkvøldið klokkan hálvgum átta framførir umtókti tónleikarin
eisini í Skálavík. Atgongumerki til konsertina leygarkvøldið kunnu fáast í
kunningarstovuni.
Í proceduru síni legði
Linda Hesselberg stóran
dent á, at høvuðsákærdi eft
ir øllum at døma ólógliga
hevði tikið passini hjá
órættaðu, og undraðist stór
liga á, at løgreglan fann tey
í einum plastposa undir
eykahjólinum í bilinum hjá
ákærda.
Eitt
undarligt
goymistað, helt hon.
Viðvíkjandi drápshóttan
unum segði hon, at málið í
stóran mun snúði seg um
trúvirði, og at órættaðu í
nógv størri mun virkaðu
trúverdugir. Tað undirbygdu
prógv og vitnisfrágreiðingar
í málinum segði hon og
mælti til, at høvuðsákærdi
varð dømdur fongsul í seks
mánaðir og medákærdi í
tríggjar, umframt at hald
varð lagt á ávikavist 12.800
krónur og 135.000 krónur.
Í báðum førum mettu verj
arnir ikki, at ákæruvaldið
hevði prógvað sínar ákærur,
og kravdu tí í fyrsta lagi
frídøming. Jógvan Elias
Winther Poulsen kravdi í
øðrum lagi ein hægsta dóm
fyri høvuðsákærda upp á
tveir mánaðir, meðan Bjørn
á Heygum í øðrum lagi
kravdi treytaða fongsuls
revsing.
Dómarin gjørdi av, at
høvuðsákærdi skuldi inn at
sita i fýra mánaðir, hin
ákærda í tveir. Haraftrat
skuldi hald leggjast á peng
arnar.
Teir báðir ákærdu skutu á
staðnum dómin inn fyri
landsrættin.
Samstundis
boðaði ákærin frá, at hon
fór at krevja strangari revs
ing í landsrættinum.
Undir sakarmálinum
kom fram, at høvuðs
ákærdi hevur stóra
skuld til tað almenna
DRÁPSHÓTTAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Høvuðsákærdi persónurin í
málinum um drápshóttan
móti tveimum tunesarum,
hevur búð í Føroyum í til
samans 17 ár.
Meginpartin
av
tíðini
hevur hann rikið eitt pizza
ria, fyrst í Tórshavn og
seinnu árini inni í Runavík.
Í 2001 og 2002 komu
ávikavist ein systirsonur og
ein bróðursonur til Føroya
at arbeiða hjá honum sum
pizzakokkar, og tað hava
teir gjørt líka síðani.
Sambært vitnum hava
viðurskiftini teirra millum
altíð verið serstakliga góð,
og høvuðsákærdi kallaði
teir báðar fyri synir sínar.
Eisini kom fram í rættinum,
at høvuðsákærdi hevur bygt
teimum báðum hús í Tunes
ia, sum hann hevur rindað
fyri.
Viðurskiftini hava verið
góð heilt fram til dagarnar
mitt í juli, tá systir og bróð
ursynirnir ákærdu pizza
eigaran fyri drápshóttan.
Hóast
pizzariaið
eftir
øllum at døma hevði stóran
umsetning, so gav fyritøkan
undirskot. Nú sakarmálið
var fyri, skyldaði høvuðs
ákærdi 805.000 krónur í
skatti og fyritøka hansara
161.000 krónur, harav tær
158.000 eru MVG.
Hvussu
pizzaeigarin
kundi selja fyritkuna til
bróður sín fyri tær 135.000
krónurnar, hesin hevði við
til Føroya, kom ikki fram í
rættinum. Hinvegin segði
ætlaði keyparin, at um hann
hevði vitað, at stór skuld
var í fyritøkuni, hevði tað
ikki komið upp á tal at
keypt.
Óvissa um
pengar
Stór skuld
Ákærdi hevði eitt kuffert við 135.000 krónum í reiðum peningi við sær til Føroya. Samstundis
segði hann í vitnisfrágreiðing síni, at hann hevði hitt teir báðar órættaðu í Kastrup, hvør við
sínum kufferti við 200.000 krónum í
Modellmynd