fríggjadagur 1. august 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 145 - 1. august 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Javnaðarflokkurin
størsta trupulleikan
Hóast sissandi útmeldingar er greitt, at samgongan
er komin í trupla støðu. Tað er ikki bara Gerhard og
hansara mál, okkurt kundi bent á at trupulleikar eru
við øðrum samongulimum við. Hesir trupulleikar kunnu
hava nakað at gera við tunnilsmálið eins væl og við
fiskivinnumálið.
Størsta trupulleikan í løtuni hevur tó Javnaðarflokkurin
og í skrivandi stund vita vit ikki, hvussu flokkurin fer at
takla málið um Gerhard Lognberg. Javnaðarflokkurin
hevur í síni drúgvu søgu ikki verið heppin við hand-
faring av slíkum málum. Í tríati árunum vórðu ein
av stovnarunum, fyrstvaldi tingmaður, skaldið,
tónlistamaðurin og fyrsti blaðstjóri á Sosialinum,
M.S.Viðstein og ein bólkur saman við honum útreinsk-
aðir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Orsøkin var ein
álvarsom ideologisk ósemja, sum um sama mundið var
í øllum norðurlendskum javnaðarflokkum. Við hesum
misti Javnaðarflokkurin ikki bara sín radikala vinstra-
og sjálvstýrisvong, men hann misti eisini undirtøku í
Suðurstreymoy, sum tað tók mong ár at vinna aftur.
Í 1946 atkvøddi javnaðartingmaðurin Jákup í Jákup-
stovu fyri loysing, og flokksleiðslan svaraði við
eksludera hann. Í áttatiárunum var rok í flokkinum
á Tvøroyri, har royndir vóru at ekskludera tann
atfinningarsama fakfelagsmannin Dánjal av Rana.
Hetta mál endaði við, at Dánjal var verðandi í
flokkinum, men sonurin stovnaði nýggjan flokk, ið
hevur givið Javnaðarflokkinum nógvar trupulleikar.
Hetta mál nam ikki bert við á Tvøroyri, men elvdi
til trupulleikar í flokkinum um alt landið. Í 1992 var
Jóannes Dalsgaard, um ikki beinleiðis ekskluderaður, so
gingin, og flokkurin misti enn einaferð tann radikala
vinstravong, ið einhvør javnaðarflokkur kann hava
stórt gagn av.
Verður søga Javnaðarfloksins sæð undir einum yvir
eitt áttati ára skeið, so hava eksklusiónir ikki gagnað
flokkinum. Heldur er tað tvørturímóti. P.M. Dam,
sáli, skal á eldri árum hava sagt, at við M.S. Viðstein
og Jákupi í Jákupstovu misti flokkurin so nógv, at
ekslusiónirnar gjørdu meira skaða enn gagn. Í dag
munnu flestir søgufrøðingar geva honum rætt. Ekslusión
er ein revsing, sum setir djúp sár, ið eru mestsum óleki-
lig. Flokksleiðslan eigur tí at hugsa seg væl um, áðrenn
hon ekskluderar Gerhard. Leiðslan eigur eisini at hugsa
um, at í hesum tíðum, har javnaður og tjóðveldi yvir-
hála borgarligu flokkarnar í neoliberalistiskum útmeld-
ingum, er Gerhard í veruleikanum ein av teimum fáu,
ið enn talar sum teir gomlu javnaðarmenninir. Her
verður sjálvsagt ikki hugsað um tunnilsmálið, men
um, at Gerhard Lognberg tykist vera einasti tinglimur
Javnaðarfloksins, sum ikki hevur gloymt Pallaba og Mar-
sonnu. Tað eigur at vera pláss fyri Gerhardi í flokkinum
eisini eftir dagin í gjár. Um tað hinvegin ikki verður rúm
fyri Gerhardi, so standa vit eftir við myndini av einum
toppstýrdum og lítið demokratiskum flokki, sum einki
hevur lært av síni egnu søgu. Floksleiðslan ger í klókt í
at hugsa seg væl um.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá, leygardag tó frá kl.
11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Meðan flestu borgarar í
Føroyum hugnaðu sær,
antin á ólavsøku í Havn,
ella fylgdu við á okkara
tjóðarhátíð í útvarpinum,
var veruleikin ein annar
fyri okkum sum liva av
útróðri og fiskiskapi.
Vit hava einki at
hátíðarhalda.
Føroya løgmaður helt
sum vant sína ólavsøku
røðu. Har stóð hann í
sínum fínasta skrúð og í
nøkrum fáum reglubrotum
legði hann okkara høvuðs
vinnu í oyði. Tilmælið frá
sitandi samgongu er at
minka fiskidagarnar við
50% fyri línuveiðuna og
20% fyri trolveiðuna.
Veruleikin er tann at hetta
inntriv tekur grundarlagið
undan størsta partinum av
flotanum.
Útróðrarflotin er longu
skerdur við uml. 30%
síðani fiskidagaskipanin
kom í gildi. Hendan skerj
ing hevur tyngt um rakstur
in, tí eigararnir hava verið
noyddir at keypa teir dagar
íð resta í. Nýggja uppskot
ið hjá Torbjørn Jacobsen
og samgonguni tekur full
komiliga grundarlagið und
an øllum útróðrarflotanum
og helst undan línufiski
skapinum sum heild.
Løgmaður segði so ele
gant at um nøkur ár kunnu
vit fiska 30.000 tons av
toski. Eg vil gjarna hava at
hann setur eitt áramál á
nær hann væntar at hetta
verður veruleiki. Royndir
nar aðrastaðni vísa ikki
hetta úrslit, um “vísinda
liga “ ráðgevingin verður
fylgd. Taka vit okkara
nærmasta granna, Ìsland,
sum dømi, so var toska
veiðan uml. 440.000 tons
tá íð byrjað var at “stýra”
veiðuni. Fyrsta stigið var
økisfriðingar, dagar har
einans var loyvt at fiska
ávísan prosentpart av toski
og síðani kvotur. Ùrslitið
er at í dag er loyvd toska
veiða einans 130.000 tons.
Verður hetta úrslitið rokn
að um til føroysk viður
skifti verður toskaveiðan
undir Føroyum uml. 8000
tons um 25 ár. Hvat er so
vunnið.
Tá avmarkingarnar vóru
settar í gildi, í byrjanini av
80. árunum lovaði táverandi
íslenski fiskimálaráðharri at
í 1992, kundi íslenski flotin
fiska í miðal 500.000 tons
av toski um árið.
Føroya løgmaður sær út
til at vera endaður í somu
grøv.
Tað hevur ligið í luftini
at vit eru á veg inn í eina
búskaparliga niðurgongd,
men at verandi samgonga
fór at lóggeva okkum inn í
eina kreppu, droymdi sjálvt
ikki tann mest svartskygdi
um.
Løgmansrøðan innihelt
fleiri vøkur lyfti um meiri
játtanir til gransking,
skúlar, tunnlar og annað.
Hetta verður gjørt sam
stundis sum fíggjargrundar
lagið hjá landskassanum
verður minkað við 30
40%. Tað skal ein størri
roknimeistara en tann
vanliga føroyingin til at fáa
tað at hanga saman.
Tað er sera hugstoytt at
tað skuldi vera ein sam
gonga, skipað av “verka
manna og fiskimanna
flokkunum” íð setti hesi
øru tiltøk í verk.
Fráboðaðu inntrivini
vátta tann illgruna vit longi
hava havt, at landsins
kosnu menn og kvinnur
skilja ikki fiskidagaskipan
ina. Ein av grundarstein
unum í skipanini er at tað
einasta sum kundi broyta
talið av tillutaðum fiski
døgum var øking í veiðu
orku. Upprunaliga var
skipanin ein javnvág
millum stongd gýtingar
økir, ymisk veiðuøkir fyri
teir ymisku bólkarnar, økir
stongd fyri trolveiðu, teyr
ymisku skipabólkarnar og
so fiskidagarnar. Hesa
grundhugsan hava okkara
politikarar kastað fyri
bakka og úrslitið er tað at
uppskotið í løgmansrøðuni
fer at forkoma skipanini.
Minnking í fiskidøgunum
sær út til at vera ein heili
vágur sum dugir til alt.
Trupulleikin í skipanini er
at stórar forskjótingar hava
verið í bólkunum, hetta
verður ikki rættað við at
skera fiskidagarnar yvir
ein kamb.
Áhugavert verður at
síggja hvørjir peninga
stovnar verða áhugaðir í at
fíggja keyp av døgum í
eini vinnu sum kann vænta
at verða skorin við tíggju
tals prosentum á hvørjum
ári og harafturat skal lata
fiskiloyvini inn til landið í
2018. Eisini skal havast í
huga at tey økir í landinum
sum verða harðast rakt,
hava ikki nakað at bjóða
teimum íð verða arbeiðis
leys tí arbeiðið minkar
eisini í øðrum vinnum
orsakað av vantandi
fígging og niðurgongdini í
samfelagnum annars.
Sviðin kemur at kennast í
kommunu og landskassa
num um fiskimennirnir í
Føroyum skulu gerast
arbeiðisleyir eftir einari
nótt av politiskum áðum.
Hesi árini síðani kreppan
hasaði av hava alt fleiri
røddir verið frammi um at
okkara høvuðsvinna, fiski
vinnan, forðar øðrum
vinnum í at mennast. Skilji
tað hvør íð kann. Hendan
áskoðanin sær út til at hava
vunnið frama á politiska
pallinum. Nú hevur tað
eydnast at høggja tað bein
ið av sum vit hava staðið á,
uttan at nakað er komið í
staðin fyri høvuðsvinnuna.
Samgongan hevur lóg
givið Føroyar á knøini við
hesum deyðadómi yvir
føroysku fiskivinnuna.
Deyðadómur
Formaður í
Meginfelag
Ùtróðrarmanna
AUðUNN
KoNRÁðSSoN
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.