fríggjadagur 1. august 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 1. august 2008
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
ri Dimmalætting í 65 ár
eingin Samuelsen við sínum
góða penni eftir á Dimma
lætting uttan Beata. Vón
andi verður hon nakað enn.
Serstakt heim
Lívið hjá Benny hevur ikki
bert verið Dimmalætting.
Hann hevur eisini havt álitis
størv. Hann var millum ann
að nevndarlimur í Húsaláns
grunninum í fleiri ár. Hann
hevur spælt nógv sjónleik,
verið við í fleiri útvarps
leikum og lisið skald og
stuttsøgur upp í útvarpinum.
Hann spælir nógv bridge,
og hann er ein av okkara
mest royndu harumonnum.
Benny giftist við Sofíu,
vanliga kallað Dúddan, f.
Petersen,
úr
Kollafirði.
Hetta var ikki minni fjøl
ment ætt. Tey vóru ikki
færri enn 13 systkin. Her
kom ein nýggj politisk
dimensión inn. Her vóru
tey eisini tjóðveldisfólk,
ikki minst svágurin og javn
aldurin Janus!
Tey búsettust í teirra
hugnaliga heimi í Magnus
Heinasonargøtu í Havn í
húsunum hjá langabbanum
Georg Lindenskov.
Hetta var eitt serligt heim.
Sum ofta var við hjúnum
vóru tey bæði sera ymisk.
Benny var tann meira friðar
ligi, meðan Dúddan var
tann meira útvenda. Teirra
heim gjørdist eitt savningar
stað hjá báðum hesum stóru
ættum. Higar komu tey at
vitja og eisini at gista og
búgva, tá ið komið varð til
Havnar. Yngra ættarliðið
tekur framvegis til, hvussu
hjartaliga tey vóru móttikin
heima hjá Benny og Dúdd
uni.
Tey fingu børnini Lindu,
sum býr í Noregi, Andrass,
sum býr í Havn og Stein
grím, sum býr í Sørvági.
Abbabørnini eru sjey og
langabbabørn eru eisini
komin. Tað er tikið til í
familjuni, hvussu gott sam
haldið var teirra millum.
Hvønn mikudag ótu tey
døgurða saman. Dúddan
hevði eina stóra savning av
”pipar og salt” bússum. So
komu tey fast saman eina
ferð árliga at vaska hesi
íløt. Soleiðis hugnaðu tey
sær saman.
Dúddan doyði í 1992, og
hetta var ein stórur saknur.
Nú vit hava havt ólavsøku
kann verða nevnt, at til
teirra kom øll familjan
eisini á ólavsøku. Onkur
tók um dagarnar til, at tað
var einki við ólavsøkuni
longur, nú Dúddan ikki var
longur!
Benny er kendur fyri at
vera eitt álitisfólk. Eg hevði
sjálvur ein mammubeiggja
Niels Juel, sum var prentari.
Hann hevði nógv við Benny
at gera og minnist eg enn,
hvussu gott Niels Juel bar
honum.
Ynskt
verður
Benny
hjartaliga tillukku við teim
um 80 árunum, sum ikki
síggja út at tyngja hann á
nakran hátt.
Móttøka verður í Havnar
Klubba í morgin frá klokkan
11–16.
ó.
Minningarorð um Tinu Brattaberg
Tung vórðu boðini vit fingu í mei, at Tina varð farin so brádliga.
Eg vil við hesum fáu orðum takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri meg og alla
familjuna. Takk fyri títt blíða og milda lyndi og tín smittandi látur. Takk fyri
allar tær løtur vit fingu saman við tær. Takk fyri øll tey pløgg, ið tú hevur virkað
til okkum og okkara børn, og ikki minst dukkurnar hjá mær. Alt so sera væl úr
hondum greitt. Takk fyri tínar so vælsmakkandi smákakur, ið vórðu sum lítil
listarverk.
Vit harmast øll um, at tú ikki verður við til brúðleypið leygardagin, tá sonur
tín Arni veður vígdur síni Rakul, ið tú var so stolt av. Eisini harmast vit um, at
tú ikki skuldi verða við, tá tey bæði lótu Torgið upp, hetta hevði tú glett teg til
so leingi.
Altíð rósti tú synum tínum Eyðun, Arna og Kára og manni tínum Bjarna.
Eg veit teir saknað teg nakað so nógv. Vit hava djúpa samkenslu við teimum.
Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnið um Tinu.
Barbara
22. juli fingu Anja Reginsdóttur Joensen,
Argir og Nikolaj L. Eriksen, Lemvig, á
Århus sjúkrahúsi ein son. Hann var 40 cm
langur og vág 1450 gr.
23. juli fingu Alexandra á Dul og Ørvur
Heinesen, Keypmannahavn, eina dóttur.
Hon var 53 cm. long og vigaði 2820 gr.
Hon eitur Emma.
25. juli fingu Sonja Bech og Christopher
Paul Freeman, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 50 cm. long og vigaði 3250 gr.
25. juli fingu Guðrið og Leivur Jarnfoss,
Tórshavn, tvíburar - gentu og drong.
Gentan var 49 cm. long og vigaði 2550 gr.
og eitur Eva. Drongurin var 48 cm. langur
og vigaði 2650 og eitur Hákun.
26. juli fingu Gisleyg Poulsen og David
Hafsteinsson, Skopun, eina dóttur. Hon var
58 cm. long og vigaði 4600 gr.
27. juli fingu Eydna Thomsen og Tryggvi
Joensen Hentze, Sandur, ein son. Hann var
54 cm. langur og vigaði 4000 gr.
28. juli fingu Beinta og Regin Hammer,
Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur
og vigaði 3700 gr.
28. juli fingu Karin og Jørgin Davidsen,
Glyvrar, eina dóttur. Hon var 50 cm. long
og vigaði 2690 gr.
28. juli fingu Randi og Birgir Jakobsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long
og vigaði 3940 gr.
28. juli fingu Elinborg Nolsøe og Kári
Gaardbo, Tórshavn, ein son. Hann var 55
cm. langur og vigaði 4045 gr.
21. juli fingu
Katrin Madsen,
Kambsdalur
og Obele O.
Onyebuchi,
Skála, eina
dóttur. Hon var
51 cm. long og
vigaði 3785 gr.
27. juli fingu Fríða Rasmussen
og Svein Waagstein Rasmussen,
Keypmannahavn, eina dóttur. Hon
var 49 cm long og vigaði 2776 gr.
Føðingar
50 ár
Í dag, 1. august verður Regin Olsen Klaks-
vík 50 ár. Vælkomst verður í húsinum hjá
Norðoyar Kvinnufelag Bøgøta 3, frá kl. 18.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 2. august kl. 18.00 halda
Ása og Henrik Ovenberg gullbrúdleyp í
skúlahølinum í Oyndarfirði fyri innbodnum.
Í dag, 1. august kl. 14.00 giftast í
Kirkjubøar kirkju, Anna í Garði Patursson,
Kirkjubøur og Jógvan Heinesen,
Norðragøta. Brúdleyp verður fyri innboðin
á Hotel Føroyum kl. 19.00.
Leygardagin 2. august kl. 15 giftast
í Fríðrikskirkjuni á Toftum Dagbjørt
Sólheim og Oleif Joensen. Veitsla verður
fyri innbodnum á Svangaskarði kl. 19.
Leygardagin 2. august kl. 14.00 giftast í
Fuglafjarðar kirkju Ása Poulsen og Bjarni
Beder. Veitsla verður fyri innbodnum í B36
húsinum kl. 19.00.
Leygardagin 2. august kl. 13.15
giftast í Sædden kirke Fyrvej 30, 6710
Esbjerg, Kjarstein Stórhamar Danielsen,
Trongisvágur og Karina Bruun Esbjerg.
Adressan. Sædding Ringvej 1 - 7 , 6710
Esbjerg V.
2. august giftast í Kristianskirken
Frederikshaldsgade 15 Århuus Gitte Rask
Århuus og Erling Heinesen Vestmanna.
Leygardagin 2. august kl. 15.00 giftast í
Vesturkirkjuni Guðrið Joensen og Janus
Rustin Olsen, J. Paturssonargøta 44,
Tórshavn. Veitslan verður fyri innbodnum í
Argja Róðrarfelag kl. 19.00.
Leygardagin 2. august kl. 15.00 giftast
í Hoyvíkar kirkju Randi Vestergaard,
Hoyvík, og Jóhann Hansen, Gøtugjógv.
Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma,
eru hjartaliga vælkomin í Marinargøtu 19
frá kl. 19.
Leygardagin 2.8.08 kl.
16.00 giftast í Havnar
kirkju Randi Næss
Joensen, Tórshavn og
Torbjørn Andrias Lisberg,
Trongisvágur. Veitslan
verður hildin fyri innbodnum í Pállstovu kl.
19.00.
Leygardagin 2. august
kl 14.00 giftast Annika
Kunoy Høgnadóttir,
Klaksvík og Wonik
Im, Korea í Betesda í
Klaksvík. Drekkamuður
verður aftana vígsluna
og øll eru vælkomin.
Veitsla verður á
Sjómansheiminum í
Klaksvík kl. 19.00 fyri
innbodnum.
Leygardagin 2. august
kl. 14.00 (ístaðin fyri kl.
15.00) giftast í Sjóvar
kirkju Alisa Hammer,
Strendur og Ási Joensen,
Klaksvík. Drekkamuður
verður eftir vígsluna,
heima hjá foreldrunum á
Strondum, øll eru vælkomin. Veitslan verður
fyri innbodnum á Hotel Norð á Viðareiði kl
19.00.
Leygardagin 2. august
kl. 14 giftast í Ebenezer
Noomi Schwartson
og Eli Jógvanson
Christiansen. Eftir vígsl-
una verður móttøka í
niðara sali, har øll eru
hjartaliga vælkomin. Veitsla verður fyri inn-
bodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.