fríggjadagur 1. august 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 145 - 1. august 2008 ]
bukaðir
Ímeðan sótu foreldur, lítli
beiggin, gentan og vinfólk
hjá familjuni í Vági við
café’ina ovast á Tašmajdan
svimjistadion og fingu ein
svalandi drykk í skýmingini.
Hýrurin var sjálvsagt góður,
og telefonirnar sungu við,
tá smsboðini vunnu vegin
fram úr Vági til Beograd.
Nei pínadoy. Nú hava
tey
skotið
rakettir
har
heima, og bilarnir floyta í
gøtunum, ljóðar ein av stað
festingunum við borðið eft
ir at samband hevur verið
norðureftir.
Brádliga hómast teir aftur
niðri við hylin. Pál Joensen
leypir útí og brýtur eina
løtu spegilsklára vatnið á
Tašmajdan.
Ringarnir
í
vatninum órógva seinastu,
lýsandi tølini frá úrslitatalv
uni við hylin, og eina løtu
ber ikki til at lesa reyðu tøl
ini, sum speglast í vatn
skorpuni. Jón Bjarnason
setir seg at húka við kantin.
Friðurin er fullkomin, og
tað tykist sum tvífaldi
evropameistarin blívur eitt
við vatnið og serbiska kvøld
ið.
Allir hinir svimjararnir
frá finaluni á 1500 metrum
eru langt síðani farnir
avstað.
Silvurvinnarin,
bronsuvinnarin og hinir
fimm. Bara meistarin er eft
ir á Tašmajdan.
Pál kemur uppaftur úr
vatninum og prátar róliga
við sín venjara. Hása røddin
hjá Maluni Bærentsen sker
seg ígjøgnum kvøldarkvirr
una, haðani hon stendur nið
ast á áskoðaraplássunum.
Pál vendir sær og smílist.
Jón hevur hug at arga eina
løtu, og sigur at teir mugu
fara avstað beinanvegin.
Teir flenna, og Pál leypir
síðani niðan til hennara. Jú,
hann fær tíð til at geva gent
uni ein muss, áðrenn bussur
in koyrir teir báðar heim á
Hotel Continental at sova.
Úrslit frá 1500 m frí
1. Pál Joensen (FAR) 15.18.37
2. Krzysztof Pielowski (POL) 15.24.63
3. Raoul Shaw (FRA) 15.25.02
4. Gareth Keating (GBR) 15.28.18
5. Alessandro Coughi (ITA) 15.30.38 (tíðin er frá bfinaluni)
6. Pavel Medvetskiy (RUS) 15.33.62
7. Gergely Gyurta (UNG)15.40.93 (tíðin er frá bfinaluni)
8. Artem Podyakov (RUS) 15.41.01
9. Martin Grodzki 15.45.37
14. Jack Dunn (GBR) 16.00.26 (svam í Afinaluni, men endaði nummar 14)
Pál Joensen ovast
á sigursskamlinum
fyri aðru ferð. Við
blómutyssi í hond og
gullkrónu um hálsin,
meðan hann letur seg
fagna av fjøldini
Ein gyltur kossur í serbiska kvøldinum. Pál Joensen fekk ein
minutt at heilsa upp á gentuna hjá sær, Maluna Bærentsen,
eftir at hann var blivin tvífaldur evropameistari fyri juniorar.
Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt