fríggjadagur 1. august 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 145 - 1. august 2008
New Zealendska
parið, Joice og Bob
Hembling, eru
beint nú í Føroyum
orsakað av, at sonur
teirra til stuttleika
hevði sent teimum
ein tíðindastubba
um urið hjá Jørgen
Amundsen, ið rak
úr Norðurpólinum
til Føroyar fyri fýra
árum síðan
FerðaFólk
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Í 2004 fór norðmaðurin,
Jørgen Amundsen, til norð
pólin at grava eitt av 250
urum niður í ísin til minnis
um pólfararanum, Roald
Amundsen, ið eisini er ætt
faðir hansara. Men orsakað
at
globalu
upphitingini,
smeltaði ísurin, og urið fór
reikandi gjøgnum Atlants
havið framvið Grønland og
Ísland, og síðan rak tað inn
í fjørin í Fámjin, har smá
drongur fann tað. Hóast
søgan er sera stuttligt, so
endar hon ikki her. Søgan
ferðast kring allan heimin
og eisini til New Zealands,
har parið Joice og Bob
Hemblings lósu júst somu
søgu í einari lítlari grein,
sonur teirra hevði sent teim
um við posti til stuttleikar.
Bob og sonurin hava eitt
ítriv, har teir senda stuttligar
greinar til hvønn annan, og
hendan søgan varð av tilvild
ein av teimum. Joice og
Bob Hemblings høvdu ver
ið á Svalbart frammanund
an, og vórðu sera hugtikin
av hesum heimspartinum,
tey ikki kendu nógv til
frammanundan. Tá tey lósu
hesa greinina, gjørdu tey
av, at tey skuldu fara at vitja
Føroyar. Bob Hemblings
ringdi síðan til eina føroyska
ferðamannastovu, ið sendu
honum eitt lýsingahefti um
Føroyar, har hann sá navnið
hjá Palla Lamhauge í siglir
undir
Vestmannabjørgini.
New
Zealendarin
ringir
síðan aftur til Føroyar, har
hann fær fatur á Palla Lam
hauge. Føroyingurin greiðir
honum frá, søgan um urið
er sonn. Bob og Joice
Hemblings fyrireika síðan
einaferð til Føroyar nakrar
vikur seinni, men av tí at
Joice gerst sjúk, lukkast
teimum ikki at fara. Nú, eitt
gott ár seinni, eru tey komin
til Føroyar. Palli Lamhauge
hevur verið við teimum í
báti sínum, Silju Star, kring
Føroyar, og Vestmanna
bjørgini var New Zea
lendska parið sera ovfarin
av.
Tað byrjaði við, at Bob
hevði funnið meg í brochur
uni frá ferðamannastovuni
og ringdi til mín og spurdi,
um tað veruliga passaði, at
eitt ur var funnið í Fámjin,
og jú, tað var tað so. Eg
sendi honum Sosialin, har
greinin var í, og ein film úr
Vestmannabjørgunum,
greiðir Palli Lamhauge frá.
Tað er faktiskt Pallasa
skyld, at vit eru her, skemtar
New Zealendska parið.
Tá vit vóru á Svalbart,
gjørdust vit sera áhugaði í
hesum partinum av verðini.
Okkum dámar so væl fólk
ið, tí at tey eru so vinalig og
ávíkalig, sigur Joice Hembl
ing.
Vit fóru fyrst við flúgv
ari til Liverpool. Ferðin tók
26 tímar, so tað var ein sera
long ferð, greiðir Bob
Hembling frá.
Úr Liverpool fóru vit
við einum cruisebáti, Sager
rose, til Grønlands. Har
vóru vit í seks dagar. Síðan
fóru vit framvið Íslandi og
síðan til Føroyar, har vit
fingu serligt loyvi at fara úr
skipinum, tekur konan yvir.
New Zealendska parið eru í
Føroyum í fimm dagar. Síð
an fara tey til Keypmanna
havnar og víðari til heim
landið.
Føroyar eru sera áhuga
verdar. Mjørkin er heilt
øðrvísi, enn vit eru von, og
veðrið er ótrúliga skiftandi,
greiðir Joice Hemblings
aftur frá. Parið hevur búð í
Klaksvík í tveir dagar, og
búgva seinastu tríggjar dag
arnar vesturi í Vágunum.
Fólk í New Zealandi vita
einki um Føroyar og ei
heldur Ísland og Grønland,
greiðir útlendska parið frá.
Hóast var eingin trupulleiki
at bíleggja ferðina til Før
oya.
Føroyska ferðavinnan
kann læra nógv av hesari
søguni, sigur Palli Lam
hauge.
Føroyingar eiga at
marknaðarføra seg betri.
Ferðafólk til Føroyar
orsakað av einum uri