Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 145 - 1. august 2008 Ættartalvan hevur ikki færri enn 760 nøvn á beinleiðis eftir­ komarum. Við makum er talið 1.060. Tað kann sigast, eingin vandi er fyri, at henda ættin fer at doyggja út! Hon hevur spjatt seg um allan heimin, og tað eru eftirkomarar millum annað í Australia, USA, Grønlandi og í Mexico, umframt tey sum eru í londum nærri við. Hesir hava eisini gjørt seg galdandi innfyri øll øki í sam­ felagnum. Her eru politikkarar, kendir skiparar og trúboðarar. Tey verða gott 400, sum savnast í Hvalba, og tey koma so langt burtur frá sum Hawaii í Kyrrahavinum, sum er beint hinumegin knøttin. Merkisfólk Jóan Pauli Poulsen (1853–1944) við Neyst var ein merkismaður. Hann var bóndi og bátasmiður. Her kann sigast, at góða handa­ lagið er farið víðari til eftirkom­ ararnar, har fleiri bátasmiðir hava verið Afturat tí róði hann út. Pápi hansara, Poul Hansen, var í síni tíð saman Giljabóndanum í Hvalba við til at til at keypa Lítlu Dímun í kapping við Mortensen­ menninir á Tvøroyri. Hetta hevur verið eitt hent keyp hjá hvalbing­ um heilt fram til dagin í dag. Jóan Pauli var tiltikin fyri at vera hittinorðaður, og er hetta ein eginleiki, sum ikki er heilt ókend­ ur í ættini! Elin hevur eisini verið ein merkiskvinnan, eisini tá ið hugsað verður um øll børnini, ið hon aldi upp. Jóan Pauli og Elin og annars teirra ætt hevur hann ein serligan týdning fyri brøðrasamkomuna bæði í Hvalba og aðra staðni. Tey bæði vóru millum tey fyrstu, sum komu uppí ta tá nýggju brøðrasamkomuna. Í 1866, tá ið Jóan Pauli var 13 ára gamal, vitjaði Gamli Sloan fyrstu ferð í Hvalba, og 10 ár seinni, 28. mai í 1876, vóru nógv fólk í Hvalba á møti hjá Gamla Sloan og vóru ávirkaði av tí tey hoyrdu. Gamli Sloan og Alexander Mitchell (Sloana­Mikkjal) vitjaðu Hvalba av og á, og Jóan Paula dámdi væl at lurta eftir teimum. Um várið 1906 kom D.J. Danielsen (Dollin, nevndur) suð­ ur til Hvalbiar at halda møti eina tíð. Hann talaði, og konan Lina spældi urgu og sang. Dollin hevur fyrr verið umrøddur í Miðvikuni her í blaðnum. Tað, sum hevur áhuga í hesum sambandi, er, at tað tykist at hava blivin ein serligur vinskapur millum teirra. Tá ið Dollin og Lina fóru til Danmarkar í 1916 í ein roynd hjá honum at fáa lekidóm á sjúkrahúsi, búði Lina hjá Elspu Frederikku, dóttir Elin og Jóan Paula, meðan Dollin var innlagdur. Dollin doyði 16. oktober 1916, tveir dagar eftir, at tey vóru komin heim aftur til Føroyar. Byrjað varð við tað sama at hava møti og breyðbróting í hús­ unum hjá Jóan Paula, og hildið varð fram við tí, til salur varð bygdur í 1914. Ættin Her skal verða greitt eitt sindur frá ættini. Nevnd verða børn og barnabørn hjá Elin og Jóan Paula. Afturat tí eru nøkur strok um einstakar eftirkomarar, sum koma til hugs, meðan hetta verður skrivað. Elin (1854­1921) og Jóan Pauli (1853­1944) fingu 10 børn. Tey blivu øll gift og fingu sjálvi 52 børn, so hetta var ein gott grund­ arlag fyri eini stórari ætt! Sum tað sæst doyði Elin bert 67 ár gomul, meðan Jóan Pauli gjørdist 91 ár. Ein abbadóttir, 87 ára gamla Ragnhild Fuglø, minnist ikki ommuna, men hon minnist væl abban sum ein fittan gamlan mann. Ragnhild er eitt av teimum elstu av børnunum í 3. ættarlið. Hon greiðir frá, at Jóan Pauli og presturin í Hvalba Busch vóru sera væl. Jóan Pauli helt eisini, at teir vóru so samsintir, at prestur fyri tað kundi lagt kragan! Børnini hjá Elin og Jóan Paula vóru hesi: 1. Christine Michelsen, * 03 Apr 1877 í Hvalba, † 29 Dec 1957. Hon var gift við Hans Jacob Michelsen, * 01 Aug 1867 í Tórshavn, † 29 Jun 1936. Børn : Johan Sofus Michelsen, * 12 Sep 1899, † 23 Maj 1978. Ætt hjá soni hansara Aage Sumberg Michelsen er endað í Mexico. Ætlanin var at umboð fyri hesa grein av ættini skuldi koma úr Mexico til ættarstevnina, men okkurt forfall forðaði hesum. Ella Marie Michelsen, * 12 Sep 1899, † 11 Apr 1902. Juliane Michelsen, * 13 Aug 1900, † 01 Mar 1901. Jacob Pauli Marsten, * 20 Sep 1901, † 24 Jan 1985. Hans Jacob Venned, * 05 Okt 1902, † 23 Jan 1959. Ella Juliane Jacobsen * 31 Dec 1905. Sigurd Christian Michelsen * 26 Dec 1909, † 29 Apr 1988. Ættarstevna við Neyst: Koma heilt frá Hawaii Leygardagin 2. august verður ein stór ættarstevna í Hvalba. Tað eru eftirkomarar hjá Jóan Paula og Elin Poulsen við Neyst í Hvalba, sum hittast. Tað er ymiskt, sum ættir kunnu fjølgast, men hjá teimum báðum kann sigast, at nógv er komið burtur úr Jóan Pauli og Elin við Neyst Húsini við Neyst Poulina, dóttir Elin og Jóan Paula við Neyst, og langommusonurin Dániel Zachariassen (1963)