Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 145 - 1. august 2008 lýsingar Røktar- og umlættingarheimið Fysioterapeutur til Lágargarð Røktar- og Umlættingarheimið Lágargarður lýsir eftir fysioterapeuti fyri okkara fysioterapeut, sum fer í farloyvi frá 1. september 2008 til 31. august 2009. Arbeiðstíðin er 40 t/vikuna ella eftir avtalu Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Fysioterapeutfelag Føroya. Á Lágargarði eru 3 búeindir við 46 búplássum og 2 umlættingarplássum. Harumframt er dagstovnur, har m.a. tilboð verður givið til fyribyrgjandi venjing hjá fysio- og ergo- terapeuti, har uml. 30 heimabúgvandi pension- istar koma um vikuna. Krøv til starvið: • autorisatión sum fysiopeutur • áhuga í at arbeiða innan eldraøkið • góð samstarvsevni Innihaldið í starvinum: • fyribyrgjandi venjingar og viðlíkahaldsvenjingar til búfólk og heimabúgvandi pensionistar • vegleiðing og upplæring av einstaka brúkara- num í nýtslu av hjálpartólum • vegleiðing og upplæring av starvsfólki í nýtslu av hjálpartólum Vekur hetta tín áhuga ella hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Marjun Poulsen, virkandi leiðara á dagstovninum, á tlf. 31 67 88. Skrivlig umsókn til starvið við neyðugum prógvi og møguligum viðmæli skal sendast til: Lágargarð att. Meta av Fløtum Stoffalág 84 Postboks 1188 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreist: 15. august 2008. Stuðul til Barnagarðin Eikilund í Vági og til Frítíðarskúlan í Vági (Endurlýsing) Søkt verður eftir einum stuðli í tíðarmarkað starv til tvey børn í vøggustovualdri til Barna- garðin Eikilund í Vági frá 11. august 2008 til 1. juli 2009. Arbeiðið er 30 tímar um vikuna. Somuleiðis verður søkt eftir einum stuðli í tíðarmarkað starv til Frítíðarskúlan í Vági til 6 ára gamalt barn við serligum tørvi frá 18. august 2008 til 1. juli 2009. Arbeiðið er 20 tímar um vikuna. Arbeiðið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag. Stuðulin kemur í samstarvi við aðrar stuðlar og starvsfólk á stovninum og onnur fakfólk at stuðla børnunum at fáa ein innihaldsríkan og mennandi dag, umframt at kunna viðvirka í teimum tiltøkum, ið liggja uttan fyri stovnin. Vit ynskja, at tann, ið skal setast, hevur náms- frøðiliga ella aðra viðkomandi útbúgving. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Annu Djurhuus, sosialdeildarleiðara á tlf. 37 36 04 ella 22 67 04. Umsóknin við prógvum, royndum og møgu- ligum viðmælum skal sendast til Sosialu Deild hjá Porkeris – og Vágs Kommunu í seinasta lagi 18. august 2008 kl.15.00. Sosiala Deild Porkeris- og Vágs Kommuna Við Á 8 · 950 Porkeri Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04 T-post: sosialadeild@email.fo Uppskot til býarskipan og byggisamtykt fyri Porkeris kommunu Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtyktir, seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 30. apríl 2007, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til býarskipan og byggisamtykt fyri alla Porkeris kommunu liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 05.08.2008 til 26.08. 2008, allar gerandisdagar uttan leygardag, mill- um kl. 10.00 og 16.00. Møguligt mótmæli móti uppskotinum skulu verða skrivlig og skulu verða bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi tann 03.11.2008 kl. 16.00. Porkeri, tann 18. juli 2008 Porkeris bygdarráð Porkeris Kommuna Við Á 8 · FO-950 Porkeri Tlf. 37 36 03 · Fax 37 46 03 porkeri@porkeri.fo Leiga av ítróttarhøllini í Runavík Tey, ið ætla at leiga ítróttarhøllina í Runavík veturin 2008/2009, skulu senda skrivliga umsókn til býráðsskrivstovuna í seinasta lagi 17/08-2008. Runavíkar býráð Runavíkar býráð www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo T V Ø R O Y R A R K O M M U N A