Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. august 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 • 1. august 2008 Vikuskifti 4 Tað var Sjúrður Olsen, býráðs­ limur í Havn, sum í dag setti ólavsøkuna á Tinghúsvøllinum kl 14. Sjúrður Olsen, sum er ættaður og býr á Argjum, hevur býráðslimur fyri Fólkaflokkin síðani 1. januar 2001 Niðanfyri prenta vit røðuna hjá Sjúrði Olsen: Góðu føroyingar! Góðu ólavsøkugestir ! Tað er mær ein gleði og stór æra, at Tórshavnar Ítróttarráð hevur biðið meg um at seta ólavsøkuna í ár. Tað takki eg fyri og vil eg nýta høvi at bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin til Havnar á ólavsøku. Ólavsøkan, tjóðdagur okkara er til minnis um Kong Ólav, sum lat lív í bardaga móti heidna bóndaherinum á Stiklastøðum ár 1030, bert 35 ára gamal. Tað kann tykjast eitt sindur løgi, at vit soleiðis heiðra ein norskan kong, men havandi í huga, at tá hoyrdi Føroyar undir Trøndheims Bispadømi, og at kirkjan tá hevði almikið vald, er tað kanska ikki so løgi kortini. Føroyingar byrjaðu ólavsøku­ haldið umleið 100 ár aftan á deyða Ólav hin Heilaga, og hava vit hildið ólavsøku síðani tá. Nú á døgum man ólavsøkan í Føroyalands miðstøðu, Tórshavn, vera eindømi sum savningardepil í londum á okkara leiðum. Kanska ongantíð sum júst songløtuna á midnátt á ólavsøku kenna føroyingar sín samleika sum mentað fólk og tjóð. Eins og undanfarnu ár hava vit hampað og pyntað um býin, so hann í dag stendur veitslu­ klæddur. Skrúðgongan við ítróttarfólki hevur júst marsjerað til vakrar tónar frá Havnar Hornorkestri. Reiðfólkið fremst og ítróttarfólkið aftaná, øll í vøkrum búna, og hetta ber boð um, at ólavsøkan er byrjað. Men einki kemur av sær sjálvum, heldur ikki skrúðgongan á ólavsøku. Fyrsta skrúðgongan var í 1941, tá teir tríggir reiðmennirnir Kjartan Mohr, Vilhelm Tórsheim Stóðu vit saman, Føroya synir sterku…