mánadagur 4. august 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 146 - 4. august 2008
Vikuskiftið var
somikið friðarligt,
at politiið fekk tíð at
gera ferðamátingar.
Millum annað var ein,
sum koyrdi undan í
Havnini við 120 km/t
VakthaVandi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Lítið lív var í fólki hetta
vikuskiftið, nú ólavsøkan
er av á hesum sinni. Hetta
mátti løgreglan sanna, tí
har var millum lítið og onki
at tríva í hjá teimum, sum
vóru á vakt. Tí varð avrátt
at
brúka
tíðina
til
ferðslumátingar av ymsum
slag. Nú var fongur – onkur
koyrikort ruku og eisini
vórðu nøkur klipp latin.
Fríggjanáttina misti ein
bilførari kortið treytaleyst.
Og leygarmorgunin varð
ein sprittbilistur tikin í
Havn. Um somu tíð varð
ein bilførari tikin vesturi í
Vágum, tí hann hevði rent á
eitt skelti. Báðir høvdu
drukkið og kunnu rokna við
at skula av við koyrikortið
eina tíð.
Koyrdi 120 í
bygdum øki
Sunnumorgunin kom løg
reglan fram á ein bilførara,
sum koyrdi undan politinum
allan vegin inn í Havnina
og ígjøgnum býin. Maðurin
koyrdi 160 í óbygdum og
120 í bygdum. Til endans
tveitti hann bilin frá sær á
parkeringsplássinum
á
Landssjúkrahúsinum,
har
hann
varð
handtikin.
Maðurin
hevði
onki
koyrikort og blóðroynd varð
tikin av honum. Av tí at
hann onki koyrikort hevði,
fær hann eina bót fyri øll
ferðslubrotini, sum hann
gjørdi á vegnum.
Um
sjeytíðina
sunnu
kvøldið kom løgreglan fram
á ein annan mann, sum
frammanundan hevði frá
dømt koyrikort. Hann kemur
inn at sita í eina viku.
Fleiri koyrikort ruku
Tveir kranabilar
máttu til fyri at fáa
ein stóran betongbil
fullan av betong upp
á slætt aftur í Fámjin
hósdagin
Óhapp
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hósdagin var stórhending í
lítlari bygd, tá ein stórur
betonbilur koppaði útav
smala vegnum til Fámjin.
Og tað var ikki bara sum at
siga tað, at fáa hann upp
aftur. Tveir kranabilar úr
ávikavist Vági og Lopra
vórðu boðsendir og strídd
ust í fleiri tímar, fyri at fáa
bilin upp á rættkjøl aftur.
31 ára gamli førarin, sum
ikki er vanur at koyra við
stóra betongbilinum eftir
smala bygdavegnum oman
í bygdina, fekk tíbetur onki
mein, tá bilurin knappliga
kom ov langt út á kantin og
koppaði. Men bilurin er
helst vrak, sigur stjórin í
SuðurBetong í Vági, Eyð
stein Lyngvej, við Sosialin.
Hetta var held í óheld.
Koppaði
bilurin
longri
uppi, har høgt er omanav,
spurdust hvørki bilur ella
maður aftur, sigur stjórin á
virkinum.
Tað var annar av tveimum
betongbilum hjá Suður
Betong, sum fór so illa.
Eyðstein Lyngvej hevði júst
bílagt ein nýggjan bil úr
Danmark, tá óhappið hendi,
og ætlanin var at selja
gamla bilin. Hetta verður
nú av ongum, men vónandi
tekur tryggingin við, sigur
hann.
Betongbilur koppaði í Fámjin
Hósdagin koppaði annar av betongbilunum hjá
Suður-Betong á smala bygdavegnum til Fámjin.
Nógv fólk fylgdu við teir mongu tímarnar, tað tók
at fáa bilin upp á rættkjøl aftur
Myndir: Talgilt
Heimsins dýrasta
Brad Pitt og Angelina Jolie seta aftur nýtt met fyri, hvat ein mynd
kann kosta. Rættindini at vísa fyrstu myndirnar av tvíburunum hjá
teimum báðum, Vivienne Marcheline og Knox Leon, keyptu enska
Hello! Magazine og amerikanska People Magazine. Prísurin
gjørdist heilar 14 milliónir dollarar (umleið 67 milliónir krónur),
og tað er met fyri myndir at slíkum slag. At prísurin gjørdist so
høgur kemst av, at bæði Hello! Magazine og OK! Magazine vildu
hava fatur í myndunum og yvirbjóðaðu hvørt annað fleiri ferðir.
Visti einki
69ára gamla konan til illa gitna Josef Fritzl hevði ikki ánilsi av,
at maður hennara hevði dóttrina, Elisabeth, sum fanga í
kjallaranum í 24 ár. Tað sigur hon í fyrstu samrøðuni eftir at tað
kom fram. Sambært Rosemarie Fritzl livdu tey hvør sítt lív, hon
uppi á og hann niðri undir. Tað var eisini orsøkin til, at hon einki
visti um ræðslukjallaran, har maðurin hevði dóttrina fangaða í øll
tey mongu árini, og har hann fekk sjey børn við henni.
Sunnumorgunin kom løgreglan fram á ein bilførara, sum koyrdi 160 km/t í óbygdum og 120 í
bygdum