mánadagur 4. august 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 146 - 4. august 2008
Tey, ið ikki náddu
tað í vár, fáa nú
høvi at síggja leikin
Sjóvevur, sum vann
sjónleikaranum
Eyð Matras Ársins
Herðaklapp frá
Tjóðpalli Føroya
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í samband við 100 ára
hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar
Kommunu og Sjómanna
dagin, verður einrøðuleik
urin Sjóvevur nú tikin upp
aftur. Leikurin varð frum
framførdur í vár í Leikalund,
og sóu tá útvið 1000 fólk
leikin.
Einsamøll á palli
Í
leikinum
hevur
Eyð
Matras leiklutin sum Aina
Cederblom, og er hon
einsamøll á palli í útvið
tveir tímar á longu ferðini
hjá Cederblom tvørtur um
Atlantshavið. Fyri hetta
avrikið fekk Eyð Matras
Ársins
Herðaklapp
frá
Tjóðpalli Føroya og MáF
fyrr í ár
Í grundgevingini fyri at
lata Eyð Matras Herða
klappið varð millum annað
sagt, at hon vísti framúr
evnir til at liva seg inn í leik
lutin hjá órædda globetrott
aranum og íverksetaranum
Ainu Cederblom. Hartil
livdi Eyð Matras seg inn í
ein meldur av hendingum
millum menniskju í norð
urhøvum í tríatiárunum, og
hon tók á sannførandi hátt
áskoðararnar við sær á
ógloymandi ferðina.
Tað var Karin Kjølbro,
sum handaði Eyð Matras
virðislønina. Í hesum sam
bandi legði hon áherðslu á,
at tað av sonnum kendist
sum ein heildaruppliving at
fara gjøgnum undirsjóvar
tunnilin til sjónleik í skjótt
200 ára gomlu handils
húsunum úti í Klaksvík, ið
Eyð Matras hevur gjørt til
leikhús, har Rospiggen II er
at síggja uttanfyri.
Vit loyva okkum at
vóna, at sjónleikurin Sjóvev
ur verður fastbúgvandi í
hesum leikhúsi, til reiðar at
taka tey við á ferðina, ið
koma til Klaksvíkar til
hátíðarhald hjá Klaksvíkar
Kommunu ella Sjómanna
dagin, segði Karin Kjølbro.
Einsamøll í báti
Nú verður so ynskið hjá
Karini Kjølbro, og uttan iva
mongum øðrum, til veru
leika. Í næstu viku verður
leikurin
nevniliga
tikin
uppaftur í Leikalund í
Klaksvík, og tá sleppa
áskoðarar
aftur
við
á
hendingaríku ferðina hjá
svensku Ainu Cederblom,
sum í 1933 sigldi í sínum
lítla motorbáti Rospiggen
II úr Svøríki til Føroyar og
viðari til Grønlands og
Amerika. Leikurin lýsir
harðbalnu
ferðina
um
Atlantshavið, lívið umborð
á skonnartini Stellu Mariu
og
lívshættisliga
stríðið
Aina upplivdi í pakkísi
num.
Aina Cederblom ferðaðist
víða kring heim. Hennara
endamál var at hjálpa og at
geva kvinnum eitt amboð
til at gerast sjálvbjargnar,
og setti hon á stovn vev
skúlar, allastaðni har hon
kom.
Í Klaksvík eru nógv spor
eftir Ainu Cederblom. Hon
lat millum annað byggja
Vevskúlan úti í Grøv, sum
er virkin enn tann dag í dag,
og bátur hennara Rospiggen
II er eisini í Klaksvík. Bát
urin verður sýndur fram
niðanfyri Fornminnissavnið
og
Leikalund,
dagarnar
leikurin verður spældur.
Harafturat ber til at síggja
svart/hvíta
filmin ”Som
sjøluffare
på Atlanten”,
sum Aina sjálv tók upp á
ferð síni. Í filminum eru for
vitnisligar myndir at síggja,
serliga av manningini á
Stellu Mariu.
Umframt Eyð Matras, er
manningin aftanfyri
Sjóvevur hendan:
Sígrún Valbergsdóttir, ið
hevur skivað leikritið og
leikstjórnað. Magni
Husgaard, sum eigur
tónleikin og framførir til
hvørja sýning. Árni
Baldvinsson, ljósseting og
Edward Fuglø, pallseting
og búna.
Sjóvevur aftur á skránni í Leikalund
Evstamark hjá Vencili nærkast
Skaldskapartíðarritið Vencil boðar frá, at freistin at lata inn tilfar til fimta
nummar av ritinum er 15. august 2008. Ritstjórarnir á Vencil gera vart við, at
øll kunnu senda inn stuttsøgur, yrkingar og ritroyndir bæði á
upprunaføroyskum og týddar og at ritstjórnin eftir førimuni svarar øllum
aftur og gevur góð ráð. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Vencili, www.
vencil.fo, har mangt eitt hyggjuráð til komandi høvundar er at finna. Vencil
Nr. 5/2008 kemur eftir ætlan út síðst í september 2008.
Leikurin Sjóvevur verður sýndir hesar dagar í Leikalund í
Klaksvík.
Hósdagin 14. august kl. 19.00
Fríggjadagin 15. august kl. 19.00
Leygardagin 16. august kl. 20.00
Sunnudagin 17. august kl. 17.00
Farið verður ikki at ferðast við leikinum.
Atgongumerki kunnu bíleggjast í Norðoya
Kunningarstovu tlf. 45 6939. ella info@klaksík.fo
FAKTA
Einsamøll á palli tekur Eyð Matras áskoðararnar við á hendingaríku ferðina hjá Ainu Cederblom tvørtur um Atlantshavið
Mynd: Høgni Thomsen
Lítli báturin hjá Ainu Cederblom, Rospiggen II, verður at síggja
niðanfyri Leikalund, meðan leikurin Sjóvevur verður spældur
Mynd: Dávur Winther