Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. august 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 146 - 4. august 2008 Fyrsta ólavsøkan við nýggju Rás2 bjóðaði upp á sera fjølbroytt tilfar. Ikki minni enn 51 tímar við práti, undirhaldi og tónleiki varð borðreitt við teir fimm dagarnar, ið sent var upp undir og undir sjálvari tjóðarhátíðini Ikki kann sigast, at fólkini í Miðlahúsinum í Vágsbotni lógu á tí løtu síðuni upp undir og undir sjálvari ólavsøkuni. Teir fimm dagarnar, sent varð, bjóðaðu í meðal upp á góðar 10 tímar við radio um dagin. Longu tríggjar dagar undan ólavsøkuni fór Rás2 í luftina við tilfari um tjóðarhátíðina. Eini 15 fólk tilsamans – líka frá summaravloysara til blaðstjóra – stóðu aftan fyri tær mongu sendingarnar, ið koyrdu fram til midnátt teir flestu dagarnar. Makkarapørini vóru mong: Eydna og Eyðun, James, Heri og Eyðfinn, Stefan, Bjørk, Elin, Rólant og Sørin, Bjørk og Rógvi, Mirjam og Alvin og ikki at gloyma blaðstjóran sjálvan, Jan Müller. Fríggjakvøldi snúði tað seg um ólavsøkukonsertina við práti við bæði tónleikarar og áhoyrarar. Fram til klokkan 20 stóðu Bjørk og Elin fyri sendingini, tá tær vórðu avloystar av Eydnu Skaale og Eyðuni Klakstein, ið sendu fram til midnátt. Leygardagin legði Jan Müller fyri klokkan 13, har hann millum annað hevði Heðin Mortensen og Jan Christiansen í útvarpsstovuni, og aftan á Jóannes Eidesgaaard og Jógvan Fríðriksson, bisp. Frá klokkan 15 traðkaðu Eyðfinn og James til, har teir millum annað burturlutaðu troyggjur frá Sirri og spurdu um náttarlívið í býnum. Um kvøldið var tónleikur á skránni. Sunnudagin hoyrdu vit millum anna Bjørk, Stefan og Rólant. Ólavsøkuaftan var upptakt til kappróður og kappróðaraprát aftaná við James, Eyðfinn og Hera. Seinni spældu teir gamlar sketsir, sum teir sjálvur hava smíðað gjøgnum árini. Ólavsøkudag byrjaðu Bjørk og Rógvi, og hendan dagin var millum annað temadagur um Harald. Elin og Eyðun traðkaðu til til klokkan 20, Eyðun og Terji spældu live klokkan 22.30 og aftan á kom røðan hjá Haraldi, sum eini 10.000 fólk sambært løgregluni lýddu á í Vágsborni. Ein av høvuðskreftunum ígjøgnum sendingarnar, Eyðun Klakstein, heldur, at tað gekst væl at fáa sendingarnar í luftina. – Fólk hava verið sera røsk, og eg haldi, vit kunnu siga, at hetta var sera livandi radio við nógvum góðum práti og tónleiki, sigur ein av royndu og vælumtóktu vertunum á Rás 2. Hesir tríggir vælhýrdu menninir vóru allir gestir hjá Jan Müller á Rás2. Frá vinstru Jan Christiansen, býráðslimur, Jógvan Fríðriksson, bispur, og Jóannes Eidesgaard, løgmaður Gjørt verður klárt at senda røðuna hjá Haraldi til tjóðina Sendingar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Av misgávum kom bert tann eina síðan av hesi frásøgnini við í blaðnum fríggjadagin um sendingar á Rás2 um ólavsøkuna. Her kemur rætta greinin við báðum síðunum 51 tímar ólavsø