Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 5. august 2008 33 lýsingar Høli til leigu Høli á Glyvrum til leigu. Vælegnað til skrivstovu. Stødd uml. 100 m2. Áhugað ring á tlf. 225225 Leiga av ítróttarhøllini í Runavík Tey, ið ætla at leiga ítróttarhøllina í Runavík veturin 2008/2009, skulu senda skrivliga umsókn til býráðsskrivstovuna í seinasta lagi 17/08-2008. Runavíkar býráð Runavíkar býráð Stuðul til Barnagarðin Eikilund í Vági og til Frítíðarskúlan í Vági (Endurlýsing) Søkt verður eftir einum stuðli í tíðarmarkað starv til tvey børn í vøggustovualdri til Barna- garðin Eikilund í Vági frá 11. august 2008 til 1. juli 2009. Arbeiðið er 30 tímar um vikuna. Somuleiðis verður søkt eftir einum stuðli í tíðarmarkað starv til Frítíðarskúlan í Vági til 6 ára gamalt barn við serligum tørvi frá 18. august 2008 til 1. juli 2009. Arbeiðið er 20 tímar um vikuna. Arbeiðið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag. Stuðulin kemur í samstarvi við aðrar stuðlar og starvsfólk á stovninum og onnur fakfólk at stuðla børnunum at fáa ein innihaldsríkan og mennandi dag, umframt at kunna viðvirka í teimum tiltøkum, ið liggja uttan fyri stovnin. Vit ynskja, at tann, ið skal setast, hevur náms- frøðiliga ella aðra viðkomandi útbúgving. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Annu Djurhuus, sosialdeildarleiðara á tlf. 37 36 04 ella 22 67 04. Umsóknin við prógvum, royndum og møgu- ligum viðmælum skal sendast til Sosialu Deild hjá Porkeris – og Vágs Kommunu í seinasta lagi 18. august 2008 kl.15.00. Sosiala Deild Porkeris- og Vágs Kommuna Við Á 8 · 950 Porkeri Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04 T-post: sosialadeild@email.fo 2. meistari til Fiskiveiðieftirlitið Eitt avloysarastarv sum 2. meistari við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst, at seta sum skjótast. Starvið er tíðaravmarkað til 1. aug. 2009. Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir: • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra • Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er • Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði Førleikakrøv: • Vinnubræv sum Skipsmaskinistur á 2. stigi ella vakthavandi maskinyvirmaður (STCW-regl. III/1 as Watchkeeping Officer). • Fyrimunur við 3 ára maskinmeistaraútbúgving • Heilsuváttan fyri sjómenn • Leiðsluroyndir • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa • Aldur og heilsu til at gerðast kavari. Fyrimunir men ikki krav. Setanartreytir: Starvið er lønt í 28. lønarflokki eftir lønar- rammuni hjá tænastumonnum. Setanar- treytir sambært avtalu millum Fíggjarmála- ráðið og Maskinmeistarfelagið. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnum undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er 2. meistari. Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir við cv, saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum við- mælum, skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 20. aug. 2008 kl 12.00. Umsóknirnar skulu sendast til : Fiskiveiðieftirlitið, postsmoga 347, 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 311065 og tosa við Elmar Højgaard, stjóra. Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið KUNNGERÐ UM EIGINDÓMSÁVÍSING/ NÝMATRIKULERING Í NORÐRAGØTU Eftir § 38 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. des. 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., verður farið undir eigindómsávísing/nýmatrikulering av neysta- og út- húsalutum á havnarøkinum (niðanfyri vegin “d”) í Norðragøtu. Innlendismálaráðið hevur í skrivi 18.12. 2006 givið loyvi til nevndu eigindómsávísing/ný- matrikulering. Orsøkin er, at munalig avvik í fleiri førum eru millum matrikul, tingbók og tey veruligu eigindómsviður- skiftini á nevnda øki, og verða tí allir eigarar og onnur, ið varða av ognum á økinum, boðað at møta. Eigindómsávísingin byrjar mánadagin 25. august 2008, kl. 9. Arbeiðið verður gjørt samsvarandi §§ 3-11 í matrikul- eringslógini. Tá rættingarnar eru gjørdar, verða tær sendar Føroya Landsstýri, ið við almennari stevning leggur sak við Føroya Rætt móti øllum og einum, ið hava mótmæli móti rættingunum, og at tær verða gjørdar í matriklinum og tingbókini. Rættarmálið verður havt í rætti allar vanligar tingdagar, frá tí degi stevningin fyrstu ferð er lýst, og til stevn- ingarfreistin er farin. Bygdarráðið skal velja tveir mans at hjálpa Umhvørvis- stovuni við at greiða eigindómsviðurskiftini. UMHVØRVISSTOVAN Jákup Pauli Joensen stjóri Íbúð ynskist í Klaksvík 18 ára gomul genta, sum skal á HF í Kambsdali í summar, ynskir íbúð. Fari væl um og gjaldi til tíðina. Dagunn Brend, tlf. 262267 Høli til leigu Hølini á Tinghúsvegi 18 í Havn, sum Føroya Ungdómsráð hevur haft sum skrivstovu og til fundarvirksemi, eru til leigu. Áhugað kunnu venda sær til Jákup Lindenskov fartelefon 283808. Losjan í Havn