Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 148 - 6. august 2008 ] Hitin nervar ikki Katrina Katrin Olsen letur í dag frætta, at tað framvegis gongur væl í Kina. Í gjár var veðrið als ikki so galið, næstan bláur himmal, sigur Katrin Olsen. Tað hevur annars ógvuliga heitt og slavið í Kina. Katrin fortelur, at hon merkir hitan, men hevur ongar trupulleikar við andadráttinum. Tað hevur liðfelagin Juliane Elander hinvegin, men hon hevur fingið resept til astmaheilivág, so tað fer at ganga hjá henni. Annars vandu tær báðar tvær ferðir 500 metrar í gjár. Sambært Katrini er aktiviteturin á bananum ikki so nógvur, sum hann er til HM, og tískil vónaðu tær at sleppa at venja nakrar spurtir. Nýtt fólk í Miðvági MB strembar eftir at vinna sær sætið í næstbestu deildini í komandi kappingarári. Miðvingar liggja í løtuni til uppflyting, har liðið liggur á øðrum plássi í triðbestu deildini. Felagið hevur í summarsteðginum fingið nýtt fólk frá grannunum úr 07 Vestur. Kim Poulsen og Sonny Johansen, sum fyri árum síðan leiktu í bestu deildini, verða í seinna hálvu við MB. Tað verða Kári Mikkelsen og Jón Joensen eisini. MB hevur fimm stig minni enn Fram, sum er oddalið í triðbestu deildini. Kappingin byrjar aftur hin 17. august, tá miðvingar vitja í Fuglafirði. Fram tekur ímóti TB. Dagurin í dag veður helst eins strævin fyri trífalda gullvinnaran, Pál Joensen, sum dagarnir í Beograd vóru. Føroyingar heiðra gullsvimjar­ anum í allan dag við ikki færri enn fýra móttøkum, umframt vitjan hjá løgmanni MÓTTØKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo The Eagle has Landed! Væl av fólki var komið á flogvøllin at taka ímóti »the man of the hour«, Pál Joensen. Eisini samlaða før­ oyska pressan. Í dag er nógv gjørt burtur úr, og tað byrjaði longu á flogvøllinum, áðrenn flog­ farið yvirhøvur var steðgað. Tveir av brandbilunum á flogvøllinum stóðu hvør sínu megin innkoyringina frá lendingarbreytini inn til terminalin og sprændu ein »gullboga« av vatni tvørtur um flogfarið. Síðani varð ein reyður leypari lagdur á vøllin við trappurnar niður av flog­ farinum, og har tók millum onnur stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, og flogvallar­ ovastin, Finnbogi Niclasen, ímóti. Magni Arge bjóðaði Páli Joensen vælkomnum aftur til landið og segði honum, hvussu fegnir føroyingar eru um fantastiska avrikið, svimjarin ur Vági framdi niðri í Beograd. Stjórin nýtti eisini høvið at boða frá, at Atlantsflog heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya, og handaði Palla Ziskason ein brævbjálva sum tekin um hetta. Eisini Pál Joensen sjálvur fekk gávu frá Atlantsflog, ein 5­túra ferðaseðil við felagnum. Suðuroyggin kókar Av flogvøllinum fer Pál Joensen við familju til Hav­ nar, har Norðoya Sparikassi skipar fyri móttøku í Mið­ lon klokkan 12.30 í dag. Eftir hetta gongur leiðin oman í Tinganes at vitja løg­ mann og klokkan fýra fer ferðalagið so til Suðuroyar við Smyrli. Rás2 hevur í allan morgun sent »gullradio«, og JónBrian Hvidtfeldt hevur varpað út frá allari mót­ tøkuni á flogvøllinum. Rás­ in hevur eisini verið í sam­ band við fólk í Suðuroy í morgun, og einki er at ivast í, at fólk fara at streyma út á Krambatanga, tá Smyril kemur suður í kvøld. Har verður so skipað fyri triðju móttøkuni í dag. Men hæddarpunktið á degnum verður uttan nakran iva í høllini í Vági í kvøld, tá bygdarfólkið fer at heiðra sín stóra son. Pál Joensen hevur nýtt tveir dagar saman við familj­ uni í Keypmannahavn, har tey hava hugnað sær saman, og hava millum annað verið ein túr í Tivoli. Ein partur av tíðini er gingin við at lesa tey mongu sms’ini, sum hann hevur fingið frá vinum og kenn­ ingum. Hann er spentur upp á dagin í dag og segði við Rás2, at hann vónar ein stuttligan og hugnaligan dag. Saman við familjuni og venjaranum fær hann eftir øllum at døma ein strævnan, men eisini spennandi dag við heilum fýra móttøkum. d lend