mikudagur 6. august 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 148 - 6. august 2008
Seinastu tveir dag
arnar hevur segl
báturin Celeste úr
Gøteborg ligið við
bryggju í Vágsbotni.
Umborð eru 12
svenskarar, sum
hvørt summar sigla
við hesum bátinum
at vitja onnur lond.
Í ár er ferðamálið
Føroyar
Ferðavinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Hetta er okkara egna lítla
ævintýr. Orðini eigur Bengt
Tarre, sum er skipari um-
borð á Celeste henda túrin.
Alt summarið og hvørt
summar siglur seglbáturin
Celeste ymiskar túrar til
onnur lond, og tvær ymiskar
manningar eru tengdar at
bátinum. Manningin um-
borð telur 12 menn og
kvinnur, øll svenskarar, bú-
sitandi ymsastaðni í heim-
inum, frá Gøteborg til Luks-
emburg, og henda túrin er
Bengt Tarre skipari, og
Hampus Wenderlund
1.
maður. Men Bengt Tarre
greiðir frá, at hóast hann er
skipari og Hampus Wender-
lund er 1. maður, so eru øll
javnt stillaði umborð. Al-
tjóða sjófartslógir siga, at
ein skipari og ein 1. maður
skulu vera umborð, og tí
hava teir hesi heitini.
Ikki fyrstu ferð
í Føroyum
Fyri tveimum árum síðani
var Celeste eisini í Føroy-
um. Tá vóru fýra av teimum
tólv umborð henda túrin
eisini við, millum annað
Bengt Tarre og Hampus
Wenderlund. Tá komu teir
inn á Havnina á ólavsøku,
og tískil komu teir beint
inn í veitsludámin, ið ligg-
ur yvir Havnini á tjóðar-
høgtíðini.
Hetta
endur-
minnir Bengt Tarre sum
eina fantastiska uppliving,
og henda fyrra ferðin til
Føroya gav teimum hugin
til at koma aftur.
- Her er ótrúliga vakurt
og sera hugnaligt. Fólkini
eru vinarlig og hjálpandi,
og hetta er eitt fantastiskt
umhvørvi at vera í, sigur
Bengt Tarre um Vágsbotn
og Føroyar sum heild.
Hesuferð komu tey beint
eftir ólavsøkuna, men hóast
veitsludámurin ikki er tann
sami, so lata tey væl at. Tey
síggja tað sum eina øðrvísi
uppliving enn ta fyrru, og
hesuferð hava tey upplivað
okkurt heilt nýtt, sum tey
ikki gjørdu fyrraárið.
Tey hava leigað sær ein
bil hesuferð, og við honum
hava tey so koyrt runt í
Eysturoynni og á Streym-
oynni. Tey hava millum
annað verið í Vestmanna,
haðan tey fóru ein túr undir
Ve s t m a n n a b j ø r g i n i ,
umframt at tey hava vitjað
onnur áhugaverd støð í
oyggjunum.
Mestsum við ein munn
siga tey øll, at tað er sera
vakurt her, og halda tað
vera spell, at føroyingar
møguliga ikki sjálvir duga
at síggja, júst hvussu ser-
stakt og vakurt her er.
Nýta bert segl
Á ferðini til Føroya steðg-
aðu tey í Lerwick í Hetlandi
á vegnum. Haðani gekk
leiðin so víðari til Føroya,
og henda ferðin gekk sera
skjótt.
- Úr Lerwick til Tórshavn
gekk Celeste umleið 10 míl
í miðal, og mesta ferðin var
17,1 míl. Tískil var hetta
ein sera skjótur túrur, og
tað gekk væl at sigla. Vit
sigla bert við seglum,
burtursæð frá tá vit skulu
inn og út úr havnunum, tá
motorurin verður tikin í
nýtslu, greiðir ein av mann-
ingini frá við einum erpnum
brosi.
Celeste er 65 fót long, og
upp í toppin á mastrini eru
heilir 30 metrar. Talan er
sostatt um eina av størru
seglbátunum, sum er væl er
væl egnaður til at sigla mill-
um lond við.
Mánadagin klokkan 5
legði Celeste so frá bryggju
aftur, og nú gongur leiðin til
Orkenoyggjarnar, síðan víð-
ari til Skagen í Danmark,
haðan leiðin gongur seinasta
teinin heim til Gøteborg.
Næsta
ár
leggja
tey
kanska
leiðina
framvið
aftur í Føroyum, tá tey
møguliga ætla at sigla ein
túr til Íslands.
Celeste er 65 fót long, 30
metrar høg og hevði eina
toppferð á 17,1 míl úr Lerwick
til Føroya
Destinatión Føroyar
Yvirlit yvir tjalding og kamping
SamVit hevur latið gjørt eina leiðbeining til tjaldingar- og kampingpláss í Føroyum.
Leiðbeiningin er send øllum kommunum í Føroyum og kann somuleiðis takast niður á
heimasíðuni hjá stovninum. Høvuðsendamálið við leiðbeiningini er at geva
kommunum og einstaklingum, sum ætla sær í holt við at veita tænastu innan tjalding
og kamping, eitt munagott arbeiðsamboð. Í leiðbeiningini verður víst á, hvørji krøv
skulu lúkast, tá farið verður í holt við at gera tjaldingar- og kampingpláss.
Leiðbeiningin vísir somuleiðis á týdningin av at kanna og umhugsa viðkomandi
viðurskifti, serliga umhvørvislig og fíggjarlig viðurskifti, áðrenn farið verður í holt við
at gera tjaldingarpláss í Føroyum. Tjalding og kamping í sær sjálvum hevur nevniliga
ikki víst seg at vera ein lønandi vinna og er tískil meira at rokna sum ein tænasta, ið til
dømis kommunur bjóða ferðafólki, skrivar samvit.fo