mikudagur 6. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 148 - 6. august 2008
Skal landsnevndars
amtyktin hjá Sjálvs
stýrisflokkinum
tulkast sum eitt
nei til at fara upp í
samgonguna og til
at virka sum stuðuls
flokkur, hevur løg
maður bara ein møgu
leika, og tað er at víð
ka samgonguna
Politikkur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
-Handan landsnevndarsam-
tyktin kundi eins væl verið
frá Sambandsflokkinum.
Tað sigur Jóannes Eides-
gaard, løgmaður, um sam-
tyktina á landsfundi Sjálvs-
stýrisfloksins í gjárkvøldi.
Løgmaður viðgongur, at
hann bíðaði við spenningi
eftir fundinum hjá Sjálvs-
stýrisflokkinum, tí hann
hevði eina vón um, at fund-
urin fór at avklára ta parla-
mentarisku støðuna. Men
aftaná mátti hann staðfesta,
at fundarsamtyktin broytti
einki.
-Tey siga, at tey vilja ikki
verða partur av samgonguni,
og tey vilja ikki vera stuðuls-
flokkur hjá samgonguni.
Hinvegin vilja tey reka ein
ábyrgdarfullan politikk, og
hvør vil ikki tað? Eg trúgvi,
at Sambandsflokkurin kun-
di eisini sagt hatta, so hetta
broytir ikki ta parlamentar-
isku støðuna nakað sum
helst, sigur Jóannes Eides-
gaard.
-Samgongan hevur fram-
vegis ongan stuðulsflokk,
og hon hevur heldur onga
vissu fyri undirtøku fyri sín-
um málum í Tinginum, so
støðan er óbroytt, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Hann
hevur
sjálvandi
gjørt sær sínar metingar av,
hví
Sjálvsstýrisflokkurin
eftir øllum at døma melur
sum hundan um heitan
greyt.
-Ein møguleiki er, at
Sjálvsstýrisflokkurin
vil
ikki binda seg ov tætt at
samgonguni og ein annar
møguleiki er, at hann vil
ikki kvetta møguleikan fyri
samstarvi við hinum and-
støðuflokkarnar, er meting-
in hjá løgmanni.
Einasti møguleikin
Løgmaður ásannar, at skal
fundarsamtyktin hjá Sjálvs-
stýrisflokkinum
skiljast,
soleiðis sum hann tulkar
hana, so er eingin møguleiki
fyri, at samgongan verður
sitandi sum minnilutastýri.
Sjálvsstýrisflokkurin
er
ella var tann einasti møgu-
leikin hjá samgonguni at
fáa ein stuðulsflokk í Løg-
tinginum, tí hinir báðir and-
støðuflokkarnir hava greitt
boðað frá, at teir ynskja
ikki at virka sum stuðuls-
flokkar hjá sitandi stýri. Tí
var fundurin hjá Sjálvs-
stýrisflokkinum so umráð-
andi fyri løgmann og sam-
gonguna.
-Skal ein hugsa um at sita
við einum minnilutastýri,
er tað ein avgjørd fyritreyt,
at ein hevur tryggjað sær ta
neyðugu undirtøkuna í Ting-
inum, og tað hava vit ikki.
Valbólkarnir eru heldur ikki
broyttir, so støðan er tann
sama.
Víðka samgonguna
Løgmaður ásannar, at lands-
stýrissamgongan er ikki
arbeiðsfør, og at tað er ikki
ein haldbær politisk støða.
Spurningurin er so, hvussu
leingi hann og samgongan
kunnu loyva sær at halda
verandi støðu.
-Tað er klárt, at hetta er
ikki haldbært, og vit kunnu
heldur ikki loyva okkum at
hava fólkið sitandi á pínu-
bonkinum longri enn neyð-
ugt. Landið skal stýrast, og
vit hava fleiri stórmál, sum
skulu avgreiðast, sigur løg-
maður.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at skal fráboðanin frá Sjálvs-
stýrisflokkinum tulkast sum
nei til at fara upp í samgong-
una ella at virka sum stuð-
ulsflokkur, so er alternativið
at
víðka
samgonguna.
Fólkaflokkurin hevur sagt,
at hann vil einki hava við
samgonguna at gera. Sam-
bandsflokkurin vil ikki vera
stuðulsflokkur, men hevur
ikki víst aftur møguleikanum
fyri samgongusamstarvi.
Spurdur, um hann hevur
følt seg fyri hjá Sambands-
flokkinum, sigur løgmaður,
at talan hevur ikki verið um
nakrar beinleiðis følarar,
men at arbeitt verður við øll-
um møguleikum.
Hevur skund
-Tú hevur sagt, at tú vilt
hava eina avkláring skjótt.
Skal støðan avklárast, áðr-
enn fiskivinnumálið skal
samtykkjast tann 15. aug-
ust?
-Ja, tað má hon.
-Vil tað siga, at 15. august
er evstamark?
-Nei, eg veit ikki. Eg má
fáa ta tíð, sum er neyðug til
at kanna allar møguleikar,
men eg siti ikki eitt sekund
longri, enn eg haldi meg
hava ein møguleika at loysa
málið.
Sambands
flokkurin ein
asti møguleiki
Maxim Gorky seinastu
ferð í Íslandi
Heimskenda, russiska ferðamannaskipið Maxim Gorky
kom seinnapartin til Reykjavíkar, og er hetta tann seinasta
íslandsferðin hjá skipinum. Felagið sum eigur Maxim
Gorky, hevur gjørt av, at skipið skal leggjast, og at tað
skal brúkast sum flótandi hotell í framtíðini. Maxim
Gorky hevur siglt í Norðurtatlantshavinum í 32 ár. Skipið
hevur verið 130 ferðir í Íslandi og hesar túrarnar hevur
tað flutt umleið 85.000 ferðafólk til Íslands, skrivar Vísir.