mikudagur 6. august 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 6. august 2008
23
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
a oyggjaland
av. Og hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum
sløðist runt allastaðni? Um so er, kann hetta valla hava talt við í
grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa til í øðrum
oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum
ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri,
enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala ein stóran part.
Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at
fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við
at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á
slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar,
jarðarbrúk og í niðurløgdum grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri
skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina fyri, at hetta kann lata seg gera?
Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar
megna onki at gera við gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av
landinum.
Herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit. Síðani blaðið
fór í gongd við at vísa á órudd og burturkast, hava bæði Tórshavnar og
Sunda kommunur álagt øllum at rudda upp á kommunalum vegum og
økjum.
Eisini í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við. Í
feriutíðini í juli mánaða hava vit gjørt hetta eina ferð um vikuna, men nú í
august fara vit aftur at seta ferð á við at vísa myndir av burturkasti og
óruddi fleiri ferðir um vikuna.