mikudagur 6. august 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 148 - 6. august 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag, mikudagin 6.
august, verður Heini
O. Heinesen í Kunoy
70 ár. Heini hevur sein
astu fjórðings øldina
verið millum fremstu
politikararnar í landi
num.
Talan er um stóran
dag hjá Heina og unn
ustuni Honnu Adam,
tí umframt at halda
runda dagin hjá Heina,
so fara tey bæði í dag
at geva hvørjum øðr
um sítt ja. Ætlanin var,
at hetta skuldi ganga
stillisliga fyri seg fyri
síðani at verða alment,
tá ið føðingardagurin
verður hildin í kvøld.
Men nú er tað likið út,
at Hanna og Heini
skulu giftast í dag, og
talan verður ivaleyst
um ársins brúdleyp í
Klaksvík!
Brúdleypið og føð
ingardagurin
verða
hildin bæði í Skálanum
og í nýggju badmin
tonhøllini í Klaksvík.
Heini er kunoyingur.
Í nøkur ár búði hann í
Klaksvík, har hann lærdi húsasmíð og
arbeiddi, eftir at hann var liðugur at
læra, men so nógv tann størsta partin
av sínum lívi hevur Heini búð í barna
heiminum suðuri í Gili í Kunoy.
Foreldrini vóru Jensa Maria fødd
Ennistein og Jens Richard Heinesen,
sum bæði vóru úr Kunoy. Tey fingu
tíggju børn – seks dreingir og fýra
gentur – og Heini er triði elstur.
Tá ið Heini var sekstan ára gamalur,
fór hann fyrstu ferð til skips, og hann
hevur roynt sjólívið við ymsum veiði
hættum, eitt nú hevur hann verið á
sild við gørnum og roynt við snøri og
línu.
Tíggju ára skeiðið 196777 var
hann byggimeistari, og tíggju ára
skeiðið 197888 var hann vegformaður
hjá landsverkfrøðinginum.
Heini hevur altíð verið áhugaður í
samfelagsviðurskiftum og politikki,
og hann varð fyrstu ferð valdur í
sóknarstýrið í Kunoy, sum umframt
bygdina heima í Kunoy eisini fevnir
um Haraldsund, í 1962. Í fyrstu atløgu
sat hann í bygdarráðnum fram til
1970, og eftir at hann stillaði upp aftur
til bygdarráðsvalið í desember 1976,
hevur hann verið formaður í komm
unustýrinum síðani á nýggjárinum
1977!
Frá 1981 og fram til 1985 var Heini
limur í starvsnevndini í Føroya Komm
unufelag, har hann var formaður
198385.
Kunoy hevur altíð verið sjálvstýris
bygd, og síðani Heini fór at gera um
seg í landspolitikki, hava tey bæði
heima í Kunoy og í Haraldsundi stuðl
að honum dyggiliga.
Í 1978 gjørdist Heini nevndarlimur
í Norðoya Tjóðveldisfelag, har hann
var formaður 198184. Hesi árini var
hann eisini limur í aðalstjórnini.
Finnbogi Ísakson, sáli, umboðaði
Tjóðveldi í Norðoyum í tinginum frá
1966 og fram til 1984, tá ið hann bar
seg undan at vera á listanum.
Á valinum í 1984 varð Heini valdur
við 173 persónligum atkvøðum, og
hann varð valdur aftur í 1988, 1990,
1994, 1998 og í 2002. Í 2004 varð
hann ikki valdur, men á valinum 19.
januar í ár varð Heini aftur valdur í
tingið, har hann nú er elsti maður.
Hægstu persónligu atkvøðutølini
rakk Heini á valunum í 1994 og í
1998, tá ið ávikavíst 492 og 514 norð
oyingar atkvøddu fyri honum. Tað var
eisini um hesa tíðina, at Heini hevði
størsta leiklutin í flokkinum. Frá á
ólavsøku 1994 og fram til túsund ára
skiftið var hann formaður Tjóðveldis
floksins á tingi.
Í løgtinginum hava tað ivaleyst ver
ið tvey mál, sum Heini hevur kent ser
ligan áhuga og ábyrgd fyri.
Annað eru samferðsluútbyggingar
nar og serliga umstøðurnar hjá teim
um í útjaðaranum, um tað so hevur
verið í Norðoyggjum ella aðra staðni
kring landið.
Kunoy var partur av útjaðaranum,
inntil tunnilin varð gjørdur. Hetta var
beinanvegin eftir, at Heini var komin
á ting og var vorðin limur í samferðslu
nevndini, har hann var formaður eitt
skifti í valskeiðnum 198488. Nevndin
hevði sentralan leiklut, og umframt at
vera limur og formaður í hesi nevndini,
hevði tað stóran týdning at samstarva
væl við Landsverkfrøðingin.
Tað sigst, at samstarvið millum
Heina og Mikkjal Helmsdal, sála, var
gott. Umframt at hava við landsverk
frøðingin at gera sum løgtingsmaður,
spældi tað sjálvandi eisini inn, at
Heini var formaður í bygdarráðnum,
og at hann var vegformaður hjá lands
verkfrøðinginum.
Hitt málið, sum Heini hevur gingið
ógvuliga høgt upp í, er fiskivinnan og
ikki minst umstøðurnar hjá línuflota
num og serliga útróð
rarbátunum. Heini um
boðaði flokkin í gomlu
fiskivinnunevndini,
har hann eitt skifti var
formaður, og tá ið
nýggja stýrisskipanin
varð veruleiki, og tað
varð
vinnunevndin,
sum fekk fiskivinnu
politikkin at viðgera,
gjørdist Heini limur í
henni. Tá ið fullveldis
samgongan varð skip
að í 1998, gjørdist
Heini
formaður
í
vinnunevndini.
Tað er breið semja
um, at økisfriðingarnar,
sum Heini hevur ar
beitt nógv fyri og vart,
hava havt sera stóran
týdning í stovnsrøkt
ini.
Í kvøld fer Heini
saman við konuni at
taka
ímóti
teimum
mongu, sum hava boð
að frá, at tey ætla at
heilsa upp á hann og
Honnu Adam.
Hanna (1942) er ætt
að úr Klaksvík. Hon
vaks upp á Gerðareiði.
Mamman, Ebba, sum framvegis býr í
barnaheiminum hjá Honnu og yngru
systrini, Janet, er ættað úr Søldarfirði.
Pápin, Allan Adam, var ættaður úr
Skotlandi. Hann kom henda vegin
sum bretskur hermaður, og í 1947
fluttu tey til Klaksvíkar. Hann doyði í
1966.
Hanna býr á Bumshamri. Hon er
sjúkrasystir og hevur í mong ár arbeitt
í Klaksvík.
Børnini hjá Honnu eru Todi Jónsson,
sum býr í Keypmannahavn, og Else
beth Jónsson, sum býr í høvuðsstað
num. Tey hava bæði sýnt gott ítróttar
hegni, og tað hava tey ikki frá fremm
andum. Pápin, Ludvík Jónsson, sáli,
var í fleiri ár á besta KÍ liðnum, og
Hanna var í síni tíð sannur úrmæl
ingur á Stjørnu liðnum í hondbólti.
Tað er ikki frítt, at Heini roynir at
fylgja Honnu í ítróttinum. Viðhvørt
eru tey at síggja í Gundadali, har tey
fylgja Elsebeth og B36 kvinnununum,
og tá ið Todi spældi við FCK, var
Heini onkra ferðina saman við Honnu
í Parkini. Nú verður hann ivaleyst
onkra ferðina saman við konuni at
síggja, tá ið FC Amager fer at spæla í
Sundby.
At ferðast í Danmark og at samskifta
við danir hevur Heini einki ímóti.
Men tað er eingin ivi um, at hann held
ur vil sleppa úr ríkisfelagsskapinum í
dag enn í morgin. Honum líkar ógvu
liga væl at líta eftir lýðveldinum fyri
vestan, og tá plagar hann at taka til, at
Island er landið!
70 ára føðingardagurin hjá Heina
og brúdleypið hjá Honnu og Heina
verða hildin frá kl. 18 í kvøld.
J
Heini O. Heinesen 70 ár
Ein heilsan til
Heina O.Heinesen
á 70 ára degnum
Tú kappi reysti
til heiðurs eg festi
tær orð á blað:
Ei tú vart borin-
og klæðini skorin
til leikin tú fekst.
Ábyrgdin stór
-til Íslands tú fór
á ungum aldri
systkini níggju tú taldi.
Gott í beinið tú fekk
við treysti tú gekk
Tú bygdi úr ongum
í tíðum so trongum
Álitismaður í verki
tað gjørdist títt merki
Við vilja sum stál
-tú setti tær mál
Ei mót høgu hæddum
-av monnum sæddum
Nei, for verka-og útróðramannin
stríddi
-og hann á teg lýddi
Frælsisglóð so heit
í hjartað tær brennir
eitt for vist eg veit
tú sannan alsk til føðilandið kennir
Ei í egnari megi
tú møtir nýggjum degi
Hirðin hin góði
Tær vegin framvegis slói.
Tordur