Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 148 - 6. august 2008 Í dag fyllir Henry Jarnskor á Strondum 75 ár. Tey, sum ætla heiðra føðingardags­ barninum skulu ferðast langt, tí dagurin verður hild­ in á klettagrund í Åkirkeby á Bornholm, har tvey av børnunum hjá Henry, Eydna og John Pauli búgva. Henry er norðagøtumaður, og hevur alt sítt vaksna lív búð á Strondum í býlingi­ num inni á Byrgi. Søgan hjá Henry, eygleidd uttan sjóneyka, minnir nógv um søguna hjá hansara javnlík­ um. Hann fór sum ungur til skips og var við eini rúgvu at skipum, til hann legðist uppi á landi sum busstjóri og tað er fyri tíðina í ferða­ flutningi, at hann kanska er best kendur í dag. Hyggja vit eftir lívinum hjá Henry undir sjóneyka­ num, tá hevur Henry staðið á fyrstu parkett sum vitni til føroya vinnusøgu í fimti­ árunum og í sekstiárunum og langt inn í sjeytiárini. Hann hevur verið eystanfyri við koltrolaranum Trónda í Gøtu fyrst í fimtiárunum, hann hevur verið nógv eyst­ an fyri við øðrum trolarum, hann hevur eisini verið við slupp, og hann var á landi í Íslandi og arbeiddi gullárini í fimtiárunum. Hesi ár settu seg fast í tilvitskuna á Henry og hava myndað hann síðani. DNA royndir í framtíðini fara at avdúka, at Henry er beinleiðis í ætt við Gøtu Trónda og er Skeggi. Hann hevur eyðkennini. Hann er lágur av vøkstri og sum smádrongur var hann reyð­ hærdur. Tað reyða á høvd­ inum er ikki til longur og einasti farrin av reyðum, sum enn fylgir Henry er politiska medvitið, sum altíð hevur borið brá av ein­ um samhaldsfastum sam­ felag, og nú eru vit í nær­ heitini av javnaðarflokkin­ um, sum hann hevur stuðl­ að, hóast hann ikki kennir flokkin aftur í dag, soleiðis sum tíðin hevur meitlað hann til. Seinast eg tosaði við hann, tók hann soleiðis til við síni bleytu tungu á eyð­ kenda seina gøtumálinum og kom hóast tað við einari innihaldsligari knappari politiskari viðmerking, bara ein av mongum túsund, íð hava slept vørrum hans mongu árini. “Nú skilji eg púrasta einki. Alt, sum gevur yvir­ skot skal privatiserast og alt sum gevur undirskot skal verða alment. Tað var ongin synd at forert sandoyingum “Teistan” og latið teir sjálv­ ar reint privat havt samband­ ið um Skopunnarfjørð. Tá var um ikki annað friður.” Um hvussu skeggin Henry við krútsterka eftir­ navninum Jarnskor gjørdist strandingur kvøðir skaldið í saga gøtumanna. Ein ann­ ar skeggi, Ingolfur hevði fingið gott eyga á einum sprundi á Strondum og Henry fór eina kvøldið við honum í víking út á vestara arm á Skálafjørðin, gjøg­ num lendið hjá bøbóndanum og út til Sjóvar fyri at skoða hesa nýfunnu fríkvinnu og kanska okkur annað hevði hann í hyggju eisini. Hend­ an ferðin skuldi seinni vísa seg at gerast týdingarmikl­ asta ferðin hjá Henry nakr­ antíð Teir hittu gentuna hjá Ingolfi og saman við henni var ein hirðkona, sum kall­ aðist Johanna Andreasen. Hon var tíggju ára gomul komin úr Haldarsvík til Sjóvar at búgva nøkur ár frammanundan. Í bilinum tendraðist neistin og eftir tað lá Henry Jarnskor vetrar á Strondum, og tey eru saman enn. Og júst soleiðis eru tey allarflestu hjúnbond­ ini í Eysturoynni komin í lag seinastu 50 árini. Henry Jarnskor er í dag pensioneraður. Fyritøkan er seld til svigarsonin Pól Dánjal og dóttrina Bergljót og bussarnir koyra fram­ vegis. Henry hevur fingið sær summarresidens á Hellu­ num. Her eigur hann fitta borg uttalaga í bygdini og tú sær hann javnan har norðuri ljósu tíðina, alt eftir um lágætt er. Hann er eisini medeigari í knørri, einum seksmannafari, sum hann røkir um veturin og báturin hevur vetrarhavn á drátti­ num á Hellunum Henry er ein dámligur maður og hann hevur lætt við at koma í prát við fólk. Hann fylgir væl við í sam­ felagnum og serliga innan fótbólt. Tað sæst á gongu­ lagnum, um Víkingur hevur tabt. Tá flytir hann tungan, eins og til eina jarðarferð. Og hava teir vunnið, tá er hann lættur á fótum, og um tú vil tað ella ikki, so sleppir tú ikki undan at hoyra um hvussu málini komu í smá­ lutum. Tey, sum vilja heilsa upp á Henry hendan dagin, hitta hann á fartelefonini og nummarið stendur í telefon­ bókini. Verður hann ikki steiktur í hitanum á flatlondum, so verður hann aftur at síggja á Strondum, á Hellunum, í Gøtu, kring Eysturoynna og kanska í Havn eisini eina­ ferð seinni í hesum mánað­ inum. Higani verður ynskt tillukku við 75 ára deg­ num. Hellurnar tann 5. august 2008 Jústinus Leivsson Eidesgaard justinus@post.olivant.fo Henry Jarnskor fyllir 75 Henry Jarnskor er er avmyndaður stutt fyri ólavsøku á Hellunum uttanfyri summarresidensin. Væl tekur Henry seg úr í so fríum umhvørvi 75 ára gamal. Aftanfyri Oyndarfjørður og Kalsoyggin við Djúpunum í millum Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard Andlát og jarðarferðir Brynhild Hovgaard úr Hovi andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum mána­ dagin, 80 ára gomul. Farið verður úr kapelli­ num á Landssjúkrahúsi­ num mikudagin klokkan 14.30 til Smyril. Jarðar­ ferðin verður úr Hovs kirkju hósdagin klokkan 13.00. Tey, sum vilja minnast Brynhild, kunnu lata savninum á Myru eina gávu, konto í Suðuroyar Sparikassa. John Coulthard, fyrr­ verandi kommunulækni í Havn, andaðist á Aar­ hus sjúkrahúsi sunnu­ dagin, 87 ára gamal. Jarðarferðin verður frá Hornbeck kirkju leyg­ ardagin klokkan 13.00. Gunver von Jessen, fødd Zachariasen, van­ liga nevnd Dyssa, and­ aðist fríggjadagin 1. august í Nivå, 78 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Nivå kirkju fríggjadagin 8. august klokkan 15.00. Andlát og jarðarferðir 100 ára føðingardagur á Tvøroyri Leygardagin 9. aug. verður Fredrikka Danielsen (vanliga nevnd Drikka) á Tvøroyri 100 ár. Dagurin verður hildin á Eldrasambýlinum, Við Sílá 28, frá kl.11.00 til 16.00 Atgongumerkið til Miðla­hús­ið á óla­vs­øku va­r eis­ini ein luta­s­eðil við trimum vinningum. Hes­i a­tgongumerki eru drigin: Tveir s­emiflex ferða­s­eðla­r frá Atla­nts­flog millum Føroya­r og Ís­la­nd va­nn nr. 01297 Giting og døgurði fyri tvey á Hotel Tórs­ha­vn va­nn nr. 01200 Skemtbøkurna­r hjá Óla­ P, s­ignera­ða­r va­nn nr. 01085 Lutaseðil hjá Miðlahúsinum Kostnaður: 100 kr. Børn ókeypis • Framsýning • Filmur • Konsertir Stuðlað tiltakinum hava: Lutaseðil Atgongumerkið er eisini ein lutaseðil, har tú ert við í lutakastinum um tveir semiflex ferðaseðlar frá Atlantsflog á rutuni millum Føroyar og Ísland. Eisini er møguleiki at vinna gisting og døgurða fyri tvey á Hotel Tórshavn og allar Skemtbøkurnar hjá Óla P. ókeypis kaffi og køkur og SISU! vælkomin í miðlahúsið