mikudagur 6. august 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 148 - 6. august 2008
- Við søguliga
stórum skerjingum
í fiskidagatalinum
omanyvir stóru
friðingarnar, sum
eru fyri trolveiði,
verður grundarlagið
tikið undan stórum
parti av fiski-og
útróðrarflotanum.
Eg sakni eitt kjak og
politiska útmelding
um, hvussu myndug-
leikarnir hugsa
sær, at ein minking
av fiskiflotanum
skal fara fram í
verki. Eingin tosar
um, hvussu hetta
skal gerast, sigur
Jónsvein Knudsen,
næstformaður í
Føroya Reiðarafelag
Fiskidagar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á tingfundinum í gjár, tá 1.
viðgerð var av málinum um
broytingar í lógini um vinnu
ligan fiskiskap, var fiski
skipavinnan væl umboðað
og fylti soleiðis øll áhoyr
araplássini í løgtinginum.
Millum teir, sum fylgdu
nøkrum av framløgunum og
kjakinum, var Jónsvein Knud
sen, næstformaður í Føroya
Reiðarafelag,
sum
eisini
hevur verið útgerðarmaður
og skipaeigari í fleiri ár.
Onnur umboð vóru eisini
fyri reiðarafelagið, eitt nú
formaðurin, Viberg Søren
sen
og
nevndarlimirnir,
Hanus Hansen og Jóhan
Joensen.
Ikk áður
Jónsvein Knudsen sigur, at
hann ongantíð áður hevur
verið í tingsalinum og
spurdur, hvussu hann upp
livdi hesa løtu, hevur hann
ikki hug at siga sína erligu
meining um hetta alment.
Men hetta var í hvussu
er eitt gott høvi at práta við
onnur vinnuumboð og um
boð fyri politiskar flokkar
um málið um fiskidagar og
økisfriðingar, sum nú er
farið í vinnunevndina.
Eftir tingfundin í gjár,
sigur Jónsvein seg ikki
vænta, at skerjingarnar í
fiskidøgum verða so ógvu
sligar, sum landsstýrismað
urin í fiskivinnumálum,
Tórbjørn Jacobsen, hevur
skotið upp.
Uppskotið
hjá
lands
stýrismanninum er í stutt
um, at fiskidagarnir hjá
partrolarum skulu skerjast
við 20%, meðan dagarnir
hjá húkaflotanum skulu
skerjast við heili 50%.
Haraftrat verður skotið
upp at halda fast um frið
ingar, sum eru fyri trolveiði
á landgrunninum, umframt
at gýtingarleiðir í enn størri
mun skulu friðast.
Væntar skerjing
Eg vænti, at vit fáa eina
skerjing í fiskidøgum fyri
komandi fiskiár, men eg
vóni ikki, at henda skerjing
verður ov stór.
Jónsvein sigur, at sam
bært formanninum í vinnu
nevndini, Jóhan Dahl, kem
ur málið ætlandi úr vinnu
nevndini aftur longu fríggja
dagin, men áðrenn komið
er har til, verða umboð fyri
vinnuna ætlandi kallað til
fundar
í
vinnunevndini
hósdagin.
Eg vóni, at politiski
myndugleikin ikki leypur
fram av og tekur eina avgerð,
sum ger enda á okkara fiski
og útróðrarflota.
Næstformaðurin í Føroya
Reiðarafelag heldur, at nú
myrk skýgg hanga yvir
einum stórum parti av
fiskiskipavinnuni, og fleiri
skip liggja, tí bunkringin er
vorðin so dýr, skuldi ikki
verið neyðugt at lagt stein
oman á byrði, sum ein
søguliga stór skerjing av
fiskidøgunum hevði verið.
Vit kunnu siga, at í
tíðum, sum hesum, nú bæði
dýr bunkring og partvís
manningartrot
gera
seg
galdandi, regulerar fiski
skipavinnan seg í stóran
mun sjálv, og soleiðis verð
ur eisini veiðitrýstið minni.
Jónsvein Knudsen vísir á,
at ein stórur partur av
djúpvatnsflotanum liggur,
samstundis
sum
nøkur
línuskip eisini hava ligið.
Haraftrat kemur, at nakrir
ísfiskatrolarar eru lagdir,
samstundis sum hugsandi
er, at aðrir hava ilt við at fáa
likviditet til rakstur.
Eingin skipan
Í sínari framsøgu, sum var
hin
fyrsta
av
tingsins
røðarapalli undir viðgerðini
í gjár, vísti Heini O.
Heinesen úr Tjóðveldinum
á trupulleikan við at skerja
flotan við at leggja fiski
loyvir saman.
Hann segði, at nógv skip
standa í stórari skuld og eru
lænt upp um skorsteinin,
sum hann tók til. Tí verður
tað eisini ein spurningur,
hvat lániveitararnir siga til
eina samanlegging og har
við
minking
av
veiði
trýstinum.
Jónsvein Knudsen saknar
eisini eina skipaða ætlan,
um tað er politiski viljin, at
vit skulu hava færri skip á
landgrunninum.
Við søguliga stórum
skerjingum
í
fiskidaga
talinum
omanyvir
stóru
friðingarnar, sum eru fyri
trolveiði, verður grundar
lagið tikið undan stórum
parti av fiskiog útróðrar
flotanum. Tí sakni eg eitt
kjak og politiska útmelding
um, hvussu myndugleikarnir
hugsa sær, at ein minking
av fiskiflotanum skal fara
fram í verki.
Næstformaðurin í Føroya
Reiðarafelag spyr soleiðis,
hvussu
ætlanin
er,
at
”mekanisman” á hesum øki
skal virka, sum hann tekur
til.
Eingin tosar um, hvussu
hetta skal gerast. Tað er ikki
robottar, men menniskju, ið
slíkar skerjingar og av
markingar koma at raka,
leggur Jónsvein Knudsen
aftrat.
Ikki robottar - men menniskju
- Tað er ikki robottar, men menniskju, ið slíkar skerjingar og
avmarkingar koma at raka, sum landsstýrismaðurin skjýtir
upp, sigur Jónsvein Knudsen, sum her fylgir viðgerðini í
løgtinginum um fiskidagar og økisfriðingar
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg vóni ikki, at politiski
myndugleikin leypur fram
av og tekur avgerðir, sum
gera enda á okkara fiski-
og útróðrarflota, sigur
næstformaðurin í Føroya
Reiðarafelag
Mynd: FMF
Laksaportiónir týðandi góðkenningar
Bakkafrost á Glyvrum hevur fingið BRC og IFSgóðkenning frá sertifiseringsfelagnum Bureau Veritas Certification
Denmark a/s. Ein av fyritreytunum fyri at kunna selja vørur til ávísar handilsketur er, at framleiðarin hevur ymiskar
góðkenningar. Tvær góðkenningar, sum ymsir kundar krevja sum fyritreyt fyri, at eitt virki kann vera veitari, eru BRC
og IFS. BRC stendur fyri British Retail Consortium og er leiðandi sølusamtak fyri bretsku handilsketurnar. IFS stend
ur fyri International Food Standard. Henda skipan er stovnað í 2002 av týsku matvøruketunum, og í 2003 komu fron
sku keturnar við í hesa skipan. Endamálið við bæði BRC og IFS er 1) at tryggja at vørurnar, sum vera seldar, halda
eina góða dygd og 2) at betra um matvørutrygdina fyri brúkaran. Tað er Sunrid Nielsen, góðskuleiðari, sum við góðari
hjálp frá felagnum Atlanticon hevur staðið fyri arbeiðnum at fáa góðkenningarnar. Fyri Bakkafrost merkir hetta, at
felagið – umframt tær mannagongdir sum longu eru sambært HACCP skipanini skal yvirhalda ymsar aðrar
mannagongdir, sum hava til endamáls at fremja nevndu málsetningar.