Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 148 - 6. august 2008 27 Stutt Sagt Valstríðið harðnar Ta seinastu vikuna hevur John McCain hert atfinn­ ingarnar at kappingar­ neytanum Barrack Obama, og úrslitið er, at Obama, sum fylti 47 mánadagin, er ikki frammanfyri í meininga­ kanningunum longur. Summar kanningar siga, at tað stendur á jøvnum teirra millum, og aðrar siga, at McCain er frammanfyri. Í gjár fór Obama undir eina reklamuherferð í fjølmiðlunum, har hann leggur McCain undir at hava tikið ímóti nógvum pengum frá oljufeløgunum til valstríðið, samstundis sum benzinprísdirnir hækka og tyngja gernadisdagin hjá teimum longu illa trongdu amerikanarunum. Eisini verður róð framundir, at McCain er sum George W. Bush, sum ofta hevur verið lagdur undir at vera í lumm­ anum hjá oljufeløgunum. Stoltenberg heiðraður Fyrrverandi norski uttan­ ríkisráðharrin Thorvald Stoltenberg er tilnevndur heiðursborgari í make­ donska høvuðsstaðnum Skopje. Tá tann ógvusligi jarðskjálvtin rakti Skopje í 1963, var Stoltenberg embætismaður á norsku sendistovuni í Beograd, og hann útvegaði teimum heimleysu í býnum 2.300 ullir teppir, 80 kilo av heilivági, 250 blóðpakkar og 500 pakkar við fyrstu­ hjálparútgerð. ­ Thorvald Stoltenberg er ein góður vinur, og hann gjørdí eitt stórt arbeiði fyri at útvega Reyða Krossi ta neyðugu og harafturat skjótu hjálpina eftir jarðskjálvtan í 1963, sigur nevndin, sum hevur gjørt av at gera hann til heið­ ursborgara í Skopje. Millum teirra,sum fyrr hava fingið heitið, eru fyrrverasndi norski kongurin Olav V, Christopher Hill, Law­rence Eaglebergerog Tito. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Franskir hermenn tóku lut í hópmorðinum og neyðtóku fleiri kvinnur, sum sluppu livandi frá fólkamorðinum rwandisk frágreiðing útlond Frakland hevði ein virknan lut í fólkadrápinum í Rw­anda í 1994. Tað er ein av niðurstøðunum í einari frágreiðing, sum rw­andiska stjórnin hevur latið gera. Fólk, sum sluppu livandi frá fólkadrápinum, hava fleiri ferðir lagt Frakland undir at hava vant álopslið ig teir stjórnarhermenninar, sum skipaðu fyri fólka­ drápinum, sum kostaði umleið 800.000 mannalív. Í teirri nýggju frágreiðingini, sum ein serlig kanningar­ nevnd hevur gjørt fyri stjórnina, verða franskir politikarar og franska fregn­ artænastan lagd undir at hava mevirkað til fólka­ morðið. Nevndin mælir eisini stjórnini til at stevna teimum fyri rættin. ­ Millum teir fronsku politikararnar, sum eru nevndir í rw­andisku frá­ greiðingini, eru fyrrverandi forsetin Francois Mitterand, fyrrverandi forsætisráð­ harrin Edouard Balladur og fyrrverandi uttanríkisráð­ harrin Alain Juppe. Sam­ bært frágreiðingini styðjaðu teir hópmorðið politiskt og hernaðarliga. Umhugsa sak ­ Franskir hermenn vóru beinleiðis við í álopum, sum høvdu til endamáls at beina fyri fólki, sum vórðu løgd undir at fjala fólk av tutsi­ættini. Franskir her­ menn neyðtóku fleiri tutsi­ kvinnur, sum sluppu livandi frá hópmorðinum, stendur millum í frágreiðingini. Har stendur eisini, at fronsku myndugleikarnir vóru leingi vitandi um, at fólkamorðið bleiv lagt til rættis, og teir høvdu eisini medábyrgd av tí, sum hendi. Rw­andiski løgmálaráð­ harrin, Tharcisse Karugara­ ma, segði í gjár, at frá­ greiðingin gevur rw­andisku myndugleikunum grundar­ lag fyri at reisa sak ímóti fronskum einstaklingum ella franska statinum. Hann gjørdi tó vart við, at enn hevur stjórnin ikki tikið nakra avgerð um møguliga rættarsókn. Franska stjórnin hevur ikki gjørt nakrar viðmerk­ ingar til frágreiðingina, skrivar AFP úr París. Meðan lønarmunurin millum tey bæði kyn­ ini minkar í hinum ES­londunum, veksur hann í Danmark, og tað eru menninir, sum draga frá Tøl, sum tann evropeiska fakfelagsrørslan ETUC hevur savnað, vísa, at munurin á tímalønini hjá donskum monnum og kvinnum veksur, meðan hann er minkandi í hinum ES­londunum. Og ikki óvæntað er tað lønin hjá monnunum, sum dregur frá kvinnulønini. Eftir tølunum er munurin á tímalønini hjá monnum og kvinnum í Danmark vaksin tvey prosent síðani 2001. Í sama tíðarskeiði hevur gongdin verið tann beint øvugta í hinum ES­ londunum, og sum heild er munurin á lønini hjá monnum og kvinnum í hinum ES­londunum mink­ aður eitt prosent tey seinastu sjey árini, sigur ETUC. Avdúkingin hjá evrop­ eisku fakfelagsrørsluni hev­ ur sum vera man elvt til politiskt kjak í Danmark. Sosialdemokratarnir geva stjórnini og hennara arbeið smarknaðarpolitikki skyld­ ina, meðan stjórnarflokkurin Vinstra vil sleppa at bíða eftir einari frágreiðing, sum kemur seinni í ár, og sum júst skal lýsa trupulleikar við lønarmuni millum menn og kvinnur. Frakland átti lut í fólkamorði í Rwanda Lønarmunur veksur í Danmark John McCain hevur fingið Barrack Obama aftur Mynd: Polfoto Thorvald Stoltenberg er nú heiðurs- borgari í Skopje Mynd: Polfoto Á hesari myndini, sum er tikin tann 27. juni í 1994, síggjast franskir hermenn millum rwandiskar stjórnarhermenn av hutu-fólkinum nærhendis býnum Gisenyie Mynd: AFP