Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Lena Tað var mest sum av tilvild, at Lena gjørdist songkvinna í Føroy­um. Ein norskur trummu­ spælari í Havn hoy­rdi hana sy­ngja á eini café í høvuðsstaðnum, og tað gjørdist by­rjanin til bólkin Next Step, har Lena var sangari. Síðani tað er bæði eitt og annað hjá Lenu. Hon hevur givið tónleik út, sum hon hevur skrivað saman við manninum Niclasi Johannesen, og tey­ hava spælt nógv í útlandinum. Framleiðarin Óli Poulsen hevur eisini arbeitt nógv saman við teimum, burturúr samstarvinum eru komnar frálíkar útgávur. Seinasta útgávan hjá Lenu, Let Your Scars Dance, var kosin sum besta útgáva í Føroy­um í 2007 á Planet Awards fy­rr í ár Og tað verða sangir av hesari útgávuni og eldru útgávunum, sum Lena og Niclas fara at spæla, tá tey­ umsíðir seta fótin á Summarfestivalpallin. Melanie C í einum gomlum arbeiðsskúri á lítlu donsku frítiðaroynni í Kattegat. – Tað er lekkurt at spæla mín egna tónleik aftur. Sjálvt um Spice Girls konserferðin var frálík, so leingi hon vardi, so havi eg alla tíðina ætlað mær at spælt mínar egnu sangir aftur. Tað er gleðin at framføra, sum drívur verkið, og so er tað líka mikið, um tað eru hundrað ella hundraðtúsund fólk, sum lurta. Eg ætli mær at fáast við tónleik, so leingi eg orki. Melanie C fer væntandi í upptøkuhølini aftur í heyst, har hol verður sett á arbeiðið við hennara fimtu útgávu, sum verður send í búðirnar einaferð komandi ár. Ongar Spice-sangir Hóast Melanie C hevur ferðast víða um lond, hevur hon enn fyrstu Føroyavitjanina til góðar. – Í mínum 34 ára langa lívi havi eg lært, at tú ongantíð skalt vænta nakað, tað er vandamikið. Men eg gleði meg at vitja tykkara fjarskotnu oyggjar, sum, eg havi hoyrt, eru ógvuliga vakrar. Tað sama gera limirnir í bólkinum, so vit eru øll spent. Hvøri løg kunnu føroyingar so vænta, at tú fert at spæla á summarfestivalinum? – Eg fari at spæla sangir úr øllum mínum fýra útgávum. Útgávurnar eru fjølbroyttar, so tað verður eitt sindur av hvørjum. Næstseinasta útgávan hjá mær er rættuliga rokk-kend, meðan tann seinasta er meira friðarlig. Hetta gevur eina fína javnvág, og tað hevur víst seg at rigga væl til aðrar festivalar. Tey, sum vænta sær at hoyra sangir úr sangskattinum hjá Spice Girls, verða kortini vónbrotin. – Eg havi bara spælt tónleik hjá Spice Girls á einari av mínum konsertferðum. Hetta var, tá eg gav mína fyrstu fløgu út. Tá plagdi eg at spæla eina punk útgávu av Wannabe, men tað geri eg ikki longur. Eg havi sjálv so nógvar sangir í skjáttuni nú, at pláss er ikki fyri at spæla allar, eg kundi hugsað mær. Fjølbroytt repertoire Tá Bryan Adams fyrr í ár vitjaði í Føroyum var ein ung genta tikin uppá pallin at syngja partin hjá Melanie C í When You’re Gone, sum tey bæði upprunaliga sungu saman. Vit spurdu Melanie C, um vit kunnu vænta, at onkur ungur maður verður tikin upp á pallin at fylla út skógvarnar hjá Bryan Adams? – Eg eri so smæðin, tá tað kemur til at taka fólk uppá pallin, so eg havi valt at lata annan guitarleikaran hjá mær syngja partin hjá Bryan, men fólk eru sjálvandi vælkomin at syngja við. Bryan ger hatta bara, tí hann er ein konufólkarevur, sigur Melanie C við einum smíli. Hvat kunnu áhoyrararnir í Klaksvík gleða seg til, tá tú fert á pallin? – Tey kunnu vænta sær eina rúgvu av rokki, eitt sindur av kenslubornum stillum tónum, møguleiki verður eisini at dansa, men mest av øllum vóni eg, at áhoyrararnar fara troyttir heim aftur. Mær dámar væl at pøsa mínar áhoyrarar, sigur Melanie C. – Tað er lekkurt at spæla mín egna tónleik aftur. Sjálvt um Spice Girls konserferðin var frálík, so leingi hon vardi, so havi eg alla tíðina ætlað mær at spælt mínar egnu sangir aftur. Tað er gleðin at framføra, sum drívur verkið, og so er tað líka mikið, um tað eru hundrað ella hundraðtúsund fólk, sum lurta, sigur Melanie C