Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Dynamitt setti í 2005 eitt endaligt punktum fyri bólki­ num. Tað varð gjørt við einum braki, tá teir end­ aðu Summarfesti­ valin. Eitt brak, sum ekkóaði ­ bæði so og so ­ langt aftan á fram­ førsluna. Men punktum bleiv til komma, og fríggjakvøldið standa Dynamitt aftur á palli á Vágsbøi Teir vóru allir samdir um at gevast. Niclas Heri, Hans Jacob, Emil, Olaf, Jógvan og Ingi. Dynamitt hevði hildið sína seinastu konsert, og tað við manér. Fjøldin kókaði, og flest øll sungu við, tá Grøv nummar 13 rungaði av stóra palli tann 6. august 2005. - Tað var eitt fantastiskur endi upp á okkara tíð, sigur Niclas Heri Jákupsson í dag. Tað eru trý ár farin framvið, men nú er hann saman við hinum farin í holt við at fyrireika enn eina konsert við Dynamitt. Er tað ikki eitt sindur kiksað at koma afturíaftur soleiðis, tá man hevur takkað fyri seg? - Jú! Huuuuuundrað prosent kiksað. Men tá vit játtaðu at spæla til tiltakið, Straight Parade, fyrr í ár, so kundi tað jú tað sama eisini verða ein Summarfestivalur afturat. Tí tá høvdu vit jú longu brotið hatta lyftið, um man kann kalla tað so. Og tað er so fantastiska stuttligt at framføra á festivalinum, at eg gleði meg til fríggjakvøldið. Ekkó Niclas Heri Jákupsson hyggur errin aftur á framførsluna í 2005. - Eg haldi sjálvur, at vit spældu væl. Fjøldin var við, og tað var ein stórfingin løta á Vágsbøi hasa náttina, sigur frontmaðurin í eksplosiva bólkinum. Men framførslan hetta kvøld- ið ekkóaði langa tíð aftan á festivalin. Ummælarar vóru ikki á einum máli um, hvussu væl- ella illa eydnað framførslan hjá Dynamitt var. Serliga var ummælarin hjá Dimmalætting atfinningarsamur, og hann setti millum annað spurnartekin við, um Dynamitt hoyrdi heima á einum tónleikafagnaði, sum Summarfestivalurin er. Hesi orð og onnur við góvu at bíta. Reaktiónirnar vóru nógvar, og tað var mest sum at fjøldin varð býtt í tvey. Fyri ella ímóti Dynamitt. Niclas Heri kann ikki lata vera við at flenna í dag og sigur, at Dynamitt hevði ikki biðið um at enda í hasari støðuni, sum tók seg upp í kjalarvørrinum av Summarfestivalinum 2005: - Eftir áheitan frá Summarfesti- valinum framførdu vit okkara konsert. Vit spældu okkara, og at tað fór at festa í eitt so umfatandi kjak, tað kundu vit ikki gera við, staðfestir Niclas Heri og leggur afturat, at Dynamitt bara framførdu, sum teir plagdu. Ella eitt var øðrvísi, sigur hann. - Hetta var faktiskt fyrsta konsertin hjá okkum, har vit allir vóru 100 prosent appelsinfríir. Niclas Heri verður álvarsamur aftur og tosar um, at tað væl kann vera, at tekstirnir hjá Dynamitt eru lættir og ókompliseraðir. - Men tað merkir ikki, at tað er lætt at skriva slíkar tekstir. Tað tekur tíð sum alt annað, tí teksturin má og skal sita, sigur hann og heldur fram, at Dynamitt njóta tónleikin, at framføra og spæla. Og tað er tí, teir hava gjørt tað í yvir tíggju ár og aftur fara at gera tað fríggjakvøldið. Powershow Manningin í Dynamitt fríggja- kvøldið er ikki heilt tann sama sum í 2005. Umframt Emil Gunnarstein, Jógvan Mørkøre, Inga Isaksen, Hans Jacob Nystrøm og Niclas Hera Jákupsson, verða Erik Biskopstø og Joel Cole við. Dynamitt spæla sum seinasti bólkur fríggjakvøldið á stóra palli. Niclas Heri sigur, at fyri- reikingarnar eru byrjaðar, og nógvir av teimum góðu gomlu sangunum verða at hoyra. Serliga teir mest lívligu. Men onkur nýggj løg verða kanska at hoyra. Millum onnur Frensurin hjá Óla og Til allar kvinnur. - Vit fara at koyra upp á show­ið. Tað skal vera pow­er og futtur í. Tí vit vita, at hetta er fríggjakvøld, klokkan verður farin av eitt og fjøldin er vælkoyrandi hesa løtuna. Ekkóandi punktum bleiv til komma Eftir áhaldandi áheitanir frá fólki boygdu Dynamitt seg og fóru aftur á pallin. Fyrst til Straight Parade fyrr í ár, og nú fríggjakvøldið á Vágsbøi á Summarfestivalinum