mikudagur 6. august 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
16 ára gamla songkvinnan
av Glyvrum hugtekur við sini
frálíku rødd
Anna Nygaard av Glyvrum var í ár ein sannførandi vinnari av Ársins
songrødd. 16 ára gamla songkvinnan sang ein sang hjá Aretha
Franklin, og hon streyk avstað við sigrinum í kappingini. Nógvar
stórar songkvinnur hava fingið sín elddóp í Ársins songrødd, og líkt er
til, at ein nýggj kvinnulig songstjørna er á veg.
Ein av vinningunum í Ársins songrødd var møguleikin at spæla á
Summar Festivalinum, og hesum møguleika tekur Anna Nygaard av.
Hon fer at spæla saman við bólki sínum.
- Eg ætli mær at vita, hvussu langt eg kann koma við tónleikinum.
Beint nú fokuseri eg bara uppá konsertina á Summar Festvialinum,
og so fái eg at síggja aftaná tað, hvat víðari fer at henda, sigur Anna
Nygaard.
Anna Nygaard er Árins songrødd, og hann sleppur
rættiliga at royna seg á Summar Festivalinum
Hanus
hoyrir til
Hanus G.
Johansen spælir
fimta árið á
rað á Summar
Festivalinum –
og hann er betri
umtókur enn
nakrantíð áður
Hanus G. Johansen hoyrir við til ein góðan
Summar Festival. Ja, frásøgumaðurin Sjúrður
Skaale fór i fjør so langt og segði, at orsøkin
til, at Summar Festivalurin verður hildin, var tí
Hanus G. Johansen var føddur
Á øllum fýra undanfarnu Summar Festivalunum hevur Hanus G. Johansen
spælt, og hansara framførslur hava verið framúr góðar – og aftur í ár fáa
festivalgestir møguleikan at uppliva meistaran á palli.
Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í
tónleikalívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann fór at spæla gittar og
syngja sum blaðungur, og hann var við í onkrum tónleikabólkum.
Millum annað var hann við til fyrstu innspælingarnar hjá
Frændum.
Hanus er tó fyrst og fremst kendur sum tann fólkakæri
vísusangarin, sum dugir at fanga einhvørja mannfjøld
– um hon er stór ella lítil. Útgávan Gaman og álvara
staðfesti støðuna hjá Hanus sum ein framúr lagasmið og
sangara – ikki minst tá ið hann tulkaði Pól F. Joensen – og
hendan útgávan er júst endurútgivin sum fløga. Hanus hevur
eisini spælt saman við klassiska orkestrinum Aldubáruni, og
hann hevur givið fløgu út við tónleiki, sum hann hevði gjørt til
yrkingar hjá norðmanninum Jakob Sande.
Í farnu viku var Hanus G. Johansen heiðraður við
Listavirðisløn Miðlahúsins, og síðani seinasta Summar
Festivalin hevur Hanus endurútgevið Gaman og Álvara á
fløgu.
Og Hanus er til reiðar til enn ein Summar Festival, og
tað kunnu øll gleða seg til!
Anna ætlar sær langt