Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Vísusangarin Hans Hjalti Skaale er kendur fyri at spæla og syngja stuttligar tættir, vísur og írskan fólkatónleik. Hann hevur skrivað nógvar tættir saman viðoyinginum Andriasi Justesen , og teir báðir hava skrivað um mangt og hvat, sum hevur verið uppi í tíðini. - Sjálvandi skerst tað ikki burtur, at vísurnar eru skrivaðar við humori, men vit meina tað seriøst, sigur Hans Hjalti Skaale. Á Summar Festivalinum fer Hans Hjalti at spæla saman við Eyðuni Nolsøe, og eisini fer Eyðvør Klakstein at spæla violin til nakrar sangir. Hans Hjalti bjóðar tættir og góðar írskar fólkasangir. Ungi songfuglurin úr Mikladali, Ingibjørg Hansen, er spent til framførsluna hjá sær á Summarfestivalinum. Saman við Rana Nolsøe fer hon at spæla ymiskan blandaðan tónleik Tað eru fýra ár síðani at Føroyar funnu út av, at ein songfuglur býr í Ingibjørg Hansen. Hon vann Barnaprixið í 2004, tá hon sum 12 ára gomul sang Crazy í finaluni. Ein sangur, sum henni dámar væl at syngja. Men fýra ár eru farin framvið, og Ingibjørg hevur vant nógv hesi árini. Hóast hon ikki hevur gingið til sangundirvísing, syngur hon nógv heima við hús í Mikladali á Kalsoynni og fær á tann hátt nakað av venjing. Skráin hjá Ingibjørg á Summarfestivalinum er ikki endaliga løgd, men hon greiðir frá, at tað verður ymiskt blandað, sum hon fer at framføra. Pop, country og okkurt eitt sindur rokksligt verður heilt víst á skránni, sigur hon. - Mær dámar væl at syngja sangir, sum eru ein avbjóðing, sum krevja eitt sindur av mær. Har eg sleppi at nýta røddina, greiðir Ingibjørg frá. Hóast sín unga aldur, hevur hon ikki nervar fyri at framføra á einum so stórum tiltaki, sum Summarfestivalinum. - Kanska eg fari at hava nervar beint áðrenn sjálva framførsluna, men beint nú eri eg bara spent, sigur Ingibjørg. Framtíðin Sum nógv onnur tónleikafólk hevur Ingibjørg hugsað nógv um tónleik, og hvussu tað hevði verið at livað av tí. Men hon hevur kortlagt sær framtíðina rættiliga væl, tí hon vil hava eina útbúgving. Eftir summarfrítíðina fer hon á studentaskúla á Kambsdali, og ætlanin er eisini at fara undir víðarilesnað eftir lokna miðnámsútbúgving. - Eg havi ofta hugsað um, hvussu tað man vera at liva av tónleiki, men tað er so óvist, og tí er tað gott at taka sær eina útbúgving, sigur unga songkvinnan avgjørd. Men harvið er tónleikurin ikki sleptur. Ingibjørg heldur sjálv, at hon hevur flutt seg tónleikaliga hesi fýra árini, síðani hon vann Barnaprixið. Men hon kundi hugsað sær at gingið til sangundirvísing. - Eg havi flutt meg, men eg mangli onkrar sangteknikkir framvegis, og tað hevði eg heilt víst lært, um eg gekk til sangundirvísing, sigur Ingibjørg Hansen. Ongin fløguútgáva við Ingibjørg liggur fyri framman, sum nú er, men fólk kunnu gleða seg til at hoyra hana á Summarfestivalinum hóskvøldið, tá hon fer at spæla saman við Rana Nolsøe. Hans Hjalti Skaale Ingibjørg gleðir seg Ingibjørg Hansen verður at hoyra á Summarfestivalinum. Hon fer at framføra á Torginum hóskvøldið