Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Indiánarar, kov­ boyarar, bomm­ verksmiðja, livandi djór og sjálvandi eis­ ini hoppiborg­ ir. Hetta er bert nakað av tí, sum stóra Silvalandið ella barnalandið á Summarfesti­ valinum kann bjóða sínum yngstu gestum Sum nakað nýtt verður eitt tema í Silvalandinum í ár. Temaið er indiánarar og kovboyarar, og hesi fara at taka ímóti børnunum, tá tey vitja barnalandið. Í ár eru tað brøðurnir Finn og Jógvan Johannessen, sum fyriskipa tiltøkini til børnini. Finn Johannessen greiðir frá, at hugskotið við at hava eitt tema er ein roynd. - Ætlanin er at indiánararnir skuldu taka ímóti børnunum, og so skal tað eisini bera til hjá børnunum at fáa eina mynd tikna av sær og einum indiánara ella kovboy, sigur Finn. Silvalandið liggur á grøna økinum yvir av Vágsbøi, har stóri pallur er. Tað merkir, at tað liggur í hjartanum á festivaløkinum, og tilboðini til børnini verða enn fleiri í ár. Sum nakað nýtt verður ein bommverksmiðja, har børnini kunnu gera teirra egna góðgæti. Eisini verður andlitsmáling og tað fer eisini at bera til at fáa flættir í hárið. Harafturat verða fleiri hoppiborgir av ymsum slagi. Onkur verður til tey heilt smáu børnini, meðan tær størru verða til tey størri børnini. Megaborðfótbóltur er nakað nýtt, sum tey fara at royna, eins og ein klatriveggur eisini verður settur upp á økinum. Eisini ætla fyrireikararnir at gera eitt spælipláss og ein sandkassa á økinum, sum kanska serliga er ætlaður teimum smæstu børnunum. Framførslur Hóast stóri pallur verður karmur um stóra barnashowið seinnapartin leygardagin, verða børnini ikki snýtt fyri framførslur inni í sjálvum barnalandinum. Silvapallurin verður settur upp, og har koma fleiri kend at framføra fyri børnunum. Oskar kemur á vitjan, Angela og Hannibal fara eisini á pallin – eins og gyklari og eldblásarin fara at sýna fram teirra kynstur. So ongin ivi er um, at tað eru nógv tilboð til børnini á Summarfestivalinum. - Tey flestu tilboðini í Silva- landinum eru ókeypis, men har børnini kunnu ogna sær eitthvørt, er ein rímuligur kostnaður lagdur afturat, sigur Finn Johannessen. Undirhald í Silvalandi Mikudagin 6. august 19.00 Gyklari Hósdagin 7. august 17.00 Silvalandið letur upp 18.00 Gyklari 19.00 Fimleikarar 19.30 Hoops 20.30 Oskar Fríggjadagin 8. august 16.00 Silvalandið letur upp 17.00 Silvi & Gylkari 19.00 Eldblásari 21.00 Gyklari Leygardagin 9. august 13.00 Silvalandið letur upp 14.00 Gylkarin 14.30 Barnashow á Stóra palli 15.00 Oskar og djórini á Stóra palli 18.00 Angela & Hannibal 19.30 Oskar Nógv spennandi til yngstu gestirnar Stóra Silvalandið verður aftur karmur um tilboðini til børnini á ársins Summar festivali. Indiánarar, kovboyarar, livandi djór, andlitsmáling, flættir í hárið, hoppiborgir, góðgætisverksmiðja, spælipláss og mangt annað verður á síggja og royna í Føroya størsta barnalandi