mikudagur 6. august 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Bólkurin Eighteen Hands
spælir kendar slagar
ar, og orðini verða sam
stundis framførd á tekn
máli
Tað byrjaði við, at Summarfestivalinumfekk
eitt sms frá Gudrun, sum helt deyvabólkin
Eighteen Hands burdi spælt á Summarfesti
valinum.
Tá ið Steintor Rasmussen, eitt sindur
góðvarin royndi at ringja til nummarið hjá
Gudrun Nadju Olesen, varð hann avbrotin
beinanvegin. Ikki so løgið. Eitt minutt seinni
kom næsta sms ið. »Jeg glemte at skrive, at
jeg er døv , så jeg tager ikke telefonen.«
Er ein deyvur, so er telefonin góð at senda
og lesa sms, men tú hoyrir sjálvandi ikki ein,
sum tosar ella rópar í hinum endanum.
Men aftaná seinna snarboðið og eftirfylgj
andi teldubrøv so varð bæði gott samband og
samskifti millum partarnar.
Jú, eg havi hoyrt bólk
in í venjingarhølunum í
Keypmannahavn. Tey spæla
og syngja sum eitt gott vanligt orkestur,
men øll orðini verða samstundis framførd á
teknmáli. Tað var ein heilt serlig uppliving,
sum ivaleyst fleiri festivalgestir fara at fáa
nógv burturúr, sigur Steintór, ið fegnast um at
sjáldsami bólkurin verður at hoyra og síggja á
Summarfestivalinum.
Slagarar á skránni
Eighteen Hands byrjaði í 1995, har trý
starvsfólk sum arbeiddu við teknmáli høvdu
serligan áhuga fyri tónleiki. Tey byrjaðu
bólkin KCbandin, sum seinni bleiv til tær
nýggju hendurnar. Seinni eru nýggj andlit og
hendur komnar í bólkin, sum í Føroyum verður
mannaður við fýra monnum handan tangentar,
trummur, bass og gittara, meðan tær báðar
Ditte syngja – onnur við góðum og svingandi
vokali, hin við hugtakandi og sigandi teknum
og kropsmáli.
Bólkurin spælir kendar slagarar, alt frá Kim
Larsen til Eric Clapton. Deyvabólkurin er ein
nakað heilt serligt, og kortini so einfalt, at øll
á sín hátt kunnu syngja við.
Eighteen Hands
– har øll eru við
Eighteen Hands er ein heilt
serligur tónleikabólkur, sum
føroyingar ikki áður hava upp livað
Vestmenn
Safir
Vísubólkurin Safir pakkar sínar frálíku
sangir í viðførið og setir í august
kós ímóti Klaksvík, har teir gera
comeback við framførslu á Summar
Festivalinum.
Tað var í 1996, at Safir kom við
sínari einastu útgávu higartil. Meðan
aðrir bólkar royndu at blása alt
um koll við hørðum, alternativum
rocktónleiki, legði Safir á ein annan
bógv. Við einføldum útsetingum av
egnum sangum fingu teir fastatøkur á
føroyingum, og perlurnar hjá Safir eru
framvegis at hoyra.
Sangir sum Høgra Jam, Tú ert so
deilig, Mánin og aðrir fullu væl í
oyrað, og teir eiga sítt sjálvsagda
pláss onkra staðni mitt í føroyska
sangskattinum frá 1990’unum.
Tór Verland Johansen og Janus
Trygvason manna bólkin Safir.
Upprunaliga manningin í Vestmonnum
savnast, og tey fara at spæla til rimmar
konsert á Summar Festivalinum.
Tað var í 1983, at Vestmenn komu inn
á føroyska tónleikapallin við einum braki.
Fyrsta útgávan hjá teimum, Brot, seldi
fleiri túsund eintøk fyrstu vikuna, og
Vestmenn gjørdist ein tann fólkakærasti
føroyski bólkurin í 80’unum.
Við sangum sum Eg Siti So Eina,
Motormani, Ró og Sildarok í Singapoore
gjørdust Vestmenn ein tann mest spældi
bólkurin í føroyska útvarpinum. Sangirnir
hjá teimum blivu ein fyri og annar eftir
landskendir, og nú 25 ár seinni kunnu
Vestmenn fara á pallin við eini langari røð
av hittum og kendum sangum.
Vestmenn hava hildið drúgvan
steðg seinastu árini. Høvuðsmenninir
í bólkinum, Martin Joensen og Ólavur
Højgaard, hava givið tónleik út hvør sær,
men nú finna teir saman aftur til eitt
comeback við Vestmonnum.
Øll tann upprunaliga manningin
savnast aftur til framførsluna á Summar
Festivalinum, og umframt Ólav og Martin
umfatar bólkurin eisini Niels Olsen,
Boga Olsen, Jógvan í Toftum Olsen og
kórsangararnar Rúnu á Heygum og Jórun
Højgaard.
Tað er sanniliga orsøk til at gleða seg
til eitt tað størsta comebackið í føroyskum
tónleiki seinastu árini – útsett eitt ár, men
ikki minni spennandi av teirri orsøk.