Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-06, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Burturmist Um tit finna okkurt, sum er gloymt ella mist, kunnu tit lata tað til Kunningardiskin á festivaløkinum. Fólk, sum hava mist okkurt burtur, kunnu spyrja eftir tí í Kunn­ ingardiskinum. Lutir, sum verða lætnir til Kunningardiskin, men ikki verða heintaðir á festivalinum, verða lætnir Politistøðini í Klaksvík eftir festivalin. Fløskur Tað er ikki loyvt at hava fløskur ella eingangsíløt við sær inn á festivaløkið. Hetta forboð umfatar alt slag av fløskum og íløtum. Royking Royking er bannað í Flags­tjaldinum og annars á øllum mat­ og sølustøðum á festivaløkinum. Fototól og kamera Digital fototól og kamera til privat brúk og fartelefonir við myndatóli kunnu brúkast á festivaløkinum. Professionell foto – og kameraútgerð kann bert takast inn á festivaløkið við loyvi frá festivalleiðsluni. Send umsókn til post@summarfestivalur.fo Parkering Fleiri størri parkeringspláss eru í nánd av festivaløkinum, og fólk verða biðin um at parkera bilin forsvarliga á avmerktum parkeringsøkjum. Parkeringspláss eru til dømis við KÍ-høllina, við Skálan, við skúlarnar á Ziskatrøð og við Ósánna, við Betesda og Bókasavnið, við Christians- kirkjuna, á Klaksvíksvegnum og aðrastaðni. Náttarbussar Skipað verður fyri eyka bussambandi á Summar Festi- valinum. Strandferðslan koyrir sum vanligt um dagin, og á nátt verða eyka bussar settir inn til teirra, sum vilja sleppa heimaftur. Bussarnir koyra frá parkeringsøkinum við KÍ-høllina. Samband verður til Eysturoynna, Havnar, Vestmanna og Vágarnar. Bussarnir koyra soleiðis: Hóskvøldið: Kl. 03.00 Fríggjakvøldið: Kl. 05.00 Leygarkvøldið kl. 05.00 Bílegging: Tlf. 505220 Kunningardiskur Summar Festivalurin hevur serligan Kunningardisk á festivaløkinum, sum fólk kunnu venda sær til, um tey hava eitthvørt ivamál viðvíkjandi festivalinum. Eisini kunnu funnir lutir latast Kunningardiskinum.