hósdagur 7. august 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. august 2008
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
VARPIÐ
SvF • Sunnudag 10. kl. 21.00
»Dolly Parton – countrydrotningin«
Søgan um drotningina innan countrytónleikin, Dolly Parton, er ævintýrið
um gentuna, sum kom úr fátøkum korum og endaði á tindinum í
tónleikaheiminum. DR hevur verið í USA og fylgt Dolly Parton. Vit eru
á konsert við henni í Radio City Music Hall í New York. Eisini verður
prátað við ta nú 62 ára gomlu sangstjørnuna og sjálvandi verður eisini
komið inn á hennara mongu plastisku skurðviðgerðir.
Tv3 • Mánadag 11. kl. 20.00
»The Perfect Man«
Tanáringurin Holly Hamilton er troytt av at flyta hvørja ferðina mamma hennara finnir ein nýggjan
sjeik. Holly finnur eina lætt gjørda ætlan, sum skal gera tað eitt sindur lættari fyri seg. Men áðrenn
hon veit av, grynnir hon ikki longur.
SvF • Fríggjadag 8. kl. 20.45
OL - setanin
Eftir EM-fótbólt og Tour de France er enn ein stór ítróttarstevnan á
skránni. Hetta er sjálvandi nógv umtalaða Olympiadan, sum hesaferð
verður hildin í Kina. Livandi myndir frá fyrireikingunum til setanina eru
longu komnar út á alnetið, hóast kinversku myndugleikarnir hava roynt
at forða hesum. Myndirnar boða frá eini stórslignari setan.