hósdagur 7. august 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 149 - 7. august 2008
tíðindi
Áhugin fyri Summar
Festivalinum er
størri enn nakrantíð
áður. Fleiri enn 6.000
atgongumerki eru
longu seld, og góðu
veðurforsøgnirnar
borga fyri fram
haldandi góðari sølu
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í kvøld byrjar Summar
Festivalurin, og lagt er upp
til eitt brak av einum festi
vali. Summar Festivalurin
hevur víðkað skránna, og
hesaferð verða framførslur
og undirhald á fýra pallum í
tríggjar dagar.
Útlendskar stjørnur sum
Melanie C, Alphabeat og
Smokie skulu spæla saman
við spennandi føroyskum
nøvnum sum Kára P, The
Dreams, Lindu Andrews,
Húskallum og Páll Finnur
Páll.
Áhugin
fyri
Summar
Festivalinum er so stórur
sum ongantíð áður. Í gjár
vóru fleiri enn 6.000 at
gongumerki seld, og at
gongumerkjasølan gongur
framvegis væl. Veðurmenn
inir siga frá góðum veðri,
og tí er líkt til, at tað leggjast
nógv fólk afturat. Tað verða
seld í mesta lagi 8.000 at
gongumerki til festivalin í
ár.
Norðoya Kunningarstova
hevur eisini havt trupult við
at fylgja við mongum um
bønunum um pláss til hus
vognar, bátar og tjøld, og
øll pláss á gistingarhúsum
og summarhúsum eru langt
síðani umbiðin.
Fólk koma úr
øllum ættum
Fyrireikararnir av Summar
Festivalinum fegnast um, at
fólk aftur í ár taka so væl
undir við festivalinum.
Áhugin fyri festivalinum
er sera stórur, og vit rokna
við nógvum fólkum allar
festivaldagarnar. Tað
er
hugaligt at uppliva, at
Summar Festivalurin kann
samla so nógv fólk í øllum
aldri úr øllum ættum, og vit
gleða okkum til geva fólki
eitt ordans upplivilsi, sigur
Steintór Rasmussen, fyri
reikari av Summar Festivali
num.
Tá so nógv fólk skulu á
festival, er umráðandi at
fólk koma í góðari tíð, um
tey skulu hava armband
uppá við inngongdina. Tað
kann koma fyri, at fólk
mugu bíða eina løtu fyri at
sleppa inn, og tí heita vit á
fólk um at koma í góðari tíð
áðrenn stóru nøvnini fara á
pallin, sigur hann.
Fimti Summar Festival
urin er tann mest víðfevndi
festivalurin,
sum
hevur
verið. Hesaferð verða fýra
pallar í brúk í tríggjar dagar,
og Silvalandið er útbygt við
fleiri og nýggjum tilboðum
til teir yngstu festivalgest
irnar.
Ljóð enn betri
Nógvur verður gjørt burtur
úr tøknini til festivalin, og
ljóðanleggið til stóra pallin
er tað størsta nakrantíð. Í
fjør setti Scorpions hørð
krøv um ljóð, men hóast
krøvini ikki eru tey somu í
ár, so hevur festivalurin
sjálvur valt at halda fast um
høga ljóðstøðið, og anleggið
í ár er enn størri, enn tað
var í fjør.
Vit leggja stóran dent,
at fólk fáa eitt gott upp
livilsi, og at øll síggja og
hoyra væl. Vit hava betra
ljóðpartin á øllum pallunum,
og nú hava vit stórskíggjar
bæði á Vágsbøi og í Flags
tjaldinum,
sigur
Erik
Biskopstø, fyrireikari.
Danski
ljóðtøkningurin
Anders Feldin, sum ger ljóð
til stórar konsertir í festi
valar, stendur fyri ljóðinum
á stóra pallinum. Royndi
tøkningurin Hans Andor
Johannesen
samskipar
ljóðpartin, og royndir tøkn
ingar sum Jónas Bloch
Danielsen, Ingi Isaksen og
Alexander Gaard Joensen
eru við í arbeiðnum, og
fremsti føroyski ljósmað
urin, Egil Barcley Høgenni
Hansen, stendur fyri ljósi
num til stóra pallin.
Tað verður fult hús
Steintór Rasmussen og Erik Biskopstøð eru tveir av høvuðsmonnunum handan SummarFestivalin. Saman við Gunnvá Gaard, samskipara, fegnast teir um stóra áhugan, sum er fyri festivalinum
Mynd: Høgni Thomsen