Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 150 - 8. august 2008 Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Starvsfólk til Býlingshúsið í Maritugøtu Søkt verður eftir einum hjálparfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 25. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 15. juli 2009. Søkt verður eisini eftir einum køksfólki at arbeiða 10 tímar um vikuna at byrja 1. september 2008 ella eftir nærri avtalu. Sum køksfólk hevur tú eisini møguleika fyri at arbeiða sum avloysari inni á stovunum. Setanarviðurskifti Starvið sum hjálparfólk verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið sum køksfólk verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Býlingshúsinum í Maritugøtu, Maritagøta 50, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mikudagin 20. august 2008. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingu-Mariu Amandusardóttir, stovnsleiðara, ella Nancy Hentze, varaleiðara, telefon 30 24 00 ella 27 29 29, ella við at hyggja á heimasíðu okkara www.123hjemmeside.dk/maritugota Pedagogur til Dagstovnin á Hamrinum Søkt verður eftir pedagogi, fyri pedagog í farloyvi til barnagarðsstovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. september 2008 ella eftir nærri avtalu. Starvstíðin er frá 1. september 2008 til 31. august 2009. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Dagstovninum á Hamrinum, Glyvursvegur, 160 Argir, í seinasta lagi mánadagin 25. august 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Henriksen, stovnsleiðara, ella Maibritt Simonsen, varaleiðara, telefon 32 20 03 ella 22 57 84, ella við at vitja heimasíðu okkara: www.123hjemmeside.dk/dag-ham Pedagogur til Lítlaskóg Søkt verður eftir pedagogi til skúlastovu at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Lítlaskógi, boks 217, 110 Tórshavn, í seinasta lagi leygardagin 23. august 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, stovnsleiðara, telefon 21 91 35. Lívbjargari til svimjihøllini Søkt verður eftir einum manni sum lívbjargara til svimjihøllina. Starvið fevnir umframt arbeiðið sum lívbjargari um at taka eina hond í ymiskt í tí dagliga. Førleikakrøv Umsøkjarin skal vera góður svimjari og hava stóru lívbjargararoyndina, annars verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast. Setanarviðurskifti Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið er skipað í vaktum. Starvið verður sett 1. september 2008. Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmogu 32, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi mikudagin 20. august 2008. Merkið umsóknina »Lívbjargari«. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóannes Niclasen, varaleiðara, telefon 30 20 72, ella Jákup Simonsen, deildarleiðara á mentamáladeildini, telefon 30 20 10. Sildin, sum tey før­ oysku skipini hava fingið norðanfyri, fer til ídnað Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Føroysku sildaskipini hava havt gott fiskarí á einari leið á umleið 72 stigum norður og 9 eystur. Hetta er í krókinum við norska økið og svalbardsøki. Higartil hava Fagraberg, Høgaberg, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Jupiter verið inni og landað, og Christian í Grótinum hevur fiskað til Norðborg, sum hagreiðir sildina umborð. Tað mesta av sildini er landað í Íslandi. Eitt nú hava tróndur í Gøtu og Finnur Fríði landað hvør síni 2.500 tons á Fáskrúðsfirði. Fagraberg landaði eisini í Íslandi. Hinvegin hava Høgaberg og Jupiter landað til Havsbrún í Fuglafirði. Bæði skipini høvdu fulla last. Sambært heimssíðuni hjá Vinnuni er sildin heldur smá, og virkinmi, sum arbeiða sild til matna, eru ikki farin í gongd enn. Tí fer øll sildin til mjøl og lýsi. Sildin fer til mjøl og lýsi Tróndur í Gøtu landaði sildina í Íslandi