Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 8. august 2008 3 FJARSKIFTIS- / POST- / ELVEITINGAR- OG TRYGGINGAREFTIRLITIÐ Vit søkja eftir fulltrúum til Fjarskiftis-, Post-, Elveitingar- og Tryggingareftirlitið. www.sansir.fo » VIT KUNNU BJÓÐA Vit kunnu bjóða tær eitt sera f øltáttað og sjálvstøðugt starv sum fulltrúi í einum f ølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, sum fevnir um: Fjarskiftis-, Post-, Elveitingar- og Tryggingareftirlitið. Stovnarnir eru fyrisitingarliga skipaðir saman við Kappingareftirlitinum. Serfrøðingar og konsulentar eru eisini knýttir at stovnunum. Tú kemur at starvast saman við dugnaligum starvsfelagum í einum óformligum starvsfólkaumhvørvi, og verður við til at loysa avbjóðandi uppgávur, ið hava stóran týdning fyri vinnu og borgarar. Starvið er bæði persónliga og yrkisliga mennandi við nógvum samskifti við vinnulív og myndugleikar, umframt altjóða stovnar og myndugleikar. Til ber at laga starvið eftir tínum førleika og áhuga. Arbeiðið á stovninum skal vera á høgum fakligum støði, og vit leggja tí dent á at bjóða starvsfólkum okkara viðkomandi og avbjóðandi útbúgving/ eftirútbúgving. Tú fært eisini høvi at seta teg inn í føroyska vinnulóggávu, taka viðkomandi skeið, luttaka á ráðstevnum o.a. » FØRLEIKAKRØV Umsøkjarar skulu hava: • prógv sum løgfrøðingur, verkfrøðingur, búskaparfrøðingur, grannskoðari ella hava aðra viðkomandi útbúgving • góð analytisk evni • góðan kunnleika til føroyskt og enskt • royndir innan privata ella almenna fyrisiting. Hetta er tó ikki ein treyt. Fyrisitingarroyndir innan f arskiftis-, post-, elveitingar- og tryggingarøkið kunnu vera ein fyrimunur. » ARBEIÐSUPPGÁVUR // Fjarskiftiseftirlitið: • at umsita fj arskiftislógina, harundir at viðgera umsóknir um konsessión, hava eftirlit við prísáseting og prísviðurskiftum, royna semjur ella taka avgerðir um sambindingarsáttmálar millum f arskiftisveitarar, umsita nummartilfeingi, gera kanningar, menna rættarreglur innan økið, fylgja altjóða menningini innan f arskifti v.m. // Posteftirlitið: • at umsita løgtingslóg um postvirksemi, harundir útinna eftirlit, veita ráðgeving um viðurskifti á postøkinum, áseta hámarksprísir, gjøgnumganga roknskapir v.m. // Elveitingareftirlitið: • at umsita løgtingslóg um elveiting • at orða loyvir til framleiðslu- og netvirksemi á el-veitingarøkinum • at áseta meginreglur fyri prísáseting og fyri at skilja sundur roknskap fyri framleiðslu- og netvirksemi • at gera útbjóðingartilfar í samband við, at lýst skal verða eftir umsóknum til el-framleiðslu úr vindi. // Tryggingareftirlitið: • at røkja eftirlitsuppgávurnar sambært tryggingarlógini og vera við til at áseta og menna rættarreglur v.m. • at hava eftirlit við tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum m.a. eftirlit við fæfeingisgrundarlagi, roknskapum, gjaldførisbredda, íløgureglum, ognarviðurskiftum og leiðslu • at samskifta við tryggingarfeløg, eftirlønargrunnar og aðrar viðkomandi føroyskar og útlendskar myndugleikar • at gera og halda viðlíka vegleiðingar og reglugerðir sambært nýggju tryggingarlógini, ið kemur í gildi 1. september 2008. // Aðrar/felags uppgávur, at vera við til : • at menna arbeiðsgongdir og mannagongdir annars á stovninum • at loysa ávísar uppgávur innan kappingarøkið • at vegleiða og ráðgeva Vinnumálaráðnum, harundir áhaldandi eftirmeting og kunning um royndir viðvíkjandi galdandi lóggávu á vinnuøkinum Sí nærri um stovnarnar á: www.fse.fo, og www.tryggingareftirlit.gov.fo » SETANARTREYTIR, UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við: Leivur Harryson, deildarleiðara, tlf.35 60 25, fartelefon 55 60 25 og t-post: lh@fse.fo ella Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 35 60 21, tlf. 21 60 20 og t-post: jt@fse.fo. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Umsóknir skulu sendast til: Fjarskiftiseftirlitið Skálatrøð 20 Postboks 73 FO-110 Tórshavn ella við telduposti til jt@fse.fo og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. august 2008 kl. 12:00.