fríggjadagur 8. august 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 150 - 8. august 2008
Sethús – Áargøta 8, Miðvágur
Sethús í trimum hæddum, íalt samlað búvídd uml. 78
fermetrar, harafturat er ein tilbygningur uppá uml. 20
fermetrar. Upprunaliga eru húsini bygd 1913, 1958 eru
húsini høvuðsumvæld og víðkað við tilbygninginum. Í
miðhæddini er inngongd, gongd, trappa til loft, køkur,
stova , spísistova og baðirúm. Á loftinum er gong og trý
kømur. Kjallarin er óinnrættaður, veggirnir í kjallarinum
eru lagaðir við gróti. Húsini eru eini gomul hugnalig hús,
mitt í gomlu bygdini, sera gott útsýni út á førðin.
Prísuppskot : 500.000
Sethús – Húsagøta 19, Kollaførður
Hugnaligu húsini eru í tveimum. Hartil er hjallur og úthús
(gróthús). Annað húsið er 38,8 og hitt 22,8 í alt 61,6 m2.
Húsini kunnu byggjast saman. Grundøkið er 453 m2.
Upprunaliga byggiárið er 1797, men alt er bygt um og av
nýggjum í 1992 so sum veggir, gólv, rør, el, frárensl,
vindeygu o.a. Í øðrum húsinum er inngongd, durur, køkur,
stova, kamar, baðirúm og eitt lítið kamar / hemsur yvir
stovuni. Í hinum er inngongd, fýrrúm / vaskirúm og nýtt
baðirúm. Húsini standa í náttúruvøkrum, friðarligum,
veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi, nær við
barnagarð, skúla, kirkju, samkomuhús, læknahús, handil,
bankar, býbuss til Havnar. Frálíkt útsýni er yvir bygdina og
førðin.
Prísuppskot : 700.000
Randarhús – Vesturgøta 12, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum, samlað búøkið 140 fermetrar og
alt er innrættað. Grundøkið er 154 fermetrar. Byggiár
1984. Á loftinum eru 3 kømur, baðirúm og gongd. Í
miðhæddini eru køkur, stova við útgongd til altan. Í
kjallarahæddini eru durur, gongd, kamar,baðirúm og
vaski-/fýrrúm. Terassa kann lættliga gerðast omanfyri
húsini. Parkeringspláss til 2 bilar er frammanfyri húsini.
Húsini standa í barnavinarligum, friðarligum og veður-
góðum umhvørvi og hava gott útsýni.
Prísuppskot : 1.8 mill
Sethús – Bøkjarabrekka 13, Tórshavn
Húsini eru í trimum hæddum við høgari reising og kvisti.
Samlað gólvvídd uml.260 fermetrar. Í kjallarinum, gong,
køkur, stova, trý kømur, wc og fýrrúm. Ì miðhæddini er
gongd, trappa upp á loftið, køkur, stova, trý verðilsir og
wc. Á loftinum er gongd, trappa uppá kvist, køkur, stova,
trý verðilsir og baðirúm, á kvistinum er eitt rúm við
baðirúm og hurð út á altan. Húsini liggja væl fyri mitt í
býnum, fáir minnuttir oman á Vaglið, men tó friðaligt,
góður sólagangur. Frá ovastu hæddini er sera gott útsýni
yvir allan býin og út á nólsoyar førð.
Hóskandi boð ynskist
Sethús – Brattabrekka 15, Tórshavn
Húsini eru tveimum hæddum við tveimum íbúðum á
100+100 - í alt samlað búvídd á uml. 200 fermetrar. Á
veghæddini er inngongd, gongd / trappa upp til mið-
hædd, kjallara/fýrrúm, stova køkur baðirúm, og tvey
kømur. Á miðhæddini er gongd, køkur, spísistova/stova,
hjúnarrúm, baðirúm og tvey kømur. Bygd 1963 og
framdar umvælingar 1983 og vindeyguni skift 1992/1997.
Húsini liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi, fá fet frá Gundadali. Húsini hava stóran
hugnaligan garð við trøðum og runnum. Skjótt til gongu
oman í býin, gott busssamband.
Prísuppskot : 1.9 mill
Sethús – Lækjuvegur 7 Eiði
Húsini, sum verða nevnd Jákupstovuhúsini, eru í 3
hæddum á uml. 36 fermetrar - í alt 108 fermetrar. Grundøki
er 113 m2. Byggiár uml. 1900. Í ovastu hædd eru 3 kømur
og gongd. Í miðhæddini er gongd, wc, kamar, stova og
køkur. Í kjallarinum er kjallararúm/fýrrúm. Húsini liggja
niðri við kaiøkið, har er friðaligt og gott útsýni. Húsini eru
vælegnaði sum summarhús
Hóskandi boð ynskist.
Sethús – Gerðisvegur Miðvágur
Nýggju húsini eru í 2 hæddum – hvør á 144 m2 – í alt 288
m2. Grundøkið er 580 fermetrar. Byggiár: 2008. Í erva er
inngongd / gongd, grovkøkur / bryggers / vaskirúm,
køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til útigólv
/ altan, hjúnarrúm við klædnarúmi, baðirúm og 2 kømur. Í
neðra er garaga við farstýrdari garaguhurð og inngongd
til stórt rúm, ið kann innrættast. Tekningar og tilfarslisti
eru vegleiðandi, tí avtala kann gerast um broytingar av
innrætting og tilfari eftir egnum ynski. Húsini standa í
veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi
við góðum útsýni yvir bygdina, bátahylin og førðin. Stutt
er til skúla, dagstovn handlar o.a. Møguleiki er fyri at fáa
uml. kr. 125.000,00 í mvg. aftur av arbeiðslønini.
Prísuppskot : 1.6 mill
Sethús Gundadalsvegur 23, Tórshavn
Stór sethús við bilskúri í tveimum hæddum á 105
fermetrar hvør hæddin - í alt samlað búvídd á uml. 210
fermetrar. Í ovarahæddini er inngongd, gongd trappa
niður á veghæddina, wc, køkur spísistova, stova við
fronskum hurðum ímillum, hjúnarrúm og eitt kamar.
Niðarahæddin: gong, 4 stór kømur, køkur, baðirúm við
brúsu og vaskirúm. Niðarahæddin er væl egnað til at leiga
út sum íbúð ella kømur. Húsini eru bygd í 1970, men eru
gjørd ístand, so sum, nýggjur køkur, ketil o.a. Húsini liggja
rætt ímun til sólina, frá stovuni er hurð út á stóra altan,
undir altanini er góður bilskúrur. Húsini liggja væl fyri í
Gundadali, sera veðurgott stað. Beint við ítróttavøll,
ítróttahøll, svimjuhøll, v.m. Útsýnið oman á vøllin og
oman í býin.
Prísuppskot 2.8 mill
Íbuð – undir Kongavarða H1 th Argir
Væl dámda íbúðin undir Kongavarða á 102 m2 er til sølu.
Bert hendan eina er eftir í hesari støddini. Íbúðin, sum er í
gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Harafturat
er felagsøki. Hon er væntandi liðug várið 2009. Har er
trappurúm / lyfta, inngongd, gongd / forstova / garde-
roba, baðirúm / vaskirúm, køkur, borðstova / stova við
útgongd til svala, hjúnarrúm við útgongd til svala og
kamar. Íbúðin liggur í friðarligum, náttúruvøkrum og
barnavinaligum umhvørvi við góðum tilplantaðum
felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum parkeringsøki.
Íbúðin er á 1. hædd í blokki H til høgru. Afturat keyps-
kostnaðinum skal leggjast út kr. 150.000,00 fyri mvg, ið
keyparin kann søkja um at fáa endurgoldið.
Prísuppskot 1.538.710
Sethús – á Heygnum 1 Kvívík
Nýggju sera snotiligu arkitektteknaðu orkusparihúsini
eru 170 m2 í erva og 93 m2 í neðra – í alt 263 m2.
Grundøkið er 637m2. Byggiár: 2008. Í erva er garaga,
hjallur, inngongd, gongd, gestawc, grovkøkur / bryggers,
køkur / alrúm / borðsstova við niðurgongd til niðastu
hædd, arbejðsrúm, millumgongd, hjúnarrúm við stórum
klædnarúmi, baðirúm og kamar. Í neðra er stova við
útgongd til terassu, millumgongd, baðirúm, kamar og
stórt vaskirúm við egnari útgongd. Laðagur og stoyptur
garður er runt húsini. Tey standa í friðarligum, sera vøkrum
og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg nær við
barnagarð, skúla og frítíðarskúla. Panoramaútsýni er yvir
allan førðin. Húsini verða seld nærum liðug, so keyparin
sjálvur kann velja tilfar og seta sín egna dám á húsini.
Møguleiki er fyri at fáa mvg. av arbeiðslønini (max.
kr.150.000,00) aftur.
Prísuppskot 2.3 mill
Sethús – Mylnugøta 20 Klaksvík
Húsini eru í 2 hæddum á uml. 60 fermetrar - í alt 120
fermetrar Grundøki er 630 m2. Byggiár 1949.. Í ovastu
hædd er gongd, køkur, 2 stovur, kamar, klædnarúm og
niðurgongd til niðastu hædd. Í niðastu hædd er kjalla-
rúm/fýrrúm, vaskirúm, 2 kømur, wc og baðirúm. Húsini
standa miskeiðis í býnum, í friðarligum umhvørvi og hava
gott útsýni.
Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.
Sethús – Rygsgøta 4, Argir
Húsini eru í 2 hæddum á 72 m2 og loft á uml. 60 m2 - í alt
uml. 204 fermetrar. Grundøkið er 499 m2. Byggiár: 1992. Í
miðhæddini er inngongd, durur, hall við upp- og niður-
gongd, gestawc, borðsstova / stova / hugnastova, køkur /
alrúm og kovi. Í ovastu hædd er trappugongd, gongd,
hjúnarrúm við útgongd til altan, barðirúm við brúsu og
baðikari og 1 kamar. Í niðastu hædd er inngongd, vaski-
rúm, fýrrúm / kjallararúm í fullari loftshædd, ið kann
innrættast. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og
barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Útsýnið er
frálíkt yvir Havnina og førðin – panorama av loftinum.
Stutt er til dagstovn og skúla (nýggjur skúli verður bygdur
nær við). Busssambandið er gott og nýtt vegasamband
við nýggjum ringvegi verður í næstum.
Prísuppskot 1.9 mill
Tvíhús – Lynggøta 5, Norðskáli
Í mai mánaði 2008 varð farið undir at byggja eini tvíhús á
Lynggøtu við Norðskála, sum eru um at verða liðug
Húsini eru í 1 hædd - samlað búvídd 95 fermetrar. Eisini er
eitt ovasta loft íð kann innrættast Húsini hava føroyaprofil
klædning svart alminiumstak, tætt tróður við dúki, plas-
tikk vindeygu og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllings-
hurðar ( Finland), og gólvini á vesinum verða sveisivenyl.
Tey eru innrættaði soleiðis: Durur, gongd, baðirúm,
forstova , 2 kømur, hjúnarrúm, grovkøkur, køkur,og stova.
Møguleiki er at velja gólv og køk eftir egnum ynski. Eisini
kemur eitt goymslurúm at hoyra til húsini.
Prísuppskot 1.150.000
Sethús – undir Reynum, Sandur
Hugnalig gomul sethús upprunalig bygd uml.1860 seinni
umbygd. 1979 eru húsini høvuðs umvæld og útbygningur
bygdur uppí húsini. Til húsini er úthús og hjallur.Ein partur
verður leigaður út til skúlastovu. Húsini eru í tveimum
hæddum við loft, upp í tróður, innrættað við gong og
tvey kømur. ì miðhæddini er: durur, gong, trappa til loft
og kjallara, køkur/spísistova, stova, millumgong og hurð
til útbygning sum er skúlastova. Í kjallarinum er: gong,
baðirúm við brúsu og tvey kømur og kjallararúm. Húsin
eru sera hugnalig og liggja væl fyri, mitt í gomlu bygdini,
beint við gamla skúlan og handil.
Prísuppskot 800.000,00
Sethús – Hvarvið 6, Tórshavn
Arkitektteknaði sethús í einari hædd 147 fermetrar + lítil
kjallari við fýrrúm og ítrivsrúm 17 fermetrar - í alt samlað
búvídd á uml. 164 fermetrar. Grundøkið er 508 fermetrar.
Á veghæddini er durur, gongd við hurð út til terassu,
toilet, køkur, grovkøkur/vaskirúm, hjallur, stova, millum-
gongd, hjúnarrúm, 2 kømur, baðirúm við brúsu og
klædnarúm. Í kjallarahæddini er ítrivsrúm, fýrrúm við
arbeiðsborði og trappa upp til veghæddina, hurð er út til
havan. Húsini eru sera væl hildin bæði uttan og innandura.
Girðing úr gróti við træstakitt kring alla ognina. Vælhildin
havi við runnum og blómun. Túni og terassa eru við
føroyskum gróti. Ognin liggur í friðaligum íbúðarøki við
blindan veg, stutt frá miðbýnum við sera góðum útsýni
yvir havnina og Nólsoyarførð.
Prísuppslot 3.2 mill
Sethús – Dalatún 15, Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum á uml. 49 fermetrar – í alt uml. 147
m2. Hartil er garaga á uml. 20 m2. Grundøkið er 323 m2.
Húsini eru bygd í 1950’unum, men eru umvæld og
dagførd. M.a. er klædningur, tekja, baðirúm, ketil, oljufýr
nýtt eins og køkurin er nakað nýggjur. Í miðhæddini er
inngongd, gongd, bryggers, køkur, borðsstova / stova við
útgongd til útigólv. Í ovastu hædd er trappugongd,
baðirúm, 3 kømur og 1 goymslurúm. Í niðastu hædd er
lágur kjallari. Har er fýrrúm / kjallararúm / hjallur /
goymslurúm. Húsini standa nær miðbýnum í veðurgóðum
og friðarligum umhvørvi við blindan veg. Dagstovnar,
skúlar, handlar og alt annað er beint við. Útsýnið er frálíkt
av loftinum.
Hóskandi boð ynskist