Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 150 - 8. august 2008 lýsingar Stuðul til Barnagarðin Eikilund í Vági og til Frítíðarskúlan í Vági (Endurlýsing) Søkt verður eftir einum stuðli í tíðarmarkað starv til tvey børn í vøggustovualdri til Barna- garðin Eikilund í Vági frá 11. august 2008 til 1. juli 2009. Arbeiðið er 30 tímar um vikuna. Somuleiðis verður søkt eftir einum stuðli í tíðarmarkað starv til Frítíðarskúlan í Vági til 6 ára gamalt barn við serligum tørvi frá 18. august 2008 til 1. juli 2009. Arbeiðið er 20 tímar um vikuna. Arbeiðið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag. Stuðulin kemur í samstarvi við aðrar stuðlar og starvsfólk á stovninum og onnur fakfólk at stuðla børnunum at fáa ein innihaldsríkan og mennandi dag, umframt at kunna viðvirka í teimum tiltøkum, ið liggja uttan fyri stovnin. Vit ynskja, at tann, ið skal setast, hevur náms- frøðiliga ella aðra viðkomandi útbúgving. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Annu Djurhuus, sosialdeildarleiðara á tlf. 37 36 04 ella 22 67 04. Umsóknin við prógvum, royndum og møgu- ligum viðmælum skal sendast til Sosialu Deild hjá Porkeris – og Vágs Kommunu í seinasta lagi 18. august 2008 kl.15.00. Sosiala Deild Porkeris- og Vágs Kommuna Við Á 8 · 950 Porkeri Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04 T-post: sosialadeild@email.fo Nýtt teoriskeið Nýtt teoriskeið Byrjar 12. august 2008 Tilmelding á tlf. 216021 Hoyvíksvegur 61 Íbúð ynskist í Klaksvík 18 ára gomul genta, sum skal á HF í Kambsdali í summar, ynskir íbúð. Fari væl um og gjaldi til tíðina. Dagunn Brend, tlf. 262267 Kamar í miðbýnum til leigu Møblerað kamar við egið wc & brúsubað og felags inngongd, køk, køliskáp, vaskimaskina og tráðleyst internet. Skriva til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn. Bill. mrk. 060808-001 Lærari til Funningsfjarðar skúla Søkt verður eftir lærara til uml. 13 tímar um vikuna fyri skúlaárið 08/09. Endaliga tímatalið verður ásett 1. sept. Í Funningsfjarða skúla eru 8 næmingar í 1. til 7. flokki. Umsøkjarar við læraraútbúgving verða tiknir framum. Umsøknir skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. august, og skulu sendast til Emil Jacobsen, Skálavegur 193, 480 Skála. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarrmálaráðið. Meira fæst at vita frá skúlaleiðaranum Emil Jacobsen á tlf. 601804 ella 741804. Runavíkar Kommuna Postboks 139 · Heiðavegur 26 · FO-610 Saltangará Runavíkar Kommuna Starv sum stuðul Søkt verður eftir stuðli 9 t/v til næming í Leirvíkar skúla skúlaárið 2008/09 Fyrimunir hava umsøkjarar, sum hava viðkomandi útbúgving og royndir. Løn sambært avtalu við Føroya Pedagogfelag. Vit vænta, at tú • Ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • Ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri toymissamstarvi Í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan. Umsóknir Umsóknir við møguligum prógvum, c.v. og um- mælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 16. august kl. 18.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Fríðfinn Johnsson, skúlaleiðara. Tlf 443234/743234 Leirvíkar Skúli Samognarbøur 4 · 520 Leirvík Tlf. 44 32 34 / 74 32 34 Fulltrúi /ráðgevi í Løgtinginum Í umsiting Løgtingsins er eitt starv sum fulltrúi ella ráðgevi leyst at søkja. Arbeiðsuppgávurnar hjá fulltrúanum/ráðgeva- num verða hesar: Nevndarskrivari og løgfrøðiligur ráðgevi í 3 tingnevndum Eftirkanna lógaruppskot og vera løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingmonnum í málum, sum nátúrliga hoyra til omanfyrinevndu nevndir At luttaka í vanligari málsviðgerð í umsiting Løgtingsins. Uppgávur hjá umsiting Løgtingsins eru í stuttum hesar: at taka sær av øllum umsitingarligum uppgávum Løgtingsins at vera ráðgevi hjá Løgtingi og løgtingsnevndum í øllum løgfrøðiligum spurningum, herundir at ansa eftir, at øll mál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt at røkja skrivarauppgávur í Løgtinginum og løgtingsnevndum at taka sær av skrivarauppgávum hjá Løgtingsins sendinevndum í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum Í umsiting Løgtingsins arbeiða í løtuni 10 fólk, harav 2 løgfrøðingar. Tann, sum settur verður, skal hava lokið prógv í løgfrøði. Tann, ið settur verður, skal hava áhuga fyri politiskum og samfelagsligum viðurskiftum. Fólk, sum hava lokið útbúgving í summar, eru væl- komin at søkja. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Tann, sum settur verður, má tola broytingar í arbeiðs- uppgávunum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Løgtingið, telefon 363913, Kristinu Samuelsen, starvsfólkaleiðara. Umsóknir saman við prógvum, frágreiðing um størv frammanundan og møgulig ummæli skulu vera umsiting Løgtingsins, Tinghúsvegur 1-3, Postrúm 208, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin, 25. august 2008, kl. 16.00. Løgtingið, 8. august 2008 LØGTINGIÐ