fríggjadagur 8. august 2008síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 150 - 8. august 2008
lýsingar
Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53
lsh@lsh.fo www.lsh.fo
er sjúklingurin í miðdeplinum
eru umleið 200 seingjarpláss
eru umleið 20 læknafakligar sergreinir
eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir
eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi
er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering
Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn
Sjúkrarøktarfrøðingar til B6
Tvey fulltíðarstørv í skiftandi vaktum eru
leys at søkja til setan 1. september 2008
ella eftir avtalu. Møguleiki er fyri lægri
brøki.
• eitt fast starv
• eitt avloysarastarv til og við
31. januar 2009
Á nýumvælda B6 er ein palliativ eind við
tveimum einastovum. Aðrar áhuga-
verdar fakligar avbjóðingar liggja eisini
fyri framman við implementering av
THS (Talgild Heilsu Skipan).
B6 er ein medisinsk deild, sum tekur
móti elektivum og akuttum vaksnum
sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 15
sjúklingum og hevur hesar sergreinar:
gastroenterologi, neurologi, endo-
krinologi, palliatión og onkologi. Arbeitt
verður eftir kontaktpersónsskipanini.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
• røkt og viðgerð til sjúklingar innan
áðurnevdu sergreinar
Krøv til umsøkjaran
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligur áhugi innan medisinsku
sjúkrarøktina
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
• eitt dynamiskt og fjølbroytt
arbeiðsumhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar
starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
• ávirkan á fakliga menning
• góða innleiðslu
Fyrimun hava umsøkjarar við kliniskum
royndum innan sergreinarøktina og
viðgerðirnar innan serøkini á deildini.
Nærri fæst at vita um størvini við at
ringja til Ingun Gaardbo, deildarleiðara
á B6 á tlf. 304500, lok. 6036, lsingga@
ls.fo ella til Ásu Poulsen, leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing, lok. 6102,
lsasapo@ls.fo
Umsóknarfreistin er 25. august 2008
kl. 12.00
Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðgongina
Eitt fulltíðarstarv við tilkalluvaktum frá
bústaði er leyst at søkja til setan 1. oktober
2008.
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt áhugavert og avbjóðandi starv
• eitt dynamiskt og fjølbroytt
arbeiðsumhvørvi
• góða og skipaða upplæring
• ávirkan á fakliga menning
Vit ynskja, at tú:
• hevur positivt lyndi
• hevur góð samstarvsevni
• ert fleksibul
• ynskir avbjóðingar
Førleikakrøv:
• Prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Annu á Dunga Simonsen,
deildarleiðara á tlf. 304500, lok. 5211, t-
post lsanndu@ls.fo ella til Nainu
Túgvustein, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing á
lok. 5102, t-post lsnaitu@ls.fo
Umsóknarfreistin er 25. august 2008
kl. 12.00
Starvsfólk til Sjúkraflutningstænastuna
Eitt fulltíðarstarv er leyst at søkja til
setan 8. september 2008 ella eftir
avtalu.
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við
nógvum ymiskum uppgávum. Ein av
høvuðsuppgávunum er at verða ein
bráðfeingishjálp í samband við lívbjarg-
andi arbeiði. Harnæst er uppgávan
flutningur av sjúkum og skaddum
fólkum og fólkum, ið eru rørslutarnað.
Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan
ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á
Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór
krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur
at arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni
fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og
Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 35
fólk. Deildin hevur 14 bilar, íroknað 10
sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til
deildina, er saman við sjúkrabilunum á
hvørjum starvsøki mannaður alt
samdøgrið.
Ábyrgdarøkini eru Tórshavn, Vágar og
Eysturoy í skiftandi vaktum. Tann, ið
settur verður, fær neyðuga upplæring í
samband við starvið.
Nýsett starvsfólk skulu hava grundskeið/
upplæring í uml. 14 dagar, áðrenn tey
kunnu virka sum hjálparfólk í sjúkra-
bilinum. Tey skulu hava vegleiðing av
einum viðgerða og hava møguleika fyri
øðrum grundskeiðum, ið eru neyðug,
fyri at røkja starvið til fulnar.
Sjúkraflutningstænastan krevur, at tann,
ið settur verður, skal upp til eina
praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði
eina ferð um árið fyri at tryggja, at
tænastan livir upp til eitt dygdargott
arbeiði.
Vit vænta, at tú:
• er tænastusinnað/ur, fyrikomandi og
hevur góð samstarvsevni
• kann síggja avbjóðingar fram um
avmarkingar
• hevur evni til at orða teg bæði
munnliga og skrivliga
• tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
• ert fús/ur til at broyta teg til nútíðina
Førleikakrøv:
• koyrikort til vanligan bil
• ikki yngri enn 21 ár
• rein revsiváttan (skal sendast við
umsóknini)
• hevur prógv í 1. hjálp
• hædd: minst 170cm uttan fótbúna
maður
• hædd: minst 165cm uttan fótbúna
kvinna
• maður skal kunna lyfta 50 kg yvir
bringuhædd
• kvinna skal kunna lyfta 30 kg yvir
bringuhædd
• likamliga sterk/ur
• heilsuváttan, váttað av lækna (skal
sendast við umsóknini)
• vanlig hoyrn og sjón
• telduførleiki á brúkarastøði
Í samband við starvsfólkapolitikkin og
virðisgrundalagið hjá Sjúkraflutnings-
tænastuni skal tann, ið settur verður,
lúka øll krøv, ið tænastan krevur. Í
hesum sambandi leggur Sjúkraflutnings-
tænastan eisini stóran dent á trivnaða
og menning.
Nærri fæst at vit um starvið við at venda
sær til Jákup Nolsøe, leiðara á tlf. 304503
ella Gunnar Hjelm, varaleiðara á
tlf. 304502
Umsóknarfreistin er 22. august 2008
kl. 12.00