mánadagur 11. august 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 151 - 11. august 2008
tíðindi
Leygardagur er
familjudagur á Summ
ar Festivalinum. Í
ár byrjaði dagurin
við barnatiltakið
og donsku XFactor
stjørnuni, Basim
SUMMARFESTIVALUR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Summar Festivalurin er ein
familjuvinarligur festivalur,
og í ár vóru tilboðini til
børnini enn fleiri enn undan
farin ár.
Silvalandið var størri og
hevði sín egna pall, og hóast
uppblástu spælistøðini tókt
ust eitt sindur fantasileys,
so vóru nógv børn inni á
økinum, regluligt undirhald
var á Silvapallinum, og ikki
minst einfaldi sandkassin
var ein frístaður fyri smá
barnafamiljur.
Framvið
spæliøkinum
vóru telt, har serliga gentir
sóu út til at hugna sær. Har
kundu tær fáa hárið flættað,
ymiskt pynt var til sølu og
eisini var ein hugnalig
slikkipinnaverksmiðja.
Teldukafein uttan fyri Før
oya Tele var hinvegin alla
tíðina full av dreingjum.
Trøllaommu slagarar
Okkurt árið hevur barna
tiltakið á stóra palli verið
sera stórt og umfatandi,
men soleiðis var ikki í ár.
Kanska tí at raðfestingin er
øðrvísi við fleiri smærri til
tøkum á Silvapallinum og
áðurnevndu tilboðum til
børnini. Í øllum førum var
bara ein hálvur tími settur
av til barnaundirhald leyg
ardag seinnapart.
Trøllapætur, omman og
nokkso nýggja ommudidd
an áttu pallin hesa løtuna.
Og børnini er eftir øllum at
døma ikki troytt av trøllu
num enn. Børnini sungu
minst líka væl við til ommu
slagarnar, sum tey vaksnu
høvdu sungið til Dynamitt
kvøldið fyri.
Omman var vill og festlig
sum altíð, Trøllapætur sá
næstan eitt sindur vaksin út
við fínum urið á arminum,
og lítla ommudiddan fekk
næstan ikki armarnar upp
um sítt stóra høvd.
Hóast ommudiddan er
ker, so hava børnini ikki
sama alsk til hana sum
ommuna, og tey sungu
nógv betur við til hálvgomlu
løgini hjá ommuni enn til
hypermodernaða
ommu
diddulagið.
X-Factor stjørnan
Tað var fitt av fólki savnað
til barnatiltakið, kanska
mest yngri børn og mamm
ur, pápar, ommur og abbar.
Áftaná
Trøllapætur
var
Basim á skránni, og í paus
uni smoygdu ein rúgva av
størri gentum sær millum
barnavognarnar og heilt
framm í móti pallinum.
Hetta var bara onnur live
konsertin hjá Basim, og
fyrsta stakfløgan frá kom
andi fløgu hansara kom var
komin út dagin fyri. Men
hóast hann bara er 16 ár og
næstan ongar royndir hevur,
so sást hetta næstan ikki á
honum.
Tað er okkurt Michael
Jacksonkent yvir hesum
unga nýdananum. Ikki tí
hann kemur uppá knøini á
amerikansku stjørnuni í
musikaliteti, men saman
blandingin av sakleysum
sangum um eina betri verð
og eggjandi løgum og
rørslum var eitt sindur
Jacksonslig.
Dómarnir í Xfactor hava
sagt tað so ofta, at tað er
eingin grund at endurtaka
tað. Men Basim hevur eina
sjarmu og eitt sjálvsálit,
sum røkkur langt. Sangirnir
vóru nýggir og ókendir,
men genturnar klappaðu og
sungu við. Hann smíltist og
tær skríggjaðu. Tað var júst
sum tað skuldi vera.
Genturnar fingu Basim
Framførslan hjá
Guðrið Hansdóttir á
summarfestivalinum
smakkaði av meira
hon var sikkur, herlig
og svingandi
SUMMARFESTIVALUR
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Guðrið
Hansdóttir
fylti
Flagsteltið og oyruni hjá
áhoyrarunum á Summar
festivalinum við deiligu
djevilssettu rødd og rútmum
sínum. Guðrið Hansdóttir
hevur eitt yvirlekkurt, rátt,
humoristiskt
og
gjøg
nummusikalskt groove.
Sigast skal, at ummælari
tygara er eitt sindur ógegn
ig, tí Guðrið Hansdóttir er
frammanundan sera høgt í
metum her í firmanum og
fastur gestur í oyralurtinum,
tá
kreativiteturin
skal
spretta.
Guðrið framførdi bæði
nýggj og eldri løg, og gott
hevði verið, um løgini vóru
fleiri og framførslan drúgv
ari. Við gittarbukandi akust
iska folk/rock protestsliga
ljóðinum koma nøvn sum
Alanis
Morisette,
Kate
Bush, Janis Joplin, Susan
Vega og Joan Baez fram
fyri meg. Og tað er bæði
herligt, stuttligt, svingandi
og nýskapandi fyri føroysk
an vísu og fólkatónleik við
einari sum Guðrið, sum
eisini er er ein dýrgripur
fyri málbólkin, sum undir
ritaða avgjørt er partur av.
Koyr á Guðrið tú ert bara
for góð.
Guðrið er
ein gáva
Hetta var bara onnur live-
konsertin hjá 16 ára gamla
Basim. Men tað hvørki hoyrdist
ella sást á unga dananum, sum
fekk øll hjørta at smelta
Ungu genturnar áttu Vágsbø hesa løtuna, og
Basim skuffaði ikki
Summarfestivalurin
2008 er farin aftur um
bak og eydnaðist væl
SUMMARFESTIVALUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Summar Festivalurin fór
fram í besta veðrið hóskvøld
og
allan
fríggjakvøldið.
Fangandi framførslur, og
ikki minst Silvalandið og
framførslurnar fyri børnum,
gjørdu festivalin fólksligan
og góðan fyri allar aldurs
bólkar.
Veðrið gjørdist verri út á
leygardagin, men við at
framskunda
konsertirnar
eydnaðist at bjarga degnum
og festivalupplivingini, áðr
enn vindur og regn løgdu
lok á.
Á næstu síðunum, og
longri afturi í blaðnum, siga
vit frá framførslunum á
festivalinum.
Myndirnar
hava Álvur Haraldsen, Mur
eldur og Jóannes Poulsen
tikið.
Fólksligur
Summar
Festivalur