týsdagur 12. august 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 152 - 12. august 2008
Nógvar søgur
goyma seg í smáum
gerandishendingum.
Hendan snýr seg
um kenda svenska
ævintýrarin og eina
lítla smágentu í
Klaksvík
MENTAN
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Komandi dagarnar sýnir
Eyð Matras eykasýningar
av leikinum, Sjóveður, um
svenska ævintýrarin, Ainu
Cederblom, sum við lítla
motorbáti sínum, Rospiggen
II, sigldi úr Svøríki til Før
oyar og haðani helt leiðina
fram við skonnartini Stellu
Mariu til Grønlands.
Aina Cederblom gjørdis
kend um øll Norðurlond
fyri stóra siglingarbragd
sítt, og eisini í Føroyum
setti hon spor eftir seg. Hon
var millum annað við til at
seta Vevskúlan í Klaksvík á
stovn. Eisini hugtók hon
fólk, og søgurnar um røsku
svensku konuna liva fram
vegis.
Ein fitt og stuttlig søgu
um Ainu Cederblom snýr
seg um lítlu Karin og gull
hálsketuna.
Smágentan á
trappuni
Tá ið svenska konubrotið
kom til Føroya í 1933, kom
hon upp á land í Norðdepli.
Hon spurdi seg fyri, hvussu
hon kundi koma víðari til
Grønlands, og fólk vístu
henni víðari til skiparan,
Poul Skarðenni (tá Olsen
og vanliga nevndur Stellu
Poul) í Klaksvík, sum sam
an við øðrum átti skonnart
ina Stellu Mariu.
Aina fór at vitja Poul í
Klaksvík og royndi at yvir
tala hann til at taka seg við
til Grønlands. Poul var gift
ur við Matheu, og átti tey tá
eitt barn, 2 ára gomlu Kar
ina.
Poul var lítið hugaður at
taka hana við. Man kundi
ikki hava konufólk við til
sjós. Aina fór avstað aftur
uttan nakað lyfti, men hon
hevði ikki mist móti.
Á veg út úr húsunum
heilsar Aina uppá lítlu
Karina, sum situr so still og
fitt á niðasta trini á lofts
trappuni.
Eg minnist hetta sjálv
andi ikki, men kenni søguna
soleiðis, sum mamma hevur
fortalt hana, greiðir Karin
Laksafoss frá.
Eingin annar var staddur
í gongini beint tá, og ikki
fyrr enn seinni uppdagar
mamma Karina, at ein gull
keta er vundin um armin á
lítlu gentuni.
Tey funnu út av, at ketan
var frá Ainu Cederblom.
Men mamma helt tað var
synd, at eg skuldi ganga við
einari so fínari ketu, so hon
gekk sjálv við henni, til eg
var 14. Tá fekk eg hana at
eiga, sigur Karin Laksa
foss.
Dýrt gull í 1933
Karin eigur framvegis ket
una, men hon gongur ikki
longur við henni, tí lásið er
brotnað, og ketan er eisini
gomul og tunn.
Eg havi nú átt hana í
yvir 75 ár, og hon var sikk
urt ikki nýggj, tá ið eg fekk
hana, so hon er heilt anti
kvarisk, sigur Karin smíl
andi.
Í dag er ein gullketa ikki
nakað sjáldsamt, men í
1933 var tað sera forkunnugt
at hava eina gullketu.
Konur gingu ikki við
hálsketu tá. Onkur átti brosj
ur, men gullketur vóru púra
óvanligar, sigur Karin. Sum
dømi kann nevnast, at fyrsti
gullsmiðjurin í Klaksvík lat
ikki upp fyrr enn nakað
eftir kríggið, og áðrenn tað
bar bara til at keypa ur í
bókhandlinum, Thule.
Eg keypt mær eitt ur í
Thule bókhandli, tá ið eg
fylti 18. Hetta var beint eftir
kríggið, og urið kostaði 200
krónur – ella eina heila mán
aðarløn. So sjálvandi var
mamma eym um fínu og
sartu gullketuna, sum eg
fekk, tá ið eg var tvey, stað
festir Karin Laksafoss.
Tilflytarar í Klaksvík
Tíðin var ein onnur tá. Poul
og Mathea vóru tilflytarar í
Klaksvík. Poul kom úr
Mikladali og Mathea úr
Norðdepli. Tey bygdu sær
hús á Stongunum í Klaks
vík, og her komu nógv
fólk.
Tað var næstan sum at
búgva á hotelli, minnist
Karin aftur á.
Pápi hevði bát hesi árini
áðrenn kríggið, og manning
in kom úr bæði Mikladali,
Norðdepli, Viðareiði og
Fugloy, og hesir ungu menn
inir búðu inni hjá okkum
bæði tá teir komu í land, og
tá teir gjørdu klárt at fara
avstað.
Og sum hjá so nógvum
øðrum búðu eldri ættarlið
eisini inni. Abbin úr Mikla
dali flutti inn til sonin í
Klaksvík, og hin abbin í
Norðdepli flutti eisini til
Klaksvíkar.
Og tá familja úr Norð
depli ella Mikladali skuldu
ørindi til Havnar, so gistu
tey sjálvandi eisini hjá okk
um.
Og mitt í hesum rokinum
sat lítla Karin ein dagin á
trappuni í durðinum, tá ið
ein fitt lítil kona steðgaði
og heilsaði við at vinda ein
fína gullketu um armin á
henni.
Cederblom gav smágentu gull
Karin Laksafoss við
gullketuni, sum hon fekk frá
svenska ævintýraranum, Ainu
Cederblom
Aina Cederblom umborð á Stellu Mariu, skiparin Poul Laksafoss og nakrir av manningini